{"id":13894,"date":"2026-11-19T16:45:00","date_gmt":"2026-11-19T16:45:00","guid":{"rendered":"https:\/\/isf.fo\/?p=13894"},"modified":"2026-11-19T15:12:14","modified_gmt":"2026-11-19T15:12:14","slug":"ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/isf.fo\/en\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/","title":{"rendered":"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0"},"content":{"rendered":"<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>IOC s\u00fdtir fyri, at f\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0ini sleppa at kappast \u00ed olympiskum kappingum \u00ed 2028. Ikki av \u00edtr\u00f3ttaligum ors\u00f8kum, men av r\u00edkisr\u00e6ttarligum \u00e1vum. \u00cd hesari t\u00ed\u00f0argreinini ver\u00f0ur tiki\u00f0 saman um m\u00e1li\u00f0, eisini \u00ed s\u00f8guligum h\u00f8pi.<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0ini sleppa ikki at kappast, h\u00f3ast tey sp\u00e6la seg til olympiskar kappingar \u00ed 2028.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an \u00ed svarinum fr\u00e1 IOC til \u00cdSF. Altj\u00f3\u00f0a hondb\u00f3ltssambandi\u00f0 IHF fer heldur ikki at gera meira vi\u00f0 m\u00e1li\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ors\u00f8kin er r\u00edkisr\u00e6ttarligu vi\u00f0urskiftini millum F\u00f8royar og Danmark, og hevur einki vi\u00f0 \u00edtr\u00f3tt og \u00cdSF at gera. Seinastu 30 \u00e1rini hevur IOC sum privatur felagsskapur formliga kravt, at ta\u00f0 bara eru olympiskar nevndir \u00far sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugum londum, sum altj\u00f3\u00f0a samfelagi\u00f0 hevur vi\u00f0urkent, i\u00f0 kunnu luttaka \u00ed olympiskum kappingum. Ta\u00f0 vil st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 siga, at bara lond, sum eru limir \u00ed Sameindu Tj\u00f3\u00f0um, kunnu f\u00e1a vi\u00f0urkenning.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 fundi millum umbo\u00f0 fyri IOC og \u00cdSF \u00ed Lausanne tann 10. november var sta\u00f0fest, at heldur ikki \u00ed hesum f\u00f8ri ver\u00f0ur viki\u00f0 fr\u00e1 hesum kravinum. Ein avger\u00f0, sum \u00cdSF har\u00f0liga m\u00f3tm\u00e6lir.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Uttan ford\u00f8mi<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kin til, at \u00cdSF \u00ed summar aftur setti fer\u00f0 \u00e1 arbei\u00f0i\u00f0 at f\u00e1a vi\u00f0urkenning \u00ed IOC, var, at f\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0ini kunnu skj\u00f3tt sp\u00e6la seg til eina olympiska kapping \u2013 um ikki til olympisku summarleikirnar, so til undankappingina til OL.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdtr\u00f3ttaliga er hendan st\u00f8\u00f0an so sj\u00e1ldsom, at einki samb\u00e6riligt ford\u00f8mi er fyri, hvussu fari\u00f0 ver\u00f0ur fram \u00ed m\u00e1lum av hesum slag. Einki landsli\u00f0, sum ikki hevur olympiska vi\u00f0urkenning, hevur fyrr sp\u00e6lt seg \u00ed eina olympiska kapping. \u00cd \u00f8llum f\u00f8rum ikki undir teimum olympisku reglunum, sum hava veri\u00f0 galdandi seinastu 30 \u00e1rini.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Av t\u00ed sama er hetta eitt m\u00e1l, sum \u00cdSF sj\u00e1lvandi vildi kanna n\u00e6rri og royna at \u00e1virka.&nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datgangsst\u00f8\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 IOC hevur alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0, at f\u00f8roysk \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk ikki eru for\u00f0a\u00f0 at kappast \u00ed OL, t\u00ed f\u00f8royingar kunnu sum danskir r\u00edkisborgarar luttaka \u00e1 donskum OL-landsli\u00f0um. Ta\u00f0 var eisini vi\u00f0 hesum grundarlagnum, at ta\u00f0 bar til hj\u00e1 P\u00e1li Joensen sum einstaklingi at svimja fyri Danmark undir OL \u00ed 2012 og 2016, h\u00f3ast hann svam fyri F\u00f8royar \u00ed evropameistarakappingum og heimsmeistarakappingum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd li\u00f0\u00edtr\u00f3tti ber hetta hinvegin ikki til. Serliga ikki, t\u00e1 Danmark er vi\u00f0 \u00ed somu olympisku kapping. Tvey landsli\u00f0, sum hv\u00f8r s\u00e6r eru ein samla\u00f0 eind, kunnu av g\u00f3\u00f0um grundum ikki sp\u00e6la \u00e1 einum og sama li\u00f0i.