{"id":2148,"date":"2011-12-28T14:09:56","date_gmt":"2011-12-28T13:09:56","guid":{"rendered":"https:\/\/isf.fo\/?p=2148"},"modified":"2016-12-04T15:00:15","modified_gmt":"2016-12-04T15:00:15","slug":"nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/isf.fo\/en\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/","title":{"rendered":"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya"},"content":{"rendered":"<p><a href=\"https:\/\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/30193248\/pep-isf.jpg\"><img decoding=\"async\" class=\"alignnone size-full wp-image-2150 lazyload\" title=\"pep isf\" data-src=\"https:\/\/d21ockg4ri0hhk.cloudfront.net\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/30193248\/pep-isf.jpg\" alt=\"\" width=\"600\" height=\"345\" src=\"data:image\/svg+xml;base64,PHN2ZyB3aWR0aD0iMSIgaGVpZ2h0PSIxIiB4bWxucz0iaHR0cDovL3d3dy53My5vcmcvMjAwMC9zdmciPjwvc3ZnPg==\" style=\"--smush-placeholder-width: 600px; --smush-placeholder-aspect-ratio: 600\/345;\" \/><\/a><br \/>\n<strong>Eini v\u00f3nandi Gle\u00f0ilig J\u00f3l fyri tey flestu eru j\u00fast farin framvi\u00f0, og eitt n\u00fdtt \u00e1r stendur fyri durum. Hesa t\u00ed\u00f0ina plaga vit at l\u00edta b\u00e6\u00f0i aftur og fram\u00e1, og ta\u00f0 fari eg hervi\u00f0 at gera.<\/strong><\/p>\n<p>Eftir anna\u00f0 \u00e1ri\u00f0 sum \u00cdSF-forseti vil eg n\u00fdta h\u00f8vi at taka samanum hetta seinasta \u00e1ri\u00f0 og meta um t\u00e6r avbj\u00f3\u00f0ingar, sum standa fyri framman.<\/p>\n<p>Umframt at vera kost\u00e1r, hava g\u00f3\u00f0 \u00farslit \u00e1 \u00edtr\u00f3ttarliga \u00f8kinum sett d\u00e1m \u00e1 2011. Fyri at taka kost\u00e1ri\u00f0 fyrst, so hevur \u00cdSF \u00edgj\u00f8gnum ungd\u00f3ms- og \u00edtr\u00f3ttar\u00e1\u00f0geva okkara havt ein virknan leiklut \u00ed hesum sambandi. Millum anna\u00f0 vi\u00f0 at tilr\u00e6ttisleggja tilbo\u00f0 um at bor\u00f0rei\u00f0a vi\u00f0 heilsug\u00f3\u00f0um mati til \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lk \u00e1 stevnum og tilt\u00f8kum annars.<\/p>\n<p>Frammanundan v\u00f3ru tvey r\u00f8rslu\u00e1r, har \u00cdSF somulei\u00f0is hev\u00f0i s\u00edn virkna leiklut, og felagsskapurin fer framvegis at taka lut \u00ed og skipa fyri tilt\u00f8kum, sum f\u00e1a flest m\u00f8gulig \u00fat at r\u00f8ra seg og \u00ed\u00f0ka \u00edtr\u00f3tt.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 eru n\u00f3gvir f\u00f8royingir, sum \u00ed\u00f0ka \u00edtr\u00f3tt og r\u00f8ra seg uttan at vera limur \u00ed n\u00f8krum felag. Sum ovasti myndugleiki \u00ed \u00edtr\u00f3ttaheiminum eru vit eisini talsf\u00f3lk fyri hesi f\u00f3lkini og vilja t\u00ed stu\u00f0la og eggja \u00f8llum at r\u00f8ra seg meira, so heilsust\u00f8\u00f0an \u00ed F\u00f8royum h\u00e6kkar.<\/p>\n<p>2011 hevur ikki bert veri\u00f0 kost\u00e1r, men eisini oyggjaleika\u00e1r. \u00cd summar h\u00f8vdu vit enn eitt talsterkt li\u00f0 av \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lkum, sum lutt\u00f3ku \u00e1 leikunum \u00e1 bretsku oynni Isle of Wight \u00ed Ermasundi.<\/p>\n<p>Oyggjaleikirnir eru tann mesta t\u00fd\u00f0andi kappingin fyri breiddina av f\u00f8royskum \u00edtr\u00f3tti. Til oyggjaleikirnar \u00ed \u00c1landi \u00ed 2009 komu vit heim aftur sum tann mest vinnandi tj\u00f3\u00f0in av \u00f8llum. Hetta var eitt satt bragd og sj\u00e1lvandi torf\u00f8rt at liva upp til.<\/p>\n<p>H\u00f3ast ikki l\u00edka gott sum \u00ed 2009, so gj\u00f8rdist \u00farsliti\u00f0 \u00ed \u00e1r eisini sera gott, t\u00ed vit komu heim vi\u00f0 einum hei\u00f0ursmerkjatali, i\u00f0 gav okkum eitt samla\u00f0 4. pl\u00e1ss.