{"id":4359,"date":"2016-11-24T12:40:37","date_gmt":"2016-11-24T12:40:37","guid":{"rendered":"http:\/\/new.isf.fo\/?p=4359"},"modified":"2016-11-24T12:40:37","modified_gmt":"2016-11-24T12:40:37","slug":"godur-atburdur","status":"publish","type":"page","link":"https:\/\/isf.fo\/en\/godur-atburdur\/","title":{"rendered":"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur"},"content":{"rendered":"<p>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya vil fegi\u00f0 ver\u00f0a vi\u00f0 og gera s\u00edtt til at b\u00f8rnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi saman vi\u00f0 teimum, i\u00f0 var\u00f0a av ymisku \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8gunum, f\u00e1a eina g\u00f3\u00f0a byrjan og \u00ed framt\u00ed\u00f0ini g\u00f3\u00f0a uppliving \u00ed \u00edtr\u00f3tta-umhv\u00f8rvinum.<\/p>\n<p>\u00cd hesum sambandi or\u00f0a\u00f0i\u00f0 og sta\u00f0festi\u00f0 \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya \u00ed 2008 lei\u00f0reglur um g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0.<\/p>\n<p>Hesar lei\u00f0reglur siga naka\u00f0 um, at vit skulu fara v\u00e6l um hv\u00f8nn annan og hava vir\u00f0ing hv\u00f8r fyri \u00f8\u00f0rum, so at \u00edtr\u00f3tta-umhv\u00f8rvi\u00f0 er eitt gott og trygt umhv\u00f8rvi, har \u00f8ll kunnu kenna seg v\u00e6l og vird og koma saman \u00ed gle\u00f0i.<\/p>\n<p>Fel\u00f8gini kunnu t.d. saman vi\u00f0 b\u00f8rnunum, teimum ungu og foreldrum\/avvarandi taka evni\u00f0 um g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0 upp vi\u00f0 byrjan av \u00edtr\u00f3tta\u00e1rinum. Hetta kann ver\u00f0a gj\u00f8rt \u00e1 felagsfundi, har lei\u00f0reglurnar ver\u00f0a gj\u00f8gnumgingnar, og tosa\u00f0 kann ver\u00f0a um t\u00fddningin av hesum.<\/p>\n<p>Vit hava heitt \u00e1 n\u00f8kur f\u00f3lk innan f\u00f8royska \u00edtr\u00f3ttaheimin at siga okkum fr\u00e1 teirra upplivingum vi\u00f0 evnunum, sum lei\u00f0reglurnar sn\u00fagva seg um. Tr\u00fdst \u00e1 n\u00f8vnini hj\u00e1 teimum \u00ed h\u00f8gra bredda, og les hvat tey skriva.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2008\/08\/godur_atburdur.pdf\">Tak etisku lei\u00f0reglurnar ni\u00f0ur (216 kb pdf)<\/a><\/p>\n<h3>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur<\/h3>\n<h3>Hj\u00e1 vaksnum \u00ed\u00f0kandi<\/h3>\n<p><strong>At v\u00edsa vir\u00f0ing fyri m\u00f3tsp\u00e6larum, d\u00f3marum og hj\u00e1lparf\u00f3lki er eitt ta\u00f0 t\u00fddningarmesta, t\u00fa eigur at hava \u00ed huga \u00e1 v\u00f8lli.<\/strong><\/p>\n<p>Tey flestu \u00ed\u00f0kandi s\u00f8kja tey vir\u00f0ir, sum liggja \u00ed \u00edtr\u00f3ttinum. \u00cd \u00edtr\u00f3tti f\u00e6rt t\u00fa n\u00f3gvar g\u00f3\u00f0ar upplivingar: gle\u00f0i, felagsskap, avbj\u00f3\u00f0ingar, spenning, avrik og menning. \u00cd so m\u00e1ta minnir \u00edtr\u00f3tturin um sp\u00e6l, og aftan fyri upplivingar liggja dj\u00fapari vir\u00f0ir. \u00cd \u00edtr\u00f3ttinum f\u00e1a tey \u00ed\u00f0kandi \u00edt\u00f8kiliga og beinlei\u00f0is roynt seg, hv\u00f8rji tey eru, hv\u00f8rjum tey kunnu r\u00f8kka, og tey kunnu royna seg borin saman vi\u00f0 onnur menniskju. \u00cd \u00edtr\u00f3ttinum kann tann \u00ed\u00f0kandi granska s\u00edn samleika og s\u00edni sermerki. Solei\u00f0is kann \u00edtr\u00f3tturin gerast ein v\u00edgv\u00f8llur, har menniskju vaksa og mennast.Men \u00ed \u00edtr\u00f3ttinum r\u00famast eisini dystir og \u00f3semjur\/kreppur. Og st\u00f3rar \u00f3semjur kunnu hava ni\u00f0urbr\u00f3tandi avlei\u00f0ingar. Kappingin kann gerast eitt str\u00ed\u00f0 um at \u00fatvega s\u00e6r vinning uttan fyri \u00edtr\u00f3ttin: vi\u00f0urkenning og f\u00edggjarligan fyrimun.\u00cd kappingum kenna summi \u00f3tta fyri at tapa. Onnur gera \u00e1 eirindarleysan h\u00e1tt alt fyri at vinna. Solei\u00f0is kann \u00edtr\u00f3tturin eisini gerast ein v\u00edgv\u00f8llur, har menniskju og menniskjalig vir\u00f0i ver\u00f0a vanvird\/ni\u00f0ra\u00f0.<\/p>\n<p>Hesir normar sipa til atbur\u00f0 og hugbur\u00f0 hj\u00e1 teimum, sum s\u00f8kja tey jaligu vir\u00f0ini \u00ed \u00edtr\u00f3ttinum:\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ger alt\u00ed\u00f0 ta\u00f0, t\u00fa megnar!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0V\u00eds s\u00f3ma, anna\u00f0hv\u00f8rt t\u00fa sigrar ella tapir!