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roysku landsli\u00f0ini standa t\u00edskil til at vera \u00fatih\u00fdst fr\u00e1 olympiskum kappingum av ors\u00f8kum, sum einki hava vi\u00f0 \u00edtr\u00f3tt at gera, og ta\u00f0 heldur \u00cdSF hv\u00f8rki vera r\u00e6ttv\u00edst ella sakligt. IOC \u00e1tti sj\u00e1lvsagt \u00ed hesum f\u00f8ri at sett \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkini fremst, sum forsetin Kirsty Coventry og olympiska r\u00f8rslan annars vanliga breggja s\u00e6r av.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">IOC og IHF hava n\u00fa b\u00e6\u00f0i bo\u00f0a\u00f0 fr\u00e1, at g\u00f3\u00f0u f\u00f8roysku hondb\u00f3lts\u00farslitini ikki fara at hava vi\u00f0 s\u00e6r, at \u00cdSF f\u00e6r olympiska vi\u00f0urkenning, og serligt og sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt undantak ver\u00f0ur heldur ikki lati\u00f0 f\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0unum. Hildi\u00f0 ver\u00f0ur fast um, at olympiskar kappingar eru bara fyri tey, sum hava olympiska vi\u00f0urkenning, og at r\u00edkisr\u00e6ttarligu vi\u00f0urskiftini millum F\u00f8royar og Danmark for\u00f0a f\u00f8royskum \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkum at kappast undir egnum flaggi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 vil siga, at sp\u00e6la F\u00f8royar seg til olympiska kapping \u00ed 2028, so ver\u00f0ur pl\u00e1ssi\u00f0 \u00edsta\u00f0in lati\u00f0 n\u00e6sta li\u00f0num \u00ed r\u00f8\u00f0ini.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 ver\u00f0ur lagt afturat, at skuldi ta\u00f0 komi\u00f0 fyri, at F\u00f8royar sp\u00e6la seg \u00ed olympiska kapping, samstundis sum Danmark ikki ger ta\u00f0, so f\u00e1a F\u00f8royar h\u00f8vi\u00f0 til at kappast \u2013 undir donskum flaggi og donskum tj\u00f3\u00f0sangi og \u00ed donskum sp\u00e6lib\u00fanum. Ta\u00f0 fara \u00cdSF og HSF sj\u00e1lvsagt ikki at g\u00f3\u00f0taka.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ums\u00f3knin fr\u00e1 1984<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdSF hevur \u00ed dr\u00fagva t\u00ed\u00f0 banka\u00f0 upp \u00e1 dyrnar \u00ed IOC.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eru n\u00fa 42 \u00e1r li\u00f0in, s\u00ed\u00f0an Olympiska Nevnd F\u00f8roya vegna \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya av fyrstan t\u00ed\u00f0 f\u00f3r undir arbei\u00f0i\u00f0 at f\u00e1a vi\u00f0urkenning \u00ed IOC, og \u00cdSF hevur aftur \u00ed hesum umfari bori\u00f0 fram, at vi\u00f0ger\u00f0in av upprunaligu ums\u00f3knini \u00far F\u00f8royum ikki er n\u00f8ktandi og fullf\u00edggja\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri \u00ed stuttum at taka samanum, so v\u00e1tta\u00f0i IOC fyri m\u00f3tt\u00f8ku \u00ed mai 1984, men ta\u00f0 gekk strilti\u00f0 at vi\u00f0gera ums\u00f3knina. IOC vendi vi\u00f0 longri millumbilum aftur og ba\u00f0 um tillagingar \u00ed vi\u00f0t\u00f8kunum fyri \u00cdSF. T\u00e6r v\u00f3ru so tiknar til eftirtektar og samtyktar \u00e1 a\u00f0alfundi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd mai 1990 \u2013 seks \u00e1r eftir, at ums\u00f3knin var latin inn \u2013 kom svar fr\u00e1 IOC, at vi\u00f0t\u00f8kurnar samsvara\u00f0u n\u00fa vi\u00f0 treytirnar, sum v\u00f3ru settar \u00ed olympiska s\u00e1ttm\u00e1lanum, og at f\u00f8royska ums\u00f3knin f\u00f3r \u00ed n\u00e6stum at vera l\u00f8gd fyri limirnar at taka st\u00f8\u00f0u til.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdSF leyk um hetta mundi\u00f0 treytirnar fyri uppt\u00f8ku. Eisini r\u00edkisr\u00e6ttarliga. \u00cd teimum galdandi reglunum \u00ed 1984 fevndi hugtaki\u00f0 \u201dcountry\u201d \u00ed olympiska s\u00e1ttm\u00e1lanum eisini um landa\u00f8ki og partar av landa\u00f8kjum, sum IOC eftir egnari meting kundi vi\u00f0urkenna. Ta\u00f0 eru heldur ikki tv\u00e6r meiningar um, at F\u00f8royar alt\u00ed\u00f0 hava veri\u00f0 sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug \u00edtr\u00f3ttatj\u00f3\u00f0 uttan danska upp\u00edblanding, sum mongu f\u00f8roysku limaskapirnir \u00ed evropeiskum og altj\u00f3\u00f0a sersambondum v\u00edsa p\u00fara greitt.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd \u00e1ttati\u00e1runum h\u00f8vdu 10 lond, sum eru \u00ed l\u00edknandi r\u00edkisr\u00e6ttarligu st\u00f8\u00f0u sum F\u00f8royar, fingi\u00f0 olympiska vi\u00f0urkenning. Tey eru Bermuda (1936), Hong Kong (1951), Taivan (1960), Amerikansku Jomfr\u00faoyggjarnar (1967), Caymanoyggjarnar (1976), Bretsku Jomfr\u00faoyggjarnar (1982), Aruba (1986), Cookoyggjarnar (1986), Guam (1986) og Amerikanska S\u00e1moa (1987).