<\/p>\n<p><strong>Fleiri \u00edtr\u00f3ttaranlegg mangla<\/strong><br \/>\nOyggjaleikirnir eru n\u00fa vor\u00f0nir so miki\u00f0 st\u00f3rir, at F\u00f8royar ikki eru f\u00f8rar fyri at bj\u00f3\u00f0a seg fram sum vertur fyri leikirnar, eins og vit gj\u00f8rdu \u00ed 1989, i\u00f0 var fyrsta og higartil einasta fer\u00f0in, vit hava havt leikirnar.<br \/>\nT\u00e1 hugsa\u00f0 ver\u00f0ur um, at vit v\u00f3ru tann mest vinnandi tj\u00f3\u00f0in \u00e1 leikunum \u00ed \u00c1landi \u00ed 2009, og aftur \u00ed \u00e1r st\u00f3\u00f0u okkum sera v\u00e6l, er ta\u00f0 heldur \u00fassaligt, at vit ikki kunnu bj\u00f3\u00f0a okkum fram at f\u00e1a leikirnar hendanvegin.<\/p>\n<p>Hetta er ein sannroynd, h\u00f3ast vit leingi hava kent treytirnar fyri at h\u00fdsa oyggjaleikum. Vegna \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya skal eg gera greitt, at st\u00f8rsta ynski okkara er at kunna ver\u00f0a vertur fyri oyggjaleikirnar \u00ed n\u00e6rmastu framt\u00ed\u00f0. Men ta\u00f0 krevur, at politiska baklandi\u00f0 stu\u00f0lar og er til rei\u00f0ar at hj\u00e1lpa okkum vi\u00f0 at skapa fortreytirnar fyri hesum.<\/p>\n<p>Ein avger\u00f0andi treyt fyri at bj\u00f3\u00f0a okkum fram er, at \u00e1v\u00eds \u00edtr\u00f3ttaranlegg ver\u00f0a gj\u00f8rd. Tey eru fyrst og fremst til golf, tennis, bogasktj\u00f3ting og byrsuskj\u00f3ting. Somulei\u00f0is skal ein loysn finnast \u00e1, hvussu vit kunnu h\u00fdsa \u00f8llum teimum 2.500 til 3.500 \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkum, lei\u00f0arum, fjepparum og t\u00ed\u00f0indaf\u00f3lkum, sum koma til sl\u00edkar leikir.<\/p>\n<p><strong>Fram\u00farskarandi einstaklingur<\/strong><br \/>\nH\u00f3ast oyggjaleikirnir eru av st\u00f8rsta t\u00fddningi, so er ta\u00f0 ein \u00edtr\u00f3ttargrein og ein einstaklingur, sum hevur skara\u00f0 fram\u00far seinnu \u00e1rini. Ongant\u00ed\u00f0 \u00e1\u00f0ur hava F\u00f8royar veri\u00f0 umbo\u00f0a\u00f0ar og vunni\u00f0 \u00e1 so h\u00f8gum st\u00f8\u00f0i, sum \u00farm\u00e6lingurin \u00far V\u00e1gi, P\u00e1l Joensen, hevur megna\u00f0.<\/p>\n<p>Umframt fleiri onnur g\u00f3\u00f0 \u00farslit \u00ed \u00e1r, so er ta\u00f0 serliga eitt \u00farslit, sum stendur eftir \u00ed 2011. Nevniliga landadysturin millum Evropa og USA, har P\u00e1l vann og setti n\u00fdtt nor\u00f0urlendskt met \u00e1 800 metrum. Fantastiskt, mugu vit bara sta\u00f0festa.<\/p>\n<p>\u00cdSF roynir vi\u00f0 serst\u00f8ku j\u00e1ttanini til \u00farvals\u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk at geva P\u00e1li Joensen so g\u00f3\u00f0ar umst\u00f8\u00f0ur sum gj\u00f8rligt, so fyrireikingarnar til t\u00e6r st\u00f3ru nor\u00f0urlendsku, evropeisku og heimsmeistarakappingarnar ver\u00f0a best m\u00f8guligar.<\/p>\n<p>Ein partur av j\u00e1ttanini fer eisini til at stimbra onnur evnar\u00edk f\u00f8roysk \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk vi\u00f0 at bj\u00f3\u00f0a teimum skei\u00f0 av ymsum slagi og eitt umhv\u00f8rvi, har tey ver\u00f0a eggja\u00f0i til at geva ta\u00f0, sum skal til fyri at hava m\u00f8guleika at koma eins langt og P\u00e1l Joensen longu er komin.<\/p>\n<p>Tann st\u00f8rsta avbj\u00f3\u00f0ingin hj\u00e1 f\u00f8royskari svimjing og \u00edtr\u00f3tti sum heild, eru olympisku leikirnir \u00ed London \u00ed 2012. T\u00edverri er ta\u00f0 ikki enn eydnast okkum at \u00fatvega \u00cdSF og F\u00f8royum sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugan limaskap \u00ed altj\u00f3\u00f0a olympisku nevndini, og t\u00ed er ikki m\u00f8guleiki hj\u00e1 f\u00f8royskum \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkum at luttaka sum f\u00f8royingar \u00ed hesi heimsins st\u00f8rstu \u00edtr\u00f3ttakapping.