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Halt reglur og normar fyri rei\u00f0iligum sp\u00e6li \u00ed t\u00ednari \u00edtr\u00f3ttargrein!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Set heilsuna fremst og og slepp t\u00e6r undan \u00f3ney\u00f0ugum heilsuvanda!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0 avger\u00f0ir hj\u00e1 d\u00f3marum og hj\u00e1lparf\u00f3lki!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0, at hini eisini hava g\u00e1vur, m\u00f8guleikar og eru dugnalig \u2013 l\u00edka miki\u00f0 kyn, h\u00fa\u00f0arlit, tj\u00f3\u00f0skaparligt, politiskt ella \u00e1tr\u00fana\u00f0arligt tilkn\u00fdti eins og kynsliga sannf\u00f8ring!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Br\u00faka ikki \u00f3kv\u00e6misor\u00f0 og tosa ikki ni\u00f0randi um tey, sum eru uppi \u00ed \u00edtr\u00f3ttinum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Samarbei\u00f0 opi\u00f0 og \u00e6rliga vi\u00f0 venjarar og onnur, sum stu\u00f0la t\u00e6r!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Tak sj\u00e1lv\/ur h\u00f8vu\u00f0s\u00e1byrgdina fyri t\u00ednari \u00edtr\u00f3ttaligu menning og t\u00ednum avrikum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0V\u00eds g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0 b\u00e6\u00f0i \u00ed kappingum, og t\u00e1 i\u00f0 kappingar ikki eru. Minst til, at t\u00fa kanst vera ein fyrimynd!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0G\u00f3\u00f0tak aldri h\u00f3ttandi ella valdsliga atfer\u00f0!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ver ikki n\u00e6rgongin vi\u00f0 venjaran!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Fl\u00f8k teg ikki upp \u00ed dopingmisn\u00fdtslu!<\/p>\n<h3>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur<\/h3>\n<h3>Hj\u00e1 foreldrum<\/h3>\n<p><strong>Foreldur hava ein t\u00fddningarmiklan leiklut \u00ed \u00edtr\u00f3ttinum. Ta\u00f0 er av st\u00f8rsta t\u00fddningi at eggja b\u00f8rnum at s\u00fdna g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0 \u2013 samstundis sum t\u00fa s\u00fdnir g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0 \u00e1 s\u00ed\u00f0ulinjuni.<\/strong><\/p>\n<p>\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Minnst til, at barn t\u00edtt er uppi \u00ed \u00edtr\u00f3tti fyri egna gle\u00f0i og ikki t\u00edna!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0T\u00fa skalt eggja barni t\u00ednum at vera vi\u00f0, ikki noy\u00f0a ta\u00f0!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0T\u00fa skalt eggja barni t\u00ednum at halda seg til reglurnar og at loysa \u00f3semjur uttan f\u00edggindaskap ella har\u00f0skap!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Stu\u00f0la og eggja \u00f8llum b\u00f8rnum, sum eru uppi \u00ed venjing ella kapping \u2013 ikki bert t\u00ednum egna!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Veri\u00f0 jalig, b\u00e6\u00f0i t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 gongur vi\u00f0, og t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 gongur \u00edm\u00f3ti!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Halt ongant\u00ed\u00f0 eitt barn fyri gj\u00f8ldur og r\u00f3pa ikki eftir t\u00ed, um ta\u00f0 ger onkran skeivleikan!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Minst til, at b\u00f8rn l\u00e6ra best av fyrid\u00f8mum. Halt n\u00f3gv um gott sp\u00e6l og g\u00f3\u00f0 avrik hj\u00e1 \u00f8llum b\u00f8rnum og ungum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0 avger\u00f0ir hj\u00e1 d\u00f3marum og hj\u00e1lparf\u00f3lki og l\u00e6r b\u00f8rnini og tey ungu at gera ta\u00f0 sama!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0 sj\u00e1lvbodnar venjarar, lei\u00f0arar og sj\u00e1lvbo\u00f0in hj\u00e1lparf\u00f3lk. V\u00f3ru hesi f\u00f3lk ikki, hev\u00f0i barn t\u00edtt ikki kunna\u00f0 tiki\u00f0 lut \u00ed venjingum og kappingum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0 r\u00e6ttindi og tign hj\u00e1 hv\u00f8rjum einst\u00f8kum barni \u2013 sama ger kyn, h\u00fa\u00f0arlit, tj\u00f3\u00f0skaparligt ella \u00e1tr\u00fana\u00f0arligt tilkn\u00fdti!