&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royskur \u00edtr\u00f3ttur fekk eisini um somu t\u00ed\u00f0 vi\u00f0urkenning \u00ed \u00f8\u00f0rum olympiskum h\u00f8pi. S\u00ed\u00f0an 1984 hevur Parasport F\u00f8royar kappast \u00ed paralympisku leikunum sum sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug \u00edtr\u00f3ttatj\u00f3\u00f0 og undir Merkinum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royska ums\u00f3knin \u00ed IOC var kortini ongant\u00ed\u00f0 l\u00f8gd fyri limirnar til st\u00f8\u00f0utakan. \u00cd sta\u00f0in leg\u00f0i IOC \u00ed 1993 n\u00fdggjar politiskar treytir aftur at upprunaligu ums\u00f3knartreytunum og bi\u00f0i\u00f0 var um skjalpr\u00f3gv fyri, at F\u00f8royar v\u00f3ru sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land, sum altj\u00f3\u00f0a samfelagi\u00f0 hevur vi\u00f0urkent. T\u00e1tta\u00f0 var sostatt \u00ed hugtaki\u00f0 \u201dcountry\u201d til bara at fevna um sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug r\u00edki. Grundgevingin var, at arbeitt var vi\u00f0 broytingum \u00ed olympiska s\u00e1ttm\u00e1lanum, so bara olympiskar nevndir \u00far sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugum londum kundu f\u00e1a olympiska vi\u00f0urkenning. Hetta komst serliga av \u00f3st\u00f8\u00f0ugu og spentu vi\u00f0urskiftunum eystanfyri og \u00ed gamla Jugoslavia, har fleiri lond l\u00fdstu seg sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdSF muta\u00f0i \u00edm\u00f3ti, men l\u00edti\u00f0 batti. Vi\u00f0ger\u00f0in ste\u00f0ga\u00f0i har, og Gibraltar, Makao og Nor\u00f0aru Mariuoyggjar komu \u00ed somu st\u00f8\u00f0u sum F\u00f8royar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd januar 2004 var\u00f0 f\u00f8royska ums\u00f3knin dagf\u00f8rd vi\u00f0 r\u00fagvismiklum tilfari, har ta\u00f0 var v\u00edst \u00e1, at ums\u00f3knin fr\u00e1 1984 \u00e1tti at ganga eftir teimum treytum, sum v\u00f3ru galdandi, t\u00e1 i\u00f0 ums\u00f3knin var latin inn. Somu sj\u00f3narmi\u00f0 v\u00f3ru borin fram \u00ed 2015, t\u00e1 i\u00f0 t\u00e1verandi l\u00f8gma\u00f0ur, Kaj Leo Holm Johannesen, var \u00e1 fundi vi\u00f0 Thomas Bach, sum t\u00e1 var forseti \u00ed IOC.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Gibraltar royndi m\u00e1li\u00f0<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdtr\u00f3ttasambandi\u00f0 \u00ed Gibraltar hevur somu fatan sum \u00cdSF og stevndi IOC fyri av \u00f3r\u00f8ttum at hava for\u00f0a\u00f0 teimum \u00ed at f\u00e1a olympiska vi\u00f0urkenning. Gibraltar s\u00f8kti um vi\u00f0urkenning \u00ed 1990 og vildi hava r\u00e6ttarligan \u00farskur\u00f0 um, at mismunur var gj\u00f8rdur, og at IOC \u00e1tti at lata ums\u00f3knina ganga eftir teimum reglunum, sum v\u00f3ru galdandi, t\u00e1 i\u00f0 ums\u00f3knin var latin inn.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">R\u00e6ttarm\u00e1li\u00f0 var serliga vi\u00f0komandi fyri F\u00f8royar, t\u00ed fekk Gibraltar vi\u00f0hald, so hev\u00f0i ta\u00f0 ivaleyst eisini havt vi\u00f0 s\u00e6r, at f\u00f8royska ums\u00f3knin hev\u00f0i veri\u00f0 gingin \u00e1 m\u00f8ti.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Endaligur d\u00f3mur var sagdur \u00ed r\u00e6ttarskipanini \u00ed Sveis, har IOC hevur h\u00f8vu\u00f0ss\u00e6ti\u00f0, \u00ed februar 2012. \u00cd heyst fekk \u00cdSF ums\u00ed\u00f0ir fatur \u00ed \u00farskur\u00f0inum, sum er n\u00e6rlisin saman vi\u00f0 b\u00e6\u00f0i f\u00f8royskari serfr\u00f8\u00f0i og fraklendinginum Franck Latty, i\u00f0 er ein av fremstu l\u00f8gfr\u00f8\u00f0ingum \u00ed altj\u00f3\u00f0a og olympiskari \u00edtr\u00f3ttal\u00f3g.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">D\u00f3murin sta\u00f0festir, at IOC hev\u00f0i sum privatur felagsskapur sera v\u00ed\u00f0ar heimildir til at avgera, hv\u00f8r kundi f\u00e1a olympiska vi\u00f0urkenning eftir teimum gomlu reglunum. St\u00f8\u00f0a ver\u00f0ur ikki beinlei\u00f0is tikin til, um IOC eigur at leggja gomlu ella n\u00fdggju uppt\u00f8kureglurnar til grund fyri vi\u00f0ger\u00f0 av ums\u00f3knum, sum komu inn undan broytingunum \u00ed 1996, men ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an er, at Gibraltar hev\u00f0i ikki sj\u00e1lvvirkandi krav um vi\u00f0urkenning, h\u00f3ast gomlu reglurnar ver\u00f0a lagdar