Sonevnda “ítróttaravtalan”, sum hevur verið galdandi síðan 2004, er nú endurskoðað.

Sagt í stuttum eru broytingarnar hesar:

· Eftir avtaluni frá 2004 skuldi ítróttarfelagið í minsta lagi løna útlendska ítróttarfólkinum við  8.860,- um mánaðin sbrt. skrivligari arbeiðsgevaraváttan. Henda upphædd er nú broytt til í minsta lagi kr. 9.334,42 um mánaðin.

· Eftir avtaluni frá 2004 kundi útlendska ítróttarfólkið – við síðuna av ítróttarinntøkuni – forvinna í mesta lagi  8.128,50 um mánaðin uttan arbeiðsgevaraváttan frá ávísum arbeiðsgevara. Henda upphædd er nú broytt til í mesta lagi kr. 8.616,34 um mánaðin.

· Avtalan frá okotober 2004 skuldi bara galda í 3 ár. Sambært endurskoðaðu avtaluni hevur avtalan gildi í 5 ár frá byrjan, t.v.s. játtanir kunnu avgreiðast eftir nýggi avtaluni til oktober 2009.

Aftrat hesum skal verða gjørt vart við, at eftir nýggju avtaluni verður loyvi givið til at inntøkan frá ítróttinum og frá hjávinnuni  kann vera ójøvn frá mánaða til mánaða, tó skal altíð ansast eftir, at krónutalið ikki fer upp um áðurnevndu ásetingar Í MIÐAL.

Nýggj ítróttaravtalan er galdandi frá  4. november 2008. Allir sáttmálar, gjørdir við útlendingar aftaná 4. november, skulu sostatt – á arbeiðsgevaraváttanini – uppfylla nýggju treytirnar um minstu-upphædd pr. mánaða frá ítróttarfelagnum.

Eru arbeiðsgevaraváttanir latnar inn áðrenn 4. november 2008 við “gomlu” upphæddunum, ber til at broyta hetta við at lata Útlendingastovuni nýggja arbeiðsgevaraváttan við nýggju uphæddini (løn frá ítróttarfelagnum  kr. 9.334, 42 um mánaðin). Hetta verður til fyrimuns fyri ítróttarfólkið, tí harvið kann viðkomandi ítróttafólk forvinna samsvarandi meira í hjávinnuinntøku (8.616,34).

Eru ivamál hesum viðvíkjandi kann altíð ringjast til Útlendingastovuna, tel. 357979 gerandisdagar millum kl. 9 og 15 til at fáa ivaspurningar greiddar.

Sjálv avtalan finst her.