<\/p>\n<h3>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur<\/h3>\n<h3>Hj\u00e1 b\u00f8rnum<\/h3>\n<p><strong>\u00cdtr\u00f3ttur hj\u00e1 b\u00f8rnum skal vera fragd og stuttleiki. T\u00ed er ta\u00f0 ney\u00f0ugt vi\u00f0 n\u00f8krum lei\u00f0reglum, hvussu g\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur hj\u00e1 b\u00f8rnum skal vera.<\/strong><\/p>\n<p>Ta\u00f0, sum ey\u00f0kennir g\u00f3\u00f0an barna- og ungd\u00f3ms\u00edtr\u00f3tt er, at tey \u00ed\u00f0kandi tr\u00edvast, at so n\u00f3gv sum m\u00f8guligt vilja vera vi\u00f0, at tey mennast kropsliga, s\u00e1larliga og sosialt. At l\u00e6ringin er laga\u00f0 til aldur, menningarstig og t\u00f8rv hj\u00e1 t\u00ed \u00ed\u00f0kandi. At tann \u00ed\u00f0kandi skal kunna kenna, at hann t\u00ed\u00f0um megnar naka\u00f0 og kennir framgongd vi\u00f0 at ver\u00f0a vegleiddur og eggja\u00f0ur. Venjingin leggur dent \u00e1 sp\u00e6l.Yvirskipa\u00f0u m\u00e1lini vi\u00f0 barna- og ungd\u00f3ms\u00edtr\u00f3tti eru at geva t\u00ed \u00ed\u00f0kandi m\u00f8guleika fyri fj\u00f8lbroyttari menning og m\u00f8guleika at megna ymiskt og s\u00ed\u00f0ani \u00ed tann\u00e1runum m\u00f8guliga at velja \u00e1v\u00edsa sergrein. \u00c1 henda h\u00e1tt kann grundarlag ver\u00f0a lagt undir ein varandi hug at \u00ed\u00f0ka \u00edtr\u00f3tt og at vera kropsliga virkin. Avrik skulu ikki ver\u00f0a sett fram um l\u00e6ring.T\u00f3 m\u00e1 \u00e1sannast, at \u00edtr\u00f3ttur t\u00edverri ikki alt\u00ed\u00f0 ver\u00f0ur framdur vi\u00f0 hesum hugsj\u00f3num. Tey vaksnu kunnu hava fams\u00f8kni og kunnu seta m\u00e1l uttan mun til fortreytirnar hj\u00e1 teim ungu og b\u00f8rnunum. At velja sergrein t\u00ed\u00f0liga og venja vi\u00f0 kapping fyri eyga kann hava \u00f3hepnar fylgjur fyri b\u00e6\u00f0i kropsligu, s\u00e1larligu, sosialu og moralsku menningina. Barna- og ungd\u00f3ms\u00edtr\u00f3tturin hevur t\u00f8rv \u00e1 venjarum og lei\u00f0arum, sum hava hollar f\u00f8rleikar og geva teimum grundleggjandi vir\u00f0unum g\u00e6tur.<\/p>\n<p>Hesir normar ey\u00f0kenna g\u00f3\u00f0an barna- og ungd\u00f3ms\u00edtr\u00f3tt:G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur hj\u00e1 b\u00f8rnum upp \u00ed 15 \u00e1r:\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ger alt\u00ed\u00f0 t\u00edtt besta!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Akta alt\u00ed\u00f0 reglurnar og normarnar fyri rei\u00f0uligum sp\u00e6li \u00ed t\u00ednari \u00edtr\u00f3ttargrein!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ver vi\u00f0 \u00ed \u00edtr\u00f3tti, t\u00ed t\u00e6r d\u00e1mar ta\u00f0 og ikki t\u00ed tey vaksnu, foreldur og venjarar vilja ta\u00f0!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0V\u00eds vir\u00f0ing fyri \u00f8llum, sum eru uppi\u00ed, vi\u00f0sp\u00e6larum eins og m\u00f3tsp\u00e6larum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ikki tr\u00e6tast vi\u00f0 d\u00f3marar ella onnur hj\u00e1lparf\u00f3lk!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0 og ver opin og \u00e6rligur vi\u00f0 venjarar og lei\u00f0arar, t\u00ed teir hava \u00e1byrgd fyri t\u00e6r!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Lat vera vi\u00f0 at kalla spottandi ella ni\u00f0randi. Hv\u00f8rki vi\u00f0sp\u00e6larar, m\u00f3tsp\u00e6larar, d\u00f3marar, hj\u00e1lparf\u00f3lk, venjarar ella lei\u00f0arar!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ver m\u00f3ti \u00f8\u00f0rum, sum t\u00fa vilt, at tey skulu vera m\u00f3ti t\u00e6r!<\/p>\n<h3>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur<\/h3>\n<h3>Hj\u00e1 d\u00f3marum og hj\u00e1lparf\u00f3lki<\/h3>\n<p><strong>D\u00f3marar og hj\u00e1lparf\u00f3lk eru \u00ed lyklast\u00f8\u00f0u, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um at menna \u00edtr\u00f3ttin. Tey skulu seta karmarnar fyri, hv\u00f8r atbur\u00f0ur kann ver\u00f0a g\u00f3\u00f0tikin, og hv\u00f8r ikki. Tey skulu stremba eftir at vera r\u00e6ttv\u00eds og rei\u00f0ilig.