til grund. Vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum or\u00f0um hevur IOC skyldu til at siga nei eftir teimum galdandi reglunum \u00ed dag, og heimild til at nokta fyri at vi\u00f0urkenna Gibraltar eftir teimum gomlu reglunum. Ta\u00f0 vil so eisini siga, at IOC hev\u00f0i kunna\u00f0 vi\u00f0urkent Gibraltar eftir teimum gomlu reglunum, um vilji var til ta\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">IOC hevur hildi\u00f0 rimmarfast um l\u00f8gfr\u00f8\u00f0iliga avger\u00f0arr\u00e6ttin at vi\u00f0gera allar ums\u00f3knir, sum ikki eru avgreiddar, eftir uppt\u00f8kureglunum, sum hava veri\u00f0 galdandi s\u00ed\u00f0an 1996.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Leggjast kann afturat, at Cura\u00e7ao hevur sum sj\u00e1lvst\u00fdrandi landa\u00f8ki \u00ed su\u00f0urkaribiska havinum vi\u00f0 stu\u00f0li \u00far Ni\u00f0urlondum kravt at f\u00e1a olympisku vi\u00f0urkenningina, sum fyrrverandi Ni\u00f0urlendsku Antillurnar h\u00f8vdu, men ta\u00f0 var uttan \u00farslit. Eisini Makao, sum s\u00f8kti \u00ed 1989, hevur vi\u00f0 undirt\u00f8ku fr\u00e1 kinesisku stj\u00f3rnini f\u00f8rt s\u00edni sj\u00f3narmi\u00f0 fram, men ta\u00f0 hevur heldur einki broytt.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0ger\u00f0in av f\u00f8roysku ums\u00f3knini hevur onkur fr\u00e1vik, samanbori\u00f0 vi\u00f0 gibraltarisku ums\u00f3knina. \u00cdSF s\u00f8kti upprunaliga \u00ed 1984, sum er \u00e1\u00f0renn, at Aruba, Guam, Cookoyggjarnar og Amerikanska S\u00e1m\u00f3a fingu olympiska vi\u00f0urkenning. Tey eru seinastu sj\u00e1lvst\u00fdrandi \u00f8kini, i\u00f0 ikki eru sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug lond, sum sluppu innum. \u00cd r\u00e6ttarm\u00e1linum vi\u00f0 Gibraltar sigur IOC seg hava broytt praksis \u00ed 1987, h\u00f3ast uppt\u00f8kureglurnar ikki v\u00f3ru formliga broyttar fyrr enn \u00ed 1996.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">IOC grundgevur \u00ed sama vi\u00f0fangi fyri, at Gibraltar ikki hev\u00f0i stu\u00f0ul \u00far Bretlandi og Spania um at f\u00e1a sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0uga olympiska vi\u00f0urkenning \u2013 \u00e1 sama h\u00e1tt, sum danska \u00edtr\u00f3ttasambandi\u00f0 ikki stu\u00f0la\u00f0i f\u00f8roysku ums\u00f3knini \u00ed \u00e1ttati\u00e1runum. Hetta er ein beinlei\u00f0is skeiv \u00fatlegging av f\u00f8roysku ums\u00f3knini, t\u00ed \u00cdSF hev\u00f0i \u00ed 1984 og hevur framvegis stu\u00f0ul \u00far Danmark. \u00cdSF v\u00edsti eisini \u00e1 hetta \u00e1 fundinum vi\u00f0 IOC tann 10. november.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdtr\u00f3ttasambandi\u00f0 heldur fast vi\u00f0, at IOC eigur at vi\u00f0gera f\u00f8roysku ums\u00f3knina \u00e1 r\u00f8ttum grundarlagi, eisini havandi \u00ed huga, at \u00cdSF s\u00f8kti um vi\u00f0urkenning, \u00e1\u00f0renn IOC sigur seg hava broytt praksis \u00ed 1987.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00cdSF vil vi\u00f0<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdtr\u00f3ttasambandi\u00f0 F\u00f8roya heldur ta\u00f0 vera sera \u00f3r\u00edmiligt, at eitt av heimsins bestu hondb\u00f3ltslandsli\u00f0um stendur til at vera \u00fatih\u00fdst og ikki sleppur at kappast \u00ed heimsins m\u00e6tastu \u00edtr\u00f3ttakapping, h\u00f3ast li\u00f0i\u00f0 \u00e1 v\u00f8llinum livir upp til kr\u00f8vini.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eigur av r\u00f8ttum at elva til sj\u00e1lvrannsakan \u00ed olympisku r\u00f8rsluni, sum ger n\u00f3gv burtur\u00far at seta \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkini \u00ed mi\u00f0depilin. Ta\u00f0 hevur \u00cdSF gj\u00f8rt greitt \u00ed munnligum og skrivligum samskifti vi\u00f0 limir \u00ed IOC seinastu m\u00e1na\u00f0irnar \u2013 og fer eisini framhaldandi at gera ta\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Svari\u00f0 er framvegis, at f\u00f8roysk \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk eru v\u00e6lkomin til at kappast undir f\u00f8royska flagginum, um F\u00f8royar ver\u00f0a skipa\u00f0ar sum sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land. Og eftir stendur, at av r\u00edkisr\u00e6ttarligum \u00e1vum skulu F\u00f8royar ikki rokna vi\u00f0 at kappast \u00ed olympiskum kappingum \u00ed 2028. Eisini h\u00f3ast alt fer at ganga upp \u00e1 st\u00e1s hj\u00e1 f\u00f8roysku