<\/p>\n<p>\u00cdSF hevur t\u00ed gj\u00f8rt eina samstarvsavtalu vi\u00f0 donsku olympisku nevndina um, at P\u00e1l kann gerast ein partur av danska svimjili\u00f0num, sum fer til London, um hann annars megnar kravt\u00ed\u00f0irnar. H\u00f3ast hetta ikki er best m\u00f8guligt fyri P\u00e1l Joensen og okkum sum \u00edtr\u00f3ttartj\u00f3\u00f0, so hava vit kortini tryggja\u00f0 okkum, at hann kann luttaka sum f\u00f8royingur \u00ed danksa h\u00f3pinum. Ta\u00f0 er h\u00f3ast alt ta\u00f0 t\u00fddningarmesta fyri hann sum \u00ed\u00f0kara, at hann sleppur vi\u00f0 til OL, t\u00e1 n\u00fa umst\u00f8\u00f0urnar eru, sum t\u00e6r eru. Vit fara t\u00f3 at halda \u00e1fram \u00ed strembanini eftir sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugum limaskapi \u00ed IOC.<\/p>\n<p><strong>St\u00f8rri j\u00e1ttan krevst<\/strong><br \/>\nSum hj\u00e1 so n\u00f3gvum \u00f8\u00f0rum, hevur j\u00e1ttanin til \u00cdSF seinnu \u00e1rini sta\u00f0i\u00f0 \u00ed sta\u00f0 og ennt\u00e1 veri\u00f0 skerd vi\u00f0 200.000 kr\u00f3num \u00ed \u00e1r. S\u00e6\u00f0 \u00ed lj\u00f3sinum av, at limatali\u00f0 er vaksi\u00f0, og kostna\u00f0arst\u00f8\u00f0i\u00f0 h\u00e6kka\u00f0, er hv\u00f8r kr\u00f3na munandi minni verd, enn hon var fyri bert f\u00e1um f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani.<\/p>\n<p>T\u00ed er ta\u00f0 av alst\u00f3rum t\u00fddningi, at \u00cdSF f\u00e6r h\u00e6kka\u00f0a j\u00e1ttan \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini fyri 2012 og \u00e1rini framyvir. Ikki minst s\u00e6\u00f0 \u00ed lj\u00f3sinum av, at f\u00edggjart\u00f8rvurin er vaksin, me\u00f0an okkara sponsorf\u00edggja\u00f0a virksemi er minkandi. Ta\u00f0 er t\u00ed sera t\u00fddningarmiki\u00f0, at L\u00f8gtingi\u00f0 s\u00e6r vi\u00f0 v\u00e6lvild upp \u00e1 eina h\u00e6kking av j\u00e1ttanini.<\/p>\n<p>Ein bati var ta\u00f0 t\u00f3, at l\u00f3gin um mvg-afturbering \u00ed sambandi vi\u00f0 bygging av verkl\u00f8gum kom, men hetta er ikki n\u00f3g miki\u00f0.<\/p>\n<p>Meirvir\u00f0isgjaldi\u00f0 er sera tyngjandi fyri lokalfel\u00f8gini og sersambondini, i\u00f0 gjalda MVG av flestu \u00fatrei\u00f0slum. Til d\u00f8mis av olju, el, \u00fatger\u00f0, vinningi \u00ed sambandi vi\u00f0 bingo, l\u00fdsingum, \u00edtr\u00f3ttarkl\u00e6\u00f0um, \u00fatger\u00f0 og \u00f8\u00f0rum.<br \/>\n\u00cdSF v\u00f3nar, at L\u00f8gtingi\u00f0 f\u00e6r samtykt eina broyting \u00ed mvg-l\u00f3gini, so vit f\u00e1a eina skipan, i\u00f0 eitt n\u00fa tann \u00ed Noregi, har norsk \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8g f\u00e1a endurrinda\u00f0 goldi\u00f0 mvg.<\/p>\n<p>Komandi oyggjaleikirnir \u00e1 Bermuda vera \u00f3gvuliga kostna\u00f0artungir. Fyri at kunna v\u00edsa flaggi\u00f0 har yviri og ikki minst v\u00edsa, at vit meina naka\u00f0 vi\u00f0 at bj\u00f3\u00f0a okkum fram sum vertir fyri leikunum, er j\u00e1ttan \u00e1 l\u00f8gtingsf\u00edggjarl\u00f3gini ein sj\u00e1lvs\u00f8gd fyritreyt.<\/p>\n<p>T\u00ed \u00e1ttu vit longu n\u00fa fr\u00e1 almennari s\u00ed\u00f0u at sett pening av til at fyrireika vertskapin, t\u00ed ta\u00f0 fer sj\u00e1lvandi at kosta nakrar milli\u00f3nir kr\u00f3nur at fyrireika og skipa fyri leikinum.