{"id":986,"date":"2009-05-07T10:47:03","date_gmt":"2009-05-07T09:47:03","guid":{"rendered":"https:\/\/isf.fo\/?p=986"},"modified":"2009-05-07T10:47:03","modified_gmt":"2009-05-07T09:47:03","slug":"f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/isf.fo\/en\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/","title":{"rendered":"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu &#8211; Road-showi\u00f0 av"},"content":{"rendered":"<p><em>Fr\u00e1grei\u00f0ing fr\u00e1 P\u00e1l Weihe:<\/em><\/p>\n<p>Fundirnir um landi\u00f0, sum \u00cdSF, Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 \u00ed felag skipa\u00f0u fyri eru n\u00fa av. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 v\u00e6leydna\u00f0. Byrja\u00f0 var\u00f0 \u00ed Nor\u00f0urlandah\u00fasinum 11. mars, og s\u00ed\u00f0ani var\u00f0 fari\u00f0 til Klaksv\u00edkar, Skopunar, Hovs, Toftir og S\u00f8rv\u00e1gs.<\/p>\n<p>Skr\u00e1in hevur veri\u00f0 dr\u00fagv, 2-3 t\u00edmar og n\u00f3gv f\u00f3lk hava lagt fram. Ein fastur t\u00e1ttur hevur veri\u00f0, at tey ymisku landsst\u00fdrisf\u00f3lkini hava sagt fr\u00e1 s\u00ednum hugsanum og s\u00ednum v\u00f3num \u00e1 \u00f8kinum og eisini \u00ed summum f\u00f8rum greitt