<\/strong><\/p>\n<p>T\u00fddningarmesta uppg\u00e1van hj\u00e1 d\u00f3maranum er at tryggja, at kappingar\u00edtr\u00f3tturin fer fram \u00e1 r\u00e6ttv\u00edsan og rei\u00f0iligan h\u00e1tt. At hugm\u00e1lini hj\u00e1 \u00edtr\u00f3ttinum ver\u00f0a var\u00f0veitt. T\u00ed hevur d\u00f3marin ein t\u00fd\u00f0andi leiklut, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um at menna \u00edtr\u00f3ttin. \u00cd hv\u00f8rjari einastu kapping skal d\u00f3marin seta karmar fyri, hv\u00f8r atbur\u00f0ur kann ver\u00f0a g\u00f3\u00f0tikin, og hv\u00f8r ikki. Hann skal tryggja, at kappingin fer fram \u00e1 r\u00e6ttv\u00edsan og rei\u00f0iligan h\u00e1tt. Og \u00ed hv\u00f8rjari einstakari kapping skal d\u00f3marin hava vaki\u00f0 eyga vi\u00f0 hugbur\u00f0i og vir\u00f0um hj\u00e1 teimum \u00ed\u00f0kandi: ver\u00f0a reglurnar brotnar til\u00e6tla\u00f0 ella ikki, gongur ein \u00ed\u00f0kandi \u00edm\u00f3ti grundreglunum \u00ed kappingini ella ikki, er \u00e1v\u00edsur atbur\u00f0ur framdur fyri til\u00e6tla\u00f0 at ska\u00f0a ella ikki.D\u00f3marar hava beinlei\u00f0is og \u00edt\u00f8kiliga \u00e1virkan \u00e1, hvussu \u00edtr\u00f3tturin ver\u00f0ur mentur.Ein g\u00f3\u00f0ur d\u00f3mari ger ikki mannamun, er rei\u00f0iligur, r\u00e6ttv\u00edsur, avgj\u00f8rdur og samstundis tolin.Vitan og f\u00f8rleikar hj\u00e1 einum d\u00f3mara eru l\u00edka so vir\u00f0ingarverd sum vitan og f\u00f8rleikar hj\u00e1 einum g\u00f3\u00f0um venjara ella \u00ed\u00f0kandi. \u00cdtr\u00f3tturin er r\u00e6ttiliga bundin at avrikum d\u00f3marans. D\u00f3maragerningurin krevur vir\u00f0ing.Valdst\u00f8\u00f0a d\u00f3marans kann eisini ver\u00f0a br\u00fakt at br\u00f3ta ni\u00f0ur. Ein \u00f3rei\u00f0ilgur d\u00f3mari, i\u00f0 ger mannamun, og tekur vi\u00f0 mutri, er ein beinlei\u00f0is h\u00f3ttan \u00edm\u00f3ti hugm\u00e1lum \u00edtr\u00f3ttarins. \u00cd \u00farvals\u00edtr\u00f3tti kunnu kappingar\u00farslit hava n\u00f3gv at siga, b\u00e6\u00f0i hvat vi\u00f0v\u00edkur vir\u00f0ing og f\u00edggjarligum avlei\u00f0ingum. Ein veikur d\u00f3mari kann lata seg freista av trongum egin\u00e1hugam\u00e1lum og kann vi\u00f0 at taka skeivar avger\u00f0ir oy\u00f0ileggja kappingina.<\/p>\n<p>Hesir normar sipa til atbur\u00f0 og hugbur\u00f0 hj\u00e1 t\u00ed g\u00f3\u00f0a d\u00f3maranum:\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ger ikki mannamun!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Set t\u00e6r alt\u00ed\u00f0 fyri at fremja tey avrik, sum t\u00edn \u00edtr\u00f3ttagrein krevur!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Legg fram um alt dent \u00e1 trygd og trivna\u00f0 hj\u00e1 teim \u00ed\u00f0kandi!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0V\u00eds vir\u00f0ing fyri teimum \u00ed\u00f0kandi, venjarum og vi\u00f0haldsf\u00f3lki, og ver til rei\u00f0ar at grundgeva t\u00ednar avger\u00f0ir!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Tak \u00e1byrgd fyri teimum avger\u00f0um, i\u00f0 tiknar ver\u00f0a!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Leita t\u00e6r vitan, og ver alt\u00ed\u00f0 dagf\u00f8rdur um mennngina \u00ed t\u00ednum \u00edtr\u00f3tti!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Br\u00faka ikki \u00f3kv\u00e6misor\u00f0 ella ni\u00f0randi talu um f\u00f3lk, sum eru uppi \u00ed \u00edtr\u00f3tti!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Far vi\u00f0 \u00f8llum \u00ed\u00f0kandi \u00e1 likaverdugan h\u00e1tt \u2013 sama ger kyn, h\u00fa\u00f0arlit, tj\u00f3\u00f0skaparligt, politikst og \u00e1tr\u00fana\u00f0arligt tilkn\u00fdti og kynsliga sannf\u00f8ring!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Br\u00faka aldri t\u00edtt virki sum d\u00f3mari til at r\u00f8kja egin \u00e1hugam\u00e1l, um tey ganga \u00edm\u00f3ti \u00e1hugam\u00e1lunum hj\u00e1 teim \u00ed\u00f0kandi ella \u00edtr\u00f3ttinum sum heild!<\/p>\n<h3>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur<\/h3>\n<h3>Hj\u00e1 lei\u00f0arum<\/h3>\n<p><strong>\u00cdtr\u00f3ttalei\u00f0arar hava st\u00f3ra \u00e1byrgd \u2013 sj\u00e1lvir skulu teir v\u00edsa g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0 og s\u00edggja til, at \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkini eisini v\u00edsa g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0.