li\u00f0unum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cdSF heldur fleiri avbj\u00f3\u00f0ingar vera vi\u00f0 verandi st\u00f8\u00f0u. Ta\u00f0 er \u00f3r\u00edmiligt, at f\u00f8roysk \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk ikki kunnu taka s\u00edn \u00edtr\u00f3ttaliga samleika vi\u00f0 til OL, sum tey annars kunnu kappast undir \u00ed evropameistarakappingum og heimsmeistaraskappingum. Og fyri f\u00f8roysku landsli\u00f0ini er ta\u00f0 \u00f3tolandi, at tey vera hildin uttan fyri olympisku kappingarnar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyriuttan r\u00edkisr\u00e6ttarligu st\u00f8\u00f0una, so er ikki naka\u00f0 til hindurs fyri, at \u00cdSF sum \u00edtr\u00f3ttasamband tr\u00ednur inn \u00ed IOC. Ta\u00f0 er ein vi\u00f0urkenning og \u00e1byrgd, sum \u00cdSF vil hava og er til rei\u00f0ar til. Vi\u00f0 olympiskari vi\u00f0urkenning h\u00f8vdu \u00f8ll sersambondini, sum av somu orsk framvegis ikki f\u00e1a altj\u00f3\u00f0a limaskapir, sloppi\u00f0 framat beinanvegin, umframt at f\u00f8roysk \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk h\u00f8vdu fingi\u00f0 sj\u00e1lvsagda r\u00e6ttin til at kappast \u00ed OL undir f\u00f8royskum flaggi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Vegna IOC-arbei\u00f0sb\u00f3lkin,<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Uni Holm Johannesen<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>GONGDIN \u00cd M\u00c1LINUM<\/strong>\u00a0<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&nbsp;<br>1984 \u00cdSF sendir IOC ums\u00f3kn um sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0uga olympiska vi\u00f0urkenning&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">1985 IOC vendir aftur og bi\u00f0ur um broytingar \u00ed vi\u00f0t\u00f8kunum&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">1987 Eftir \u00e1ralangt samskifti millum \u00cdSF og IOC eru vi\u00f0t\u00f8kubroytingar samtyktar \u00e1 a\u00f0alfundi \u00ed \u00cdSF&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">1990 \u00cdSF f\u00e6r v\u00e1ttan fyri, at vi\u00f0t\u00f8kurnar samsvara vi\u00f0 olympisku grundl\u00f3gina&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">1993 IOC bi\u00f0ur \u00cdSF um skjalpr\u00f3gv fyri, at F\u00f8royar eru sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land, sum er vi\u00f0urkent av altj\u00f3\u00f0a samfelagnum&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">1996 Olympiski s\u00e1ttm\u00e1lin er formliga broyttur, so bara olympiskar nevndir \u00far sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugum londum, sum eru vi\u00f0urkend av altj\u00f3\u00f0a samfelagnum, kunnu f\u00e1a vi\u00f0urkenning&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">2004 \u00cdSF dagf\u00f8rir s\u00edna ums\u00f3kn vi\u00f0 stu\u00f0ulsbr\u00f8vum fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum nor\u00f0urlondum og bi\u00f0ur IOC vi\u00f0gera f\u00f8roysku ums\u00f3knina eftir reglunum, sum v\u00f3ru galdandi, t\u00e1 i\u00f0 ums\u00f3knin var latin inn. IOC gongur hesum ikki \u00e1 m\u00f8ti&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">2006 Brian Mikkelsen er sum danskur mentam\u00e1lar\u00e1\u00f0harri \u00e1 fundi vi\u00f0 IOC vi\u00f0 \u00e1heitan um at geva F\u00f8royum og Gr\u00f8nlandi olympiska vi\u00f0urkenning&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">2012 P\u00e1l Joensen f\u00e6r serligt undantaksloyvi at svimja fyri Danmark til OL, og kann framvegis svimja undir Merkinum til EM og HM&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">2015 Kaj Leo Holm Johannesen, l\u00f8gma\u00f0ur, hittir Thomas Bach, forseta \u00ed IOC, \u00e1 fundi \u00ed Lausanne. Ein arbei\u00f0sb\u00f3lkur ver\u00f0ur settur at greina tilgongdina \u00ed sambandi vi\u00f0 f\u00f8roysku ums\u00f3knina fr\u00e1 1984&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">2018 \u00cdSF ger aftur eina roynd at f\u00e1a olympiska vi\u00f0urkenning, eisini vi\u00f0 stu\u00f0li fr\u00e1 danska fors\u00e6tisr\u00e1\u00f0harranum Lars L\u00f8kke Rasmussen, men Thomas Bach, forseti \u00ed IOC, sigur, at ongar \u00e6tlanir er um at loyva F\u00f8royum at luttaka sum sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug tj\u00f3\u00f0&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">2026 Formansskapurin \u00ed danska F\u00f3lkatinginum sendir IOC eina almenna \u00e1heitan um at geva F\u00f8royum