Nú er møguleiki at søkja um stuðul frá NATA (North Atlantic Tourism Association) til ferðavinnuverkætlanir og kunningar- og námsferðir.

NATA er samstarvsavtala ímillum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at skapa sambond millum ungdóm í teimum trimum londunum.

Umsóknarfreistin er mánadagin 9. september 2014.

Umsóknir skulu fyllast út á netinum. Umsóknir til ferðavinnuverkætlanir skulu gerast her, umsóknir til kunningar- og námsferðir skulu gerast her.

Nærri upplýsingar um NATA fáast á heimasíðuni hjá NATA – trýst á her