<\/strong><\/p>\n<p>Ein \u00edtr\u00f3ttalei\u00f0ari hevur med\u00e1byrgd fyri at skipa fyri og reka virksemi\u00f0 \u00ed felagi ella sersambandi. \u00e1 ein h\u00e1tt leggur hann grundarlagi\u00f0 undir \u00edtr\u00f3ttavirksemi\u00f0 \u00ed felagnum ella sersambandinum.Tann g\u00f3\u00f0i lei\u00f0arin s\u00e6r til, at \u00edtr\u00f3tturin er gj\u00f8gnumskygdur, r\u00e6ttv\u00edsur og byggir \u00e1 eitt \u00e1byrgdarfult f\u00edggjarligt grundarlag, og at regluverki\u00f0 er skilagott og t\u00fd\u00f0iligt.Tann g\u00f3\u00f0i lei\u00f0arin s\u00fdnir \u00e1byrgd vi\u00f0 at byggja upp eitt \u00edtr\u00f3ttavirksemi, har \u00f8ll kunnu vera uppi\u00ed, og har dentur ver\u00f0ur lagdur \u00e1 f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i, sum t\u00e6nir felagsskapinum og samfelagnum.\u00cdtr\u00f3ttalei\u00f0arin situr \u00ed starvi, har m\u00f8guleiki er fyri at misbr\u00faka myndugleikan. Vandi kann vera fyri, at egin \u00e1hugam\u00e1l koma fram um felags \u00e1hugam\u00e1l. V\u00e1naligi lei\u00f0arin misbr\u00fakar s\u00edn myndugleika fyri at vinna s\u00e6r sj\u00e1lvum fyrimunir \u00edm\u00f3ti \u00e1hugam\u00e1lunum hj\u00e1 felagnum og \u00edtr\u00f3ttinum, sum hann er settur at lei\u00f0a.<\/p>\n<p>Hesir normar, sum sipa til hugbur\u00f0 og atbur\u00f0 hj\u00e1 g\u00f3\u00f0a lei\u00f0aranum:\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Verj r\u00e6ttargildi\u00f0 hj\u00e1 felagnum\/sambandinum. Verj gj\u00f8gnumskygni\u00f0 og demokratisku vir\u00f0ini \u00ed felagnum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Tak \u00e1 teg \u00e1byrgdina av, at \u00f8ll \u00ed felagnum liva eftir formligu og etisku normunum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0 \u00f8ll sum javnmett \u2013 sama ger kyn, h\u00fa\u00f0arlit, tj\u00f3\u00f0skaparligt, politiskt og \u00e1tr\u00fanarligt tilkn\u00fdti eins og kynsliga sannf\u00f8ring!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Lat allar limirnar ver\u00f0a vi\u00f0 at taka avger\u00f0ir!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Royn og v\u00eds g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0 b\u00e6\u00f0i \u00ed \u00edtr\u00f3ttarvirkseminum og annars!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Royn at loysa \u00f3semjur skj\u00f3tt og \u00e1 r\u00e6ttv\u00edsan h\u00e1tt samb\u00e6rt reglum og mannagongdum hj\u00e1 felagnum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Gev g\u00e6tur, at t\u00fa hevur r\u00e6ttarliga \u00e1byrgd!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Fyrisit \u00edtr\u00f3ttin eftir \u00e1byrgdarfullum, f\u00edggjarligum a\u00f0alreglum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Br\u00faka aldri t\u00edtt starv sum lei\u00f0ari ella l\u00f8ntur medarbei\u00f0ari hj\u00e1 felag\/sersambandi til at fremja egin \u00e1hugam\u00e1l fram um m\u00e1lini hj\u00e1 felagnum\/sersambandinum!<\/p>\n<h3>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur<\/h3>\n<h3>Hj\u00e1 venjarum<\/h3>\n<p><strong>Sum venjari ert t\u00fa fyrimynd fyri n\u00f3gvum, og t\u00ed er ta\u00f0 t\u00fddningarmiki\u00f0, at t\u00fa v\u00edsir g\u00f3\u00f0an atbur\u00f0<\/strong><\/p>\n<p>Venjarin roynir s\u00edtt \u00edtasta at finna m\u00f8guleikarnar hj\u00e1 t\u00ed einstaka og hj\u00e1 \u00f8llum li\u00f0inum at gerast betri. Hann leggur venjingina til r\u00e6ttis, so hann \u00e1 besta h\u00e1tt kann r\u00f8kka hesum m\u00e1li. Men tann g\u00f3\u00f0i venjarin hevur eisini h\u00e6gri m\u00e1l. Hann kennir \u00edtr\u00f3ttin sum ein leikv\u00f8ll, har menniskju vaksa og mennast, har gle\u00f0i, felagsskapur og ta\u00f0 at duga sermerkja venjngar- og kappingarumhv\u00f8rvi\u00f0. Tann g\u00f3\u00f0i venjarin mennir tann \u00ed\u00f0kandi: kropsliga, s\u00e1larliga, sosialt og moralskt.Tann g\u00f3\u00f0i venjarin mennir menniskju. Eins og g\u00f3\u00f0 \u00ed\u00f0kandi hevur ein g\u00f3\u00f0ur venjari eisini g\u00e1vur. Samstarvi\u00f0 \u00edmillum tann g\u00f3\u00f0a venjaran og tann \u00ed\u00f0kandi er sermerkt vi\u00f0 t\u00ed, at ta\u00f0 eru tveir javnmettir partar, sum menna hv\u00f8r annan. T\u00f3 er venjarin ein lyklapers\u00f3nur, sum myndar hugbur\u00f0 og vir\u00f0ir hj\u00e1 t\u00ed \u00ed\u00f0kandi og li\u00f0inum, sum hann hevur \u00e1byrgdina av. T\u00ed hevur hann eisni n\u00f3gv vald. Ein \u00e1byrgdarleysur venjari misbr\u00fakar hetta vald \u00edm\u00f3ti \u00e1hugam\u00e1lunum hj\u00e1 teim \u00ed\u00f0kandi. Tann kensluleysi venjarin br\u00fakar tey \u00ed\u00f0kandi, so at hann sj\u00e1lvur vinnur fram, og fer vi\u00f0 teim hareftir.