<\/p>\n<p>Vert er at leggja okkum \u00ed geyma, at b\u00e6\u00f0i landskassin, handilsl\u00edv og anna\u00f0 sj\u00e1lvandi f\u00edggjarliga f\u00e6r fitt burtur \u00far leikunum \u00ed og vi\u00f0, at n\u00f3gvir gestir koma hendanvegin og leggja pening eftir seg. Hetta er sostatt ikki n\u00f8kur \u00fatrei\u00f0sla fyri samfelagi\u00f0. Heldur tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti.<\/p>\n<p><strong>Betri stu\u00f0ul til \u00farvals\u00edtr\u00f3tt<\/strong><br \/>\nSkulu vit gera okkum v\u00f3nir um at s\u00edggjast enn meira aftur \u00e1 altj\u00f3\u00f0a \u00edtr\u00f3ttapallinum \u00ed framt\u00ed\u00f0ini, mugu vit bakka upp tey \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk, i\u00f0 hava evni, vilja og velja \u00edtr\u00f3ttalei\u00f0ina. Hetta kann r\u00f8kkast vi\u00f0 at gera eina skipan, i\u00f0 hevur til endam\u00e1ls at menna f\u00f8royska \u00farvals\u00edtr\u00f3tt \u00e1 vir\u00f0iligan h\u00e1tt.<\/p>\n<p>T\u00ed er ney\u00f0ugt vi\u00f0 h\u00e6gri j\u00e1ttan enn t\u00e6r 600.000 kr\u00f3nurnar, sum vit hava fingi\u00f0 seinastu \u00e1rini. Hendan upph\u00e6ddin r\u00f8kkur n\u00e6rum bert til ein pers\u00f3n, nevniliga til fyrireikingarnar hj\u00e1 P\u00e1li Joensen undan OL \u00ed London komandi summar.<\/p>\n<p>Vit s\u00f8kja t\u00ed til hetta endam\u00e1li\u00f0 um eina serstaka j\u00e1ttan \u00e1 2,5 mi\u00f3. kr\u00f3nur \u00e1 l\u00f8gtingsf\u00edggjarl\u00f3gini fyri 2012 og \u00e1rini frameftir.<\/p>\n<p>M\u00edn v\u00f3n er, at eitt n\u00fa fer\u00f0avinnan av \u00e1lvara f\u00e6r eyguni upp fyri t\u00fddninginum, sum \u00edtr\u00f3ttin hevur fyri hesa so t\u00fd\u00f0andi vinnu fyri okkara land. Um vit fingu oyggjaleikirnar hendanvegin, kundi ta\u00f0 givi\u00f0 fer\u00f0avinnuni eitt tiltrongt skump fram \u00e1 lei\u00f0. Hartil eru n\u00f3gvir m\u00f8guleikar at menna hesa vinnuna \u00ed t\u00f8ttum samstarvi vi\u00f0 f\u00f8royskt \u00edtr\u00f3ttal\u00edv.<\/p>\n<p>Okkara \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lk eru j\u00fa fyrimyndarlig umbo\u00f0 fyri F\u00f8royar, t\u00e1 tey eru \u00fati. Ta\u00f0 er almenn vitan, hvussu n\u00f3gva umr\u00f8\u00f0u eitt n\u00fa f\u00f3tb\u00f3ltslandsli\u00f0i\u00f0 hevur givi\u00f0 F\u00f8royum, og sama er galdandi fyri onnur li\u00f0 og einstaklingar.<br \/>\nEin mi\u00f0v\u00eds \u00fatbygging av f\u00f8royskum \u00edtr\u00f3ttaanleggum kundi eisini veri\u00f0 eitt gott og l\u00f8nandi \u00edkast til f\u00f8royska fer\u00f0avinnu, og her hugsi eg serliga um golfbreyt og fleiri m\u00f8guleikum fyri b\u00f3ltsp\u00e6li innandura. Eisini um veturin.<\/p>\n<p><strong>Betri tilbo\u00f0 til venjara\u00fatb\u00fagvingar<\/strong><br \/>\nVit eiga alla t\u00ed\u00f0ina at stremba eftir at betra um vi\u00f0urskiftini hj\u00e1 okkara \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkum. T\u00ed fegnist eg eisini um, at r\u00e6ttilig gongd aftur er komin \u00e1 arbei\u00f0i\u00f0 vi\u00f0 at \u00fatb\u00fagva venjarar og lei\u00f0arar<br \/>\nVenjara\u00fatb\u00fagvingin er \u00e6tla\u00f0 teimum, sum ynskja at f\u00f8rleikamenna seg sum venjarar. Hetta kunnu vera \u00ed\u00f0kandi, virkandi venjarar, hj\u00e1lparf\u00f3lk ella foreldur, i\u00f0 ynskja at \u00f8kja s\u00e6r um venjarakunnleikan.<\/p>\n<p>M\u00e1li\u00f0 hj\u00e1 \u00cdSF vi\u00f0 at bj\u00f3\u00f0a felags \u00edtr\u00f3tta\u00e1st\u00f8\u00f0iliga \u00fatb\u00fagving er, at sersambondini vi\u00f0 hesum hava m\u00f8guleika fyri at bj\u00f3\u00f0a limunum \u00e1 skei\u00f0. M\u00e1li\u00f0 er somulei\u00f0is at l\u00e6tta um hj\u00e1 sersambondunum, solei\u00f0is at tey kunnu n\u00fdta s\u00edna orku til at skipa fyri skei\u00f0um um teknikk og anna\u00f0, sum er serligt fyri teirra \u00edtr\u00f3ttagrein.