Reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum

 

Grein 1.
Hvørt sersamband innan ÍSF, ið hevur kappingarítrótt á skránni, hevur rætt at hava egnu dómsnevnd.

Grein 2.
Dómsnevndin hevur tríggjar limir, ið verða valdir á aðalfundinum hjá sersambandi. Teir sita tvey ár í senn, soleiðis at tveir verða valdir eitt ár og ein árið eftir. Fyri hvønn av nevndarlimunum verður valdur varalimur at sita sama tíðarskeið sum nevndarlimurin. Nevndin skipar seg sjálv. Rætt at skjóta upp nevndarlim hava feløgini, ið eru umboðað á aðalfundinum, og nevnd sersambandsins. Um so er, at eingin ársfundur hevur verið, ella at ítróttagreinin ikki hevur sjálcstøðugt sersamband, velur starvsnevnd ÍSF’s dómsnevndina.

Grein 3.
Ein og hvør luttakari ella eitt og hvørt felag, ið beinleiðis ella óbeinleiðis verður rakt av onkrum tilburði ella avgerð í sambandi við kapping ella annað virki hjá sersambandinum, kann kæra tilburðin ella avgerðina.

Grein 4.
Kæran verður skrivliga at senda saman við kr. 500 til sersambandið innan tvey samdøgur eftir at avgerðin ella tilburðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi. Um so er, at ítróttagerinin ikki hevur sjálvstøðugt sersamband, verður kæran at senda til starvsnevnd ÍSF. Vinnur kæran sømdir, verða kr. 500 afturgoldnar. Sersamband kann eisini av egnum ávum taka eina avgerð ella tilburð upp til viðgerðar, og skulu partarnir í málinum ta hava boð um hetta, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

Grein 5.
Í sambandi við avgerð av kærum skal sersambandið, áðrenn hon ger úrskurð, skrivliga biðja um frágreiðing frá feløgum ella einstaklingum, sum kært er um. Henda frágreiðing, sum skal vera skrivlig, skal vera sersambandinum í hendi í seinasta lagi fimm dagar eftir umbønina. Sersambandið skal, tá biðið verður um slíka skrivliga frágreiðing, leggja við avrit av kæruskrivinum.

Grein 6.
Sersambandið skal skjótast til ber, og í seinasta lagi eina viku aftaná at alt neyðugt tilfar í málinum er útavegað, gera úrskurð og gera partarnar kunnugar við hann í beinleiðis skrivi og við telduposti.

Grein 7.
Úrskurður ssersambandsins kann av pørtunum kærast til dómsnevndina, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin.

Grein 8.
Tá ið kæran er komin til dómsnevndina, skal hon, áðrenn kæran verður viðgjørd, avgera, um limur ella limir nevndarinnar eru luttøkuførir. Kemur nevndin til tað úrslit, at onkur av limum hennara ikki er luttøkuførur, taka varalimir sæti í nevndini, meðan málið verður viðgjørt. Í sambandi við viðgerðina av kærum kann dómsnevndin biðja um skrivliga frágreiðing frá pørtum, dómara ella øðrum. Eisini kann dómsnevndin um neyðugt biðja um sakkøna hjálp, t.d. frá metingarmonnum, løgfrøðingum e.ø.. Í seinasta lagi tvær vikur aftaná, at dómsnevndin hevur móttikið kæruna, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi.

Grein 9.
Sersambond ella dómsnevndir kunnu gera úrskurð viðvíkjandi øllum virksemi og leiki innan sersambandið íroknað tulking av lógum og samtyktum, frátikið tó: 1. At strika meistaraheiti 2. At broyta meting dómarans í kapping 3. Dómarans góðkenning ella ikki góðkenning av kappingarvølli og umstøðum.
Fyri kappróður er tó galdandi fyri pkt. 2: At broyta meting dómarans í kapping, tó kann dómsnevnd RSF’s taka støðu til døming um raðfylgju sambært videoupptøkum á málinum.

Grein 10.
Avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar og kunnu ikki broytast av øðrum myndugleika enn Ítróttadómstóli ÍSF. Avgerðir, ið reka feløg ella einstaklingar úr ISF, kunnu tó leggjast fyri aðalfundin. Kærufreistin til Ítróttadómstólin er sambært grein 7 í hesi reglugerð.

Grein 11.
Dómsnevndin stílar fyri, at úrskurðurin í stuttum verður endurgivin og festur á blað til brúk fyri seinni líknandi mál.

Grein 12.
Tá tað oman fyri nevnda verður samtykt, fara allar reglur, ið stríða ímóti framman fyri standandi viðvíkjandi dómsnevndum og kærum annars úr gildið.

Samtykt á aðalfundi 22. Mai 1991. Broytt á aðalfundi 30. Mai 1998 og á aðalfundi 2014.