24. og 25. mai tók føroyska dopingeftirlitið í samstarv við Anti Doping Danmark royndir av 10 føroyskum ítróttafólkum.

Royndirnar hesa ferð vórðu í størsta mun rættaðar móti teimum ítróttagreinum, sum skulu luttaka á Oyggjaleikunum, eins og royndir vórðu tiknar av kapprðrarfólki eisini.

Royndirnar vórðu býttar soleiðis:
2 av flogbólti
1 av borðtennis
2 av frælsum ítrótti
3 av fimleiki
2 av kapprðri

Úrslitini av royndunum fyriliggja nú, og allar royndirvar vórðu negativar!