<\/p>\n<p>Hesir normar sipa til atbur\u00f0 og hugbur\u00f0 hj\u00e1 einum g\u00f3\u00f0um venjara:\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Far vi\u00f0 hv\u00f8rjum \u00ed\u00f0kandi s\u00e6r og eftir hansara fortreytum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0S\u00edggj til, at venjingar og kappingar eru h\u00f3skandi til aldur, royndir, g\u00e1vur ogb\u00faningarstig hj\u00e1 teim \u00ed\u00f0kandi!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Halt teg til reglur og normar, sum eru galdandi fyri rei\u00f0iligt sp\u00e6l \u00ed t\u00ednari \u00edtr\u00f3ttargrein!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vir\u00f0 t\u00e6r avger\u00f0ir, sum d\u00f3marar og hj\u00e1lparf\u00f3lk hava tiki\u00f0!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Tak tey \u00ed\u00f0kandi vi\u00f0 \u00ed avger\u00f0ir, sum vi\u00f0koma teimum og l\u00e6r hv\u00f8nn einstakan at taka med\u00e1byrgd fyri atbur\u00f0i og \u00edtr\u00f3ttaligari menning!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ver rei\u00f0iligur, umhyggin og \u00e6rligur vi\u00f0 tey \u00ed\u00f0kandi!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Tala uppbyggjandi vi\u00f0 tann \u00ed\u00f0kandi, og lat vera vi\u00f0 at finnast at ov neiliga!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Legg dent \u00e1 heilsuna hj\u00e1 teim \u00ed\u00f0kandi og ger ta\u00f0, at tey ikki koma \u00ed \u00f3ney\u00f0ugan heilsuvanda!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0V\u00eds teim sj\u00faku og skaddu \u00ed\u00f0kandi \u00e1huga og umsorgan!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Leita t\u00e6r samstarv og hj\u00e1lp hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum venjarum og serfr\u00f8\u00f0ingum, sum kunnu hj\u00e1lpa teim \u00ed\u00f0kandi!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Vi\u00f0urkenn, at tann \u00ed\u00f0kandi kann leita s\u00e6r r\u00e1\u00f0 og veglei\u00f0ing fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum venjarum!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0G\u00f3\u00f0tak aldri h\u00f3ttandi og valdsligan atbur\u00f0!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Slepp t\u00e6r undan at n\u00e6rkast teim \u00ed\u00f0kandi kynsliga ella vera n\u00e6skur!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0V\u00eds g\u00f3\u00f0an, s\u00f8miligan atbur\u00f0 b\u00e6\u00f0i til kappingar og uttan fyri. Gev g\u00e6tur, at t\u00fa hevur n\u00f3gv at siga sum fyrimynd!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0V\u00eds \u00ed verki, at t\u00fa ert \u00edm\u00f3ti doping og at misbr\u00faka \u00f3l\u00f3glig r\u00fasevni. V\u00eds \u00ed verki, at t\u00fa ert \u00edm\u00f3ti at br\u00faka alkohol og tubbak \u00ed sambandi vi\u00f0 \u00edtr\u00f3tt!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Javnmet \u00f8ll \u2013 uttan mun til kyn, h\u00fa\u00f0arlit, tj\u00f3\u00f0akaparligt, politiskt og \u00e1tr\u00fana\u00f0arligt tilkn\u00fdti eins og seksuella sannf\u00f8ring!\u2713\u00a0\u00a0 \u00a0Ger t\u00e6r ikki d\u00e6lt av t\u00ednum venjarayrki at fremja egin \u00e1hugam\u00e1l sum ganga \u00edm\u00f3ti \u00e1hugam\u00e1lunum hj\u00e1 teim \u00ed\u00f0kandi ella \u00edtr\u00f3ttinum!<\/p>","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya vil fegi\u00f0 ver\u00f0a vi\u00f0 og gera s\u00edtt til at b\u00f8rnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":6,"featured_media":4360,"parent":0,"menu_order":26,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","template":"","meta":{"_acf_changed":false,"_relevanssi_hide_post":"","_relevanssi_hide_content":"","_relevanssi_pin_for_all":"","_relevanssi_pin_keywords":"","_relevanssi_unpin_keywords":"","_relevanssi_related_keywords":"","_relevanssi_related_include_ids":"","_relevanssi_related_exclude_ids":"","_relevanssi_related_no_append":"","_relevanssi_related_not_related":"","_relevanssi_related_posts":"","_relevanssi_noindex_reason":"","inline_featured_image":false,"footnotes":""},"class_list":["post-4359","page","type-page","status-publish","has-post-thumbnail","hentry"],"acf":[],"yoast_head":"<!