Úrskurður Ítróttardómstólsins
Úrskurður Ítróttadómstólsins
viðvíkjandi kæru frá VB/Sumba 
um loyvisbrævið 
hjá Pálli Mohr Joensen

Ítróttardómstólurin hevur viðgjørt kæru, dagfesta 29. august 2006 frá VB/Sumba um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya frá 25. august 2006 um loyvisbrævi hjá Pálli Mohr Joensen. 

Í viðgerðini hava allir 5 nevndarlimirnir luttikið: Anja Hovgaard, formaður, Anna Dam, næstformaður, Poul Hansen, Børge B. Hansen og Eyðbjørn Larsen. 

Semja er millum limirnar í Ítróttadómstólinum um, at allir limir eru gegnigir at viðgera kæruna. 

Málslýsing
Tann 25. mars 2006 var dystur spældur millum HB og VB/Sumba í steypakappingini. Úrslitið av dystinum var, at HB vann 4-1. 

FSF leggur tann 23. mars 2006 leikaralistan út á heimasíðu sína. Við skrivi, dagfest 28. mars 2006, sendir HB rættingar til leikaralistan til FSF og ger m.a. vart við, at Páll Mohr Joensen skal standa á listanum sum leikari hjá HB. Hetta er sami Páll Mohr Joensen, ið leikti við í dystinum tann 25. marts 2006. 

FSF kannar málið og ger vart við, at teir ikki finna loyvisbrævið hjá Pálli Mohr Joensen og seinni boðar FSF so frá, at Páll Mohr Joensen ikki hevði loyvi at spæla fyri HB. Hetta førir so við sær, at FSF av sínum eintingum, vísandi til heimildina í § 39, stk. 3 í kappingarreglunum fyri fótbólt, tekur málið upp og seinni dømir HB at tapa dystin grundað á, at Páll Mohr Joensen ikki hevði loyvisbræv at leika við HB 25. mars 2006 og tí var ólógligur leikari. 

Avgerðin um, at HB skal tapa dystin móti VB/Sumba verður staðfest av Dómsnevnd FSF 16. juni 2006 við 2 atkvøðum fyri og 1 ímóti. 

Avgerðin hjá Dómsnevndini varð av HB kærd til Ítróttardómstólin, ið tann 15. juli 2006 ógildaði avgerðina há Dómsnevndini og vísti málið aftur til Kappingarnevndina at viðgera av nýggjum, vísandi til, at brot var framt á líkaregluna, og at nýggja viðgerðin skuldi hava fyrlit fyri málunum hjá tveimun leikarum hjá EB/Streymi og B36. 

Kappingarnevndin hevur síðani tann 1. august 2006 við 2 atkvøðum fyri og 1 ímóti tikið avgerð um, at HB skal tapa dystin, tí liðið nýtti ein ólógligan leikara. 

Avgerðin hjá Kappingarnevndini varð síðani aftur kærd til Dómsnevndina. Dómsnevndin hevur í einmæltum úrskurði frá 25. august 2006 gjørt av at broyta úrskurðin hjá Kappingarnevndini til, at HB heldur enn at tapa dystin, skal revsast við bót á kr. 15.000,- og missa heimavøll fyri ikki at hava viðurskiftini viðvíkjandi leikaraloyvi mótvegis FSF í lagi. 

HB kærir ikki avgerðina hjá Dómsnevndini, men tann 29. august 2006 kærir VB/Sumba til Ítóttardómstólin. 

Grundarlagið undir viðgerðini
Í kæruskrivinum frá VB/Sumba er einki nýtt ført fram um faktisku viðurskiftini í málinum. 

Ítróttardómstólurin hevur tískil viðgjørt kæruna við støði í skjølunum, ið vóru grundarlag undir viðgerð og úrskurði hjá Dómsnevndini. 

Soleiðis sum upplýsingarnar og málið er háttað, serliga tí at spurnartekin ikki verða sett við faktisku viðurskiftini, metir Ítróttardómstólurin ikki, at tað er ivingarsamt, at taka avgerð í málinum á verandi grundarlag. 

Kæran frá VB/Sumba
VB/ Sumba kærir úrskurð Dómsnevndarinnar við kravi um, at Ítróttardómstólurin ógildar úrskurðin og staðfestir, at HB verður dømt at tapa dystin. 