<br \/>\n\u00cd st\u00f8rri h\u00f8pi er m\u00e1lsetningurin at \u00fatb\u00fagva venjarar og harvi\u00f0 at tryggja dygdina \u00e1 tilbo\u00f0unum, sum sersambondini bj\u00f3\u00f0a s\u00ednum \u00ed\u00f0karum. \u00cd framt\u00ed\u00f0ini er ynskiligt vi\u00f0 fleiri g\u00f3\u00f0um og hugkveikjandi venjarum.<\/p>\n<p>\u00cdSF hevur eisini \u00e6tlanir um at skipa fyri skei\u00f0um fyri lei\u00f0arar, i\u00f0 standa \u00e1 odda fyri fel\u00f8gunum. Her ver\u00f0ur hugsa\u00f0 um, hvussu fel\u00f8g ver\u00f0a skipa\u00f0i og rikin, um uppseting av roknskapi, og hvat l\u00f3gg\u00e1van sigur um mvg, skatt, fer\u00f0aendurgjald og t\u00edl\u00edkt. M\u00edn v\u00f3n er, at hesi skei\u00f0 eisini kunnu byrja \u00ed komandi \u00e1rinum.<\/p>\n<p>At enda fari eg vegna \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya at bera eina heilsan til \u00f8ll tykkum, i\u00f0 stu\u00f0la og verja um f\u00f8royska \u00edtr\u00f3tt. Fyrst og fremst \u00ed\u00f0karar, venjarar og lei\u00f0arar, men eisini til \u00f8ll tykkum onnur, sum sj\u00e1lvbo\u00f0in gera ta\u00f0 m\u00f8guligt at reka \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8gini.<\/p>\n<p>Eg vil eisini bera eina heilsan til myndugleikarnar, sum eru vi\u00f0 til at stu\u00f0la \u00edtr\u00f3ttini. Uttan henda stu\u00f0ulin, b\u00e6\u00f0i peningaligan og moralskan, sum \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8g, einstaklingar og li\u00f0 f\u00e1a fr\u00e1 lands- og kommunalum myndugleikum, hev\u00f0i veri\u00f0 f\u00e1t\u00e6ksligt \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n<p>Somulei\u00f0is fari eg at takka \u00f8llum teimum fyrit\u00f8kunum, sum veita f\u00f8royskari \u00edtr\u00f3tt, fel\u00f8gum og einstaklingum, dyggan og alney\u00f0ugan stu\u00f0ul. Uttan hesar veitingar, hev\u00f0i arbei\u00f0i okkara veri\u00f0 n\u00e6rum \u00f3m\u00f8guligt.<\/p>\n<p>\u00cd l\u00f8tuni eru 115 \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8g skr\u00e1sett undir teimum 16 sersambondunum undir \u00cdSF, og vit hava \u00ed dag eini 12.000 limir, har av tey flestu eru \u00ed\u00f0kandi. Harvi\u00f0 er \u00cdSF n\u00f3gv tann st\u00f8rsti felagsskapur \u00ed landinum.<\/p>\n<p>Vegna \u00cdSF fari eg at ynskja \u00f8llum eitt gott og eydnuberandi n\u00fdggj\u00e1r.<\/p>\n<p><em>Petur Elias Petersen, \u00cdSF-forseti<\/em><\/p>","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Eini v\u00f3nandi Gle\u00f0ilig J\u00f3l fyri tey flestu eru j\u00fast farin framvi\u00f0, og eitt n\u00fdtt \u00e1r stendur fyri durum. Hesa t\u00ed\u00f0ina [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":6,"featured_media":0,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_acf_changed":false,"_relevanssi_hide_post":"","_relevanssi_hide_content":"","_relevanssi_pin_for_all":"","_relevanssi_pin_keywords":"","_relevanssi_unpin_keywords":"","_relevanssi_related_keywords":"","_relevanssi_related_include_ids":"","_relevanssi_related_exclude_ids":"","_relevanssi_related_no_append":"","_relevanssi_related_not_related":"","_relevanssi_related_posts":"","_relevanssi_noindex_reason":"","inline_featured_image":false,"footnotes":""},"categories":[2],"tags":[],"class_list":["post-2148","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-isf"],"acf":[],"yoast_head":"<!