-- This site is optimized with the Yoast SEO plugin v27.5 - https:\/\/yoast.com\/product\/yoast-seo-wordpress\/ -->\n<title>G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya<\/title>\n<meta name=\"robots\" content=\"index, follow, max-snippet:-1, max-image-preview:large, max-video-preview:-1\" \/>\n<link rel=\"canonical\" href=\"https:\/\/isf.fo\/en\/godur-atburdur\/\" \/>\n<meta property=\"og:locale\" content=\"en_US\" \/>\n<meta property=\"og:type\" content=\"article\" \/>\n<meta property=\"og:title\" content=\"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"og:description\" content=\"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya vil fegi\u00f0 ver\u00f0a vi\u00f0 og gera s\u00edtt til at b\u00f8rnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi [&hellip;]\" \/>\n<meta property=\"og:url\" content=\"https:\/\/isf.fo\/en\/godur-atburdur\/\" \/>\n<meta property=\"og:site_name\" content=\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"article:publisher\" content=\"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid\" \/>\n<meta property=\"og:image\" content=\"https:\/\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\/wp-content\/uploads\/2016\/11\/30193317\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg\" \/>\n\t<meta property=\"og:image:width\" content=\"1600\" \/>\n\t<meta property=\"og:image:height\" content=\"1064\" \/>\n\t<meta property=\"og:image:type\" content=\"image\/jpeg\" \/>\n<meta name=\"twitter:card\" content=\"summary_large_image\" \/>\n<meta name=\"twitter:label1\" content=\"Est. reading time\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data1\" content=\"14 minutes\" \/>\n<script type=\"application\/ld+json\" class=\"yoast-schema-graph\">{\"@context\":\"https:\\\/\\\/schema.org\",\"@graph\":[{\"@type\":\"WebPage\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/\",\"name\":\"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\"},\"primaryImageOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/#primaryimage\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/#primaryimage\"},\"thumbnailUrl\":\"https:\\\/\\\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2016\\\/11\\\/30193317\\\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg\",\"datePublished\":\"2016-11-24T12:40:37+00:00\",\"breadcrumb\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/#breadcrumb\"},\"inLanguage\":\"en-US\",\"potentialAction\":[{\"@type\":\"ReadAction\",\"target\":[\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/\"]}]},{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/#primaryimage\",\"url\":\"https:\\\/\\\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2016\\\/11\\\/30193317\\\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2016\\\/11\\\/30193317\\\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg\",\"width\":1600,\"height\":1064},{\"@type\":\"BreadcrumbList\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/godur-atburdur\\\/#breadcrumb\",\"itemListElement\":[{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":1,\"name\":\"Home\",\"item\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\"},{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":2,\"name\":\"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur\"}]},{\"@type\":\"WebSite\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"description\":\"\",\"publisher\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\"},\"potentialAction\":[{\"@type\":\"SearchAction\",\"target\":{\"@type\":\"EntryPoint\",\"urlTemplate\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/?s={search_term_string}\"},\"query-input\":{\"@type\":\"PropertyValueSpecification\",\"valueRequired\":true,\"valueName\":\"search_term_string\"}}],\"inLanguage\":\"en-US\"},{\"@type\":\"Organization\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"logo\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"width\":618,\"height\":121,\"caption\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\"},\"sameAs\":[\"https:\\\/\\\/www.facebook.com\\\/itrottasambandid\"]}]}<\/script>\n<!