Ingi Samuelsen: Góður atburður hjá vaksnum íðkandi

Josef Abrahamsen – Ítróttur er frøi

Tað skal vera loyvt at kunna gleðast, tá tað gongst væl í ítrótti, tí júst gleðin við at hepnast er eitt tað týdningarmesta við ítrótti.
Ein av teimum, ið frøist hvørja ferð hann skorar, er hondbóltsspælarin Josef Abrahamsen úr Kyndli.

– Tað hevur týdning fyri meg – eg vil sleppa at vísa mína gleði, tá eg skori. Tað hevur eisini týdning, at liðfelagar mínir kunnu gleðast við mær, men eg vil á ongan hátt nýta hetta til at háða mínar kappingarneytar.

Josef er 27 ára gamal og ein hondbóltsúrmælingur burturav. Oftani er tað tann kviki Josef, sum stendur fyri teimum flottu málunum hjá Kyndli, tá hann sleppur leysur á veinginum og kann finna upp á at sletta bóltin aftur um málmannin við spinnandi skrúvu.

– Tá eg til dømis sleppi avstað einsamallur í skjótálop og skori, so er tað umráðandi, at bæði eg og liðfelagar mínir vísa gleði. Eg, tí royndin eydnaðist, og liðfelagarnir tí liðið fekk mál uttan at teir noyddust at stríðast.

– Samanhaldið og liðandin hevur nógv at týða fyri okkum í Kyndli. Drívmegin hjá mær og hinum liðfeløgunum er gleðin við at spæla saman í einum felag, sum man er góður við.

Josef Abrahamsen er skrásettur fyri 3 A-landsdystir. Hann hevur roynt seg sum hondbóltsspælari í Danmark í samband við lesnað. Tað gjørdist ongantíð til nakra stóra karrieru uttanlands, tí hann heldur vildi taka ímóti møguleikanum at koma heim at spæla við Kyndli.

Josef er av fremmandum uppruna – hann hevur útlendskan pápa – og merkir stundum sum ítróttamaður, at hansara uppruni verður brúktur ímóti honum.
– Tað kemur fyri, at onkur rasistisk viðmerking er at hoyra í sambandi við dystir. Tað er ikki nakað, sum eg tími at órógvast av, men tað sigur rættiliga nógv um samanhaldið hjá okkum, at so skjótt onkur sigur nakað, sum sipar til mín húðarlit, so eru liðfelagar hjá mær, sum beinanvegin fortelja viðkomandi við greiðum boðum, at slíkt verður ikki góðkent.

Hondbóltur er ein kropsharður ítróttur, og vandin fyri at koma til skaða ella gera øðrum skaða, er altíð tilstaðar.
– Vit eru tilvitaðir um vandan. Eg haldi, at hondbóltsspælarar eru gentlemen í so máta. Vit leggja allir ein heiður í, at tær taklingar, sum vit gera, eru reinar og ikki til vanda fyri mótspælaran.

Josef er tilvitaður um, at tað eru ungir dreingir og gentur í felagnum, sum síggja hann sum fyrimynd á hondbóltsvøllinum.
– Eg veit, at í Kyndli síggja tey yngru upp til okkum, sum spæla á tí besta liðnum, og ynskja at kunna gera tað sama við bóltinum, sum vit. Tí hevur tað eisini týdning, at vísa sømiligan atburð á vøllinum. Tað hevur avgjørt okkara áhuga, at ungu fólkini í felagnum hava nakað at síggja upp til. Tað eru jú tey, ið skulu føra kyndilin víðari.

Les allar leiðreglurnar um góðan atburð her.