-- This site is optimized with the Yoast SEO plugin v27.6 - https:\/\/yoast.com\/product\/yoast-seo-wordpress\/ -->\n<title>N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya<\/title>\n<meta name=\"robots\" content=\"index, follow, max-snippet:-1, max-image-preview:large, max-video-preview:-1\" \/>\n<link rel=\"canonical\" href=\"https:\/\/isf.fo\/en\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/\" \/>\n<meta property=\"og:locale\" content=\"en_US\" \/>\n<meta property=\"og:type\" content=\"article\" \/>\n<meta property=\"og:title\" content=\"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"og:description\" content=\"Eini v\u00f3nandi Gle\u00f0ilig J\u00f3l fyri tey flestu eru j\u00fast farin framvi\u00f0, og eitt n\u00fdtt \u00e1r stendur fyri durum. Hesa t\u00ed\u00f0ina [&hellip;]\" \/>\n<meta property=\"og:url\" content=\"https:\/\/isf.fo\/en\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/\" \/>\n<meta property=\"og:site_name\" content=\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"article:publisher\" content=\"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid\" \/>\n<meta property=\"article:published_time\" content=\"2011-12-28T13:09:56+00:00\" \/>\n<meta property=\"article:modified_time\" content=\"2016-12-04T15:00:15+00:00\" \/>\n<meta property=\"og:image\" content=\"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/pep-isf.jpg\" \/>\n<meta name=\"author\" content=\"Petur Mitt\u00fan\" \/>\n<meta name=\"twitter:card\" content=\"summary_large_image\" \/>\n<meta name=\"twitter:label1\" content=\"Written by\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data1\" content=\"Petur Mitt\u00fan\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:label2\" content=\"Est. reading time\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data2\" content=\"10 minutes\" \/>\n<script type=\"application\/ld+json\" class=\"yoast-schema-graph\">{\"@context\":\"https:\\\/\\\/schema.org\",\"@graph\":[{\"@type\":\"Article\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/#article\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/\"},\"author\":{\"name\":\"Petur Mitt\u00fan\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d\"},\"headline\":\"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya\",\"datePublished\":\"2011-12-28T13:09:56+00:00\",\"dateModified\":\"2016-12-04T15:00:15+00:00\",\"mainEntityOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/\"},\"wordCount\":2011,\"commentCount\":0,\"publisher\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/#primaryimage\"},\"thumbnailUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2011\\\/12\\\/pep-isf.jpg\",\"articleSection\":[\"\u00cdSF\"],\"inLanguage\":\"en-US\"},{\"@type\":\"WebPage\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/\",\"name\":\"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\"},\"primaryImageOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/#primaryimage\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/#primaryimage\"},\"thumbnailUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2011\\\/12\\\/pep-isf.jpg\",\"datePublished\":\"2011-12-28T13:09:56+00:00\",\"dateModified\":\"2016-12-04T15:00:15+00:00\",\"breadcrumb\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/#breadcrumb\"},\"inLanguage\":\"en-US\",\"potentialAction\":[{\"@type\":\"ReadAction\",\"target\":[\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/\"]}]},{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/#primaryimage\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2011\\\/12\\\/pep-isf.jpg\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2011\\\/12\\\/pep-isf.jpg\"},{\"@type\":\"BreadcrumbList\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\\\/#breadcrumb\",\"itemListElement\":[{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":1,\"name\":\"Home\",\"item\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\"},{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":2,\"name\":\"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya\"}]},{\"@type\":\"WebSite\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"description\":\"\",\"publisher\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\"},\"potentialAction\":[{\"@type\":\"SearchAction\",\"target\":{\"@type\":\"EntryPoint\",\"urlTemplate\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/?s={search_term_string}\"},\"query-input\":{\"@type\":\"PropertyValueSpecification\",\"valueRequired\":true,\"valueName\":\"search_term_string\"}}],\"inLanguage\":\"en-US\"},{\"@type\":\"Organization\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"logo\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"width\":618,\"height\":121,\"caption\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\"},\"sameAs\":[\"https:\\\/\\\/www.facebook.com\\\/itrottasambandid\"]},{\"@type\":\"Person\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d\",\"name\":\"Petur Mitt\u00fan\",\"image\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g\",\"url\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g\",\"caption\":\"Petur Mitt\u00fan\"},\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/en\\\/author\\\/petur\\\/\"}]}<\/script>\n<!-- \/ Yoast SEO plugin. -->","yoast_head_json":{"title":"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","robots":{"index":"index","follow":"follow","max-snippet":"max-snippet:-1","max-image-preview":"max-image-preview:large","max-video-preview":"max-video-preview:-1"},"canonical":"https:\/\/isf.fo\/en\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/","og_locale":"en_US","og_type":"article","og_title":"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","og_description":"Eini v\u00f3nandi Gle\u00f0ilig J\u00f3l fyri tey flestu eru j\u00fast farin framvi\u00f0, og eitt n\u00fdtt \u00e1r stendur fyri durum. Hesa t\u00ed\u00f0ina [&hellip;]","og_url":"https:\/\/isf.fo\/en\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/","og_site_name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","article_publisher":"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid","article_published_time":"2011-12-28T13:09:56+00:00","article_modified_time":"2016-12-04T15:00:15+00:00","og_image":[{"url":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/pep-isf.jpg","type":"","width":"","height":""}],"author":"Petur Mitt\u00fan","twitter_card":"summary_large_image","twitter_misc":{"Written by":"Petur Mitt\u00fan","Est. reading time":"10 minutes"},"schema":{"@context":"https:\/\/schema.org","@graph":[{"@type":"Article","@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/#article","isPartOf":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/"},"author":{"name":"Petur