og Gr\u00f8nlandi olympiska vi\u00f0urkenning, men hetta ver\u00f0ur nokta\u00f0&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">2026 IOC s\u00fdtir aftur fyri at vi\u00f0gera f\u00f8roysku ums\u00f3knina eftir teimum gomlu reglunum, og m\u00f8guligt undantak ver\u00f0ur heldur ikki lati\u00f0 f\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0unum til olympiskar kappingar&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Uppt\u00f8kutreytirnar \u00ed 1984:<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">The expression \u201ccountry\u201d wherever used in these Rules shall mean any country, state, territory or part of territory which in its absolute discretion is accepted by the IOC as constituting the area of jurisdiction of a recognised NOC.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Uppt\u00f8kutreytirnar \u00ed 1996:<\/strong>&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">In the Olympic Charter, the expression \u201ccountry\u201d means an independent State recognized by the international community.&nbsp;<\/p>","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>IOC s\u00fdtir fyri, at f\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0ini sleppa at kappast \u00ed olympiskum kappingum \u00ed 2028. Ikki av \u00edtr\u00f3ttaligum ors\u00f8kum, men av [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":8,"featured_media":13895,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_acf_changed":false,"_relevanssi_hide_post":"","_relevanssi_hide_content":"","_relevanssi_pin_for_all":"","_relevanssi_pin_keywords":"","_relevanssi_unpin_keywords":"","_relevanssi_related_keywords":"","_relevanssi_related_include_ids":"","_relevanssi_related_exclude_ids":"","_relevanssi_related_no_append":"","_relevanssi_related_not_related":"","_relevanssi_related_posts":"","_relevanssi_noindex_reason":"","inline_featured_image":false,"footnotes":""},"categories":[235],"tags":[],"class_list":["post-13894","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-ioc"],"acf":[],"yoast_head":"<!-- This site is optimized with the Yoast SEO plugin v28.8 - https:\/\/yoast.com\/product\/yoast-seo-wordpress\/ -->\n<title>IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0 - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya<\/title>\n<meta name=\"robots\" content=\"index, follow, max-snippet:-1, max-image-preview:large, max-video-preview:-1\" \/>\n<link rel=\"canonical\" href=\"https:\/\/isf.fo\/en\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/\" \/>\n<meta property=\"og:locale\" content=\"en_US\" \/>\n<meta property=\"og:type\" content=\"article\" \/>\n<meta property=\"og:title\" content=\"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0 - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"og:description\" content=\"IOC s\u00fdtir fyri, at f\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0ini sleppa at kappast \u00ed olympiskum kappingum \u00ed 2028. Ikki av \u00edtr\u00f3ttaligum ors\u00f8kum, men av [&hellip;]\" \/>\n<meta property=\"og:url\" content=\"https:\/\/isf.fo\/en\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/\" \/>\n<meta property=\"og:site_name\" content=\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"article:publisher\" content=\"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid\" \/>\n<meta property=\"article:published_time\" content=\"2026-11-19T16:45:00+00:00\" \/>\n<meta name=\"author\" content=\"Andras Nols\u00f8e\" \/>\n<meta name=\"twitter:card\" content=\"summary_large_image\" \/>\n<meta name=\"twitter:label1\" content=\"Written by\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data1\" content=\"Andras Nols\u00f8e\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:label2\" content=\"Est. reading time\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data2\" content=\"12 minutes\" \/>\n<script type=\"application\/ld+json\" class=\"yoast-schema-graph\">{\"@context\":\"https:\\\/\\\/schema.org\",\"@graph\":[{\"@type\":\"Article\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/#article\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/\"},\"author\":{\"name\":\"Andras