VB/Sumba hevur m.a. ført fram, at avleiðingin av at spæla við leikara uttan loyvisbræv altíð hevur verið, at avvarðandi lið verður dømt at tapa dystin. Hervið verður gomul siðvenja brotin. Víðari verður ført fram, at tey 10 viðurskiftini, ið Ítróttardómstólurin førdi fram í úrskurði sínum frá 15. juli 2006 hava ávirkað Dómsnevndina. At enda verður ført fram, at niðurstøðan hjá Dómsnevndini er, at ein, ið hevur ráð, kann gjalda seg burturúr lógarbrotum. 

Viðgerð Ítróttardómstólsins
Um innkomnu kæruna
Staðfest er, at kæran er innkomin rættstundis.

Hóast VB/Sumba ikki var partur í sakarmálsviðgerini í sambandi við viðgerðina av málinum hjá Dómsnevndini, hevur Ítróttardómstólurin gjørt av at taka kæruna til viðgerar. 

Henda avgerð er grundað á § 1, stk. 2 í reglugerðini fyri Ítróttardómstól ÍSF, har ásett er, at “Ítróttadómstólurin kann í serstøkum førum viðgera eitt mál, sum verður fráboðað av einum, sum hevur grundaðan áhuga í tiknu avgerðini, hóast viðkomandi ikki var partur í málinum í fyrra málsviðgerðini.” 

Ítróttardómstólurin metir, at VB/Sumba má sigast at hava grundaðan áhuga í avgerðini, tí avgerðin beinleiðis hevur týdning fyri, hvørt liðið er við í steypakappingini ella ikki. 

Ítróttardómstólurin metir harumframt, at í ítøkiliga førinum er talan um slíkt serstakt føri, at málið eigur at verða viðgjørt. 

Um úrskurð Dómsnevndarinnar
Dómsnevndin hevur viðgjørt málið viðvíkjandi loyvisbrævinum hjá Páll Mohr Joensen við fyriliti til málini viðvíkjandi leikarunum hjá EB/Streymi og B36, ið eisini hava leikt uttan loyvisbrøv. 

Við støði í hesi viðgerð kemur Dómsnevndin til ta niðurstøðu, at málini eru lík. 

Dómsnevndin heldur tí, at tað er skeivt, at HB skal dømast at tapa dystin móti VB/Sumba við grundgeving í viðgerðini av málinum í fjør, og avgerð í staðin at HB skal revsast við bót og miss av heimavølli. 

Ítróttardómstólurin skal viðmerkja
Í úrskurði Ítróttardómstólsins frá 15. juli 2006 vísti Ítróttardómstólurin á, at brot var framt á líkaregluna og at hesin málsviðgerðarfeilur hevði við sær, at málið var víst aftur til Kappingarnevndina at viðgera av nýggjum. 

Í úrskurði sínum frá 25.august 2006 hevur Dómsnevndin viðgjørt kæruna frá HB við fyriliti til málini viðvíkjandi leikarunum hjá EB/Streymi og B36, ið eisini hava leikt uttan loyvisbrøv. 

Ìtróttardómstólurin tekur undir við niðurstøðuni hjá Dómsnevndini at nevndu mál eru lík. 

Ítróttardómstólurin er tí av teirri fatan, at í hesum máli er ikki talan um tulking av formligum reglum ella hvør regla er galdandi fram um aðra, men ein spurningur um hvør revsingin skal verða fyri at nýta leikara uttan leikarloyvi. 

Metingin av, hvussu eitt brot á kappingarreglurnar skal sektast, má sum útgangsstøði verða upp til avvarandi sersamband ella nevndir tess at gera av, og í tí sambandi metir Ítróttardómstólurin, at hesi eiga at hava ávíst vítt rásarúm. 

Tá tað ikki kann ávísast, at Dómsnevndin hevur tikið ólóglig ella ósaklig fyrilit við ásetan av revsingini av tí broti á kappingarreglurnar, ið HB hevur framt, við at nýta ólógligan leikara finnur Ítróttardómstólurin ikki orsøk til at broyta úrskurð Dómsnevndarinnar, ið liggur innan heildirnar í grein 40 stk. 1 í Kappingareglunum fyri fótbólt.


Ítróttardómstólurin hevur tí tann 7. septembur 2006 gjørt henda

úrskurð

Avgerðin hjá Dómsnevnd FSF frá 25. august 2006 verður staðfest..