Mitt\u00fan","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/person\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d"},"headline":"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya","datePublished":"2011-12-28T13:09:56+00:00","dateModified":"2016-12-04T15:00:15+00:00","mainEntityOfPage":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/"},"wordCount":2011,"commentCount":0,"publisher":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/#primaryimage"},"thumbnailUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/pep-isf.jpg","articleSection":["\u00cdSF"],"inLanguage":"en-US"},{"@type":"WebPage","@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/","url":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/","name":"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","isPartOf":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#website"},"primaryImageOfPage":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/#primaryimage"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/#primaryimage"},"thumbnailUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/pep-isf.jpg","datePublished":"2011-12-28T13:09:56+00:00","dateModified":"2016-12-04T15:00:15+00:00","breadcrumb":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/#breadcrumb"},"inLanguage":"en-US","potentialAction":[{"@type":"ReadAction","target":["https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/"]}]},{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/#primaryimage","url":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/pep-isf.jpg","contentUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2011\/12\/pep-isf.jpg"},{"@type":"BreadcrumbList","@id":"https:\/\/isf.fo\/nyggjarsheilsa-fra-itrottasambandi-foroya\/#breadcrumb","itemListElement":[{"@type":"ListItem","position":1,"name":"Home","item":"https:\/\/isf.fo\/"},{"@type":"ListItem","position":2,"name":"N\u00fdggj\u00e1rsheilsa fr\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttasambandi F\u00f8roya"}]},{"@type":"WebSite","@id":"https:\/\/isf.fo\/#website","url":"https:\/\/isf.fo\/","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","description":"","publisher":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization"},"potentialAction":[{"@type":"SearchAction","target":{"@type":"EntryPoint","urlTemplate":"https:\/\/isf.fo\/?s={search_term_string}"},"query-input":{"@type":"PropertyValueSpecification","valueRequired":true,"valueName":"search_term_string"}}],"inLanguage":"en-US"},{"@type":"Organization","@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","url":"https:\/\/isf.fo\/","logo":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/","url":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","contentUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","width":618,"height":121,"caption":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/"},"sameAs":["https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid"]},{"@type":"Person","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/person\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d","name":"Petur Mitt\u00fan","image":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g","url":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g","contentUrl":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g","caption":"Petur Mitt\u00fan"},"url":"https:\/\/isf.fo\/en\/author\/petur\/"}]}},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2148","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/users\/6"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=2148"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2148\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":4662,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/2148\/revisions\/4662"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=2148"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=2148"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=2148"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}