Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
– Ert tú limur í ítróttarfelag?
– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Ætlar at rógva gjøgnum alt Evropa

Álendingurin Jörgen Pettersson er forseti fyri altjóða oyggjaleikafelagsskapin IIGA, International Islands Games Association. Hann var í fleiri ár fastur maður á álendska oyggjaleikaliðnum í flogbólti, og vann 4 gullheiðursmerki og eitt silvur á teimum seks oyggjaleikunum, hann luttók í sum aktivur íðkandi. Hann er føddur í 1965, er útbúgvin journalistur, og starvast sum tíðindaleiðari á Ålands Tidningen

“Eftir at eg gavst við flogbóltinum eri eg byrjaður at rógva. Hetta er ein ítrótt, sum passar mær ógvuliga væl. Fyri tað mesta haldi eg kondina við líka við at rógva á maskinum, men eg rógvi eisini við túrbátum. Eg og ein vinmaður mín hava ein bát, sum vit hava róð við úr Álandi til Stockholms og víðari gjøgnum Göta kanalina til Göteborg. Báturin liggur nú í Göteborg, men vit hava eina villa ætlan um at rógva niður gjøgnum evropeisku kanalirnar og áirnar, og ikki helma í fyrr enn vit eru náddir Kaspiska Havið. Tá vit róðu tvørtur um Svøríki, tóku vit tað í smáum teinum í vikuskiftunum, soleiðis kunnu vit kanska eisini gera niður gjøgnum Evropa. Vit fáa at síggja. Umframt rógvingina, so telvi eg eisini”.

“Eg eri limur í IFK Mariehamn”.

“Sum barn royndi eg ein hóp av ítróttagreinum, so sum fótbólt, borðtennis, badminton, tennis, flogbólt og talv. Eg spældi heilt nógv fótbólt, til ein skaði í knænum steðgaði mær sum 13 ára gamal. Tað vísti seg at vera Schlatters-sjúka, sum ikki er so óvanlig hjá børnum í vøkstri. Eg gavst heilt við at íðka kropsligan ítrótt, og telvaði bara í árunum frá 13 til 18 ár. Hóast eg ikki hevði roknað við at kunnu hoppa aftur, so royndi eg flogbólt aftur sum 18 ára gamal, og tað riggaði. Eg kendi einki til brekið í knænum, og eftir hetta gjørdist flogbólturin mín ítróttur, saman við talvi”.

“Ítrótturin hevur ómetaligan týdning fyri einstaklingin og fyri samfelagið eftir mínari meining. Sum einstaklingur lærir tú at kempa og fylgja reglum, og tú lærir eisini, at tú ikki skalt gevast. Tað er so týdningarmikið, at tað í ítróttinum er pláss fyri øllum – eisini teimum, sum ikki koma heilt upp í oddin. Ítrótturin hevur brúk fyri øllum, og tí eiga øll at fáa høvi til at royna seg í ítróttinum. Samfelagið kann kann hinvegin eisini læra nógv av ítróttinum”.