Nols\u00f8e\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/76d1c5d81d1f0d6697078cdee7a6feba\"},\"headline\":\"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0\",\"datePublished\":\"2026-11-19T16:45:00+00:00\",\"mainEntityOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/\"},\"wordCount\":2563,\"publisher\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/#primaryimage\"},\"thumbnailUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2026\\\/11\\\/ioc.avif\",\"articleSection\":[\"IOC\"],\"inLanguage\":\"en-US\"},{\"@type\":\"WebPage\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/\",\"name\":\"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0 - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\"},\"primaryImageOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/#primaryimage\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/#primaryimage\"},\"thumbnailUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2026\\\/11\\\/ioc.avif\",\"datePublished\":\"2026-11-19T16:45:00+00:00\",\"breadcrumb\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/#breadcrumb\"},\"inLanguage\":\"en-US\",\"potentialAction\":[{\"@type\":\"ReadAction\",\"target\":[\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/\"]}]},{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/#primaryimage\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2026\\\/11\\\/ioc.avif\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2026\\\/11\\\/ioc.avif\",\"width\":960,\"height\":540},{\"@type\":\"BreadcrumbList\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\\\/#breadcrumb\",\"itemListElement\":[{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":1,\"name\":\"Home\",\"item\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\"},{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":2,\"name\":\"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0\"}]},{\"@type\":\"WebSite\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"description\":\"\",\"publisher\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\"},\"potentialAction\":[{\"@type\":\"SearchAction\",\"target\":{\"@type\":\"EntryPoint\",\"urlTemplate\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/?s={search_term_string}\"},\"query-input\":{\"@type\":\"PropertyValueSpecification\",\"valueRequired\":true,\"valueName\":\"search_term_string\"}}],\"inLanguage\":\"en-US\"},{\"@type\":\"Organization\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"logo\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"width\":618,\"height\":121,\"caption\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\"},\"sameAs\":[\"https:\\\/\\\/www.facebook.com\\\/itrottasambandid\"]},{\"@type\":\"Person\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/76d1c5d81d1f0d6697078cdee7a6feba\",\"name\":\"Andras Nols\u00f8e\",\"image\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/9273eeace6b01b8154df2bf51835dcc2702210c09bbd2d02e25c681717bbc78f?s=96&d=mm&r=g\",\"url\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/9273eeace6b01b8154df2bf51835dcc2702210c09bbd2d02e25c681717bbc78f?s=96&d=mm&r=g\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/9273eeace6b01b8154df2bf51835dcc2702210c09bbd2d02e25c681717bbc78f?s=96&d=mm&r=g\",\"caption\":\"Andras Nols\u00f8e\"},\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/en\\\/author\\\/andras\\\/\"}]}<\/script>\n<!-- \/ Yoast SEO plugin. -->","yoast_head_json":{"title":"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0 - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","robots":{"index":"index","follow":"follow","max-snippet":"max-snippet:-1","max-image-preview":"max-image-preview:large","max-video-preview":"max-video-preview:-1"},"canonical":"https:\/\/isf.fo\/en\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/","og_locale":"en_US","og_type":"article","og_title":"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0 - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","og_description":"IOC s\u00fdtir fyri, at f\u00f8roysku hondb\u00f3ltslandsli\u00f0ini sleppa at kappast \u00ed olympiskum kappingum \u00ed 2028. Ikki av \u00edtr\u00f3ttaligum ors\u00f8kum, men av [&hellip;]","og_url":"https:\/\/isf.fo\/en\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/","og_site_name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","article_publisher":"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid","article_published_time":"2026-11-19T16:45:00+00:00","author":"Andras Nols\u00f8e","twitter_card":"summary_large_image","twitter_misc":{"Written by":"Andras Nols\u00f8e","Est. reading time":"12 