-- \/ Yoast SEO plugin. -->","yoast_head_json":{"title":"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","robots":{"index":"index","follow":"follow","max-snippet":"max-snippet:-1","max-image-preview":"max-image-preview:large","max-video-preview":"max-video-preview:-1"},"canonical":"https:\/\/isf.fo\/en\/godur-atburdur\/","og_locale":"en_US","og_type":"article","og_title":"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","og_description":"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya vil fegi\u00f0 ver\u00f0a vi\u00f0 og gera s\u00edtt til at b\u00f8rnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi [&hellip;]","og_url":"https:\/\/isf.fo\/en\/godur-atburdur\/","og_site_name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","article_publisher":"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid","og_image":[{"width":1600,"height":1064,"url":"https:\/\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\/wp-content\/uploads\/2016\/11\/30193317\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg","type":"image\/jpeg"}],"twitter_card":"summary_large_image","twitter_misc":{"Est. reading time":"14 minutes"},"schema":{"@context":"https:\/\/schema.org","@graph":[{"@type":"WebPage","@id":"https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/","url":"https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/","name":"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","isPartOf":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#website"},"primaryImageOfPage":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/#primaryimage"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/#primaryimage"},"thumbnailUrl":"https:\/\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\/wp-content\/uploads\/2016\/11\/30193317\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg","datePublished":"2016-11-24T12:40:37+00:00","breadcrumb":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/#breadcrumb"},"inLanguage":"en-US","potentialAction":[{"@type":"ReadAction","target":["https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/"]}]},{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/#primaryimage","url":"https:\/\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\/wp-content\/uploads\/2016\/11\/30193317\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg","contentUrl":"https:\/\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\/wp-content\/uploads\/2016\/11\/30193317\/57c84758efe2a97529d67afc_DSC_0976.jpg","width":1600,"height":1064},{"@type":"BreadcrumbList","@id":"https:\/\/isf.fo\/godur-atburdur\/#breadcrumb","itemListElement":[{"@type":"ListItem","position":1,"name":"Home","item":"https:\/\/isf.fo\/"},{"@type":"ListItem","position":2,"name":"G\u00f3\u00f0ur atbur\u00f0ur"}]},{"@type":"WebSite","@id":"https:\/\/isf.fo\/#website","url":"https:\/\/isf.fo\/","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","description":"","publisher":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization"},"potentialAction":[{"@type":"SearchAction","target":{"@type":"EntryPoint","urlTemplate":"https:\/\/isf.fo\/?s={search_term_string}"},"query-input":{"@type":"PropertyValueSpecification","valueRequired":true,"valueName":"search_term_string"}}],"inLanguage":"en-US"},{"@type":"Organization","@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","url":"https:\/\/isf.fo\/","logo":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/","url":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","contentUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","width":618,"height":121,"caption":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/"},"sameAs":["https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid"]}]}},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/4359","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/pages"}],"about":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/types\/page"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/users\/6"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=4359"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/4359\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":4361,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/pages\/4359\/revisions\/4361"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media\/4360"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=4359"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}