minutes"},"schema":{"@context":"https:\/\/schema.org","@graph":[{"@type":"Article","@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/#article","isPartOf":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/"},"author":{"name":"Andras Nols\u00f8e","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/person\/76d1c5d81d1f0d6697078cdee7a6feba"},"headline":"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0","datePublished":"2026-11-19T16:45:00+00:00","mainEntityOfPage":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/"},"wordCount":2563,"publisher":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/#primaryimage"},"thumbnailUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/11\/ioc.avif","articleSection":["IOC"],"inLanguage":"en-US"},{"@type":"WebPage","@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/","url":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/","name":"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0 - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","isPartOf":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#website"},"primaryImageOfPage":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/#primaryimage"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/#primaryimage"},"thumbnailUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/11\/ioc.avif","datePublished":"2026-11-19T16:45:00+00:00","breadcrumb":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/#breadcrumb"},"inLanguage":"en-US","potentialAction":[{"@type":"ReadAction","target":["https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/"]}]},{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/#primaryimage","url":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/11\/ioc.avif","contentUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/11\/ioc.avif","width":960,"height":540},{"@type":"BreadcrumbList","@id":"https:\/\/isf.fo\/ioc-letur-ikki-hurdina-upp-fyri-isf\/#breadcrumb","itemListElement":[{"@type":"ListItem","position":1,"name":"Home","item":"https:\/\/isf.fo\/"},{"@type":"ListItem","position":2,"name":"IOC letur ikki hur\u00f0ina upp fyri \u00cdSF\u00a0"}]},{"@type":"WebSite","@id":"https:\/\/isf.fo\/#website","url":"https:\/\/isf.fo\/","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","description":"","publisher":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization"},"potentialAction":[{"@type":"SearchAction","target":{"@type":"EntryPoint","urlTemplate":"https:\/\/isf.fo\/?s={search_term_string}"},"query-input":{"@type":"PropertyValueSpecification","valueRequired":true,"valueName":"search_term_string"}}],"inLanguage":"en-US"},{"@type":"Organization","@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","url":"https:\/\/isf.fo\/","logo":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/","url":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","contentUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","width":618,"height":121,"caption":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/"},"sameAs":["https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid"]},{"@type":"Person","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/person\/76d1c5d81d1f0d6697078cdee7a6feba","name":"Andras Nols\u00f8e","image":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/9273eeace6b01b8154df2bf51835dcc2702210c09bbd2d02e25c681717bbc78f?s=96&d=mm&r=g","url":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/9273eeace6b01b8154df2bf51835dcc2702210c09bbd2d02e25c681717bbc78f?s=96&d=mm&r=g","contentUrl":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/9273eeace6b01b8154df2bf51835dcc2702210c09bbd2d02e25c681717bbc78f?s=96&d=mm&r=g","caption":"Andras Nols\u00f8e"},"url":"https:\/\/isf.fo\/en\/author\/andras\/"}]}},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13894","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/users\/8"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=13894"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13894\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":13897,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/13894\/revisions\/13897"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media\/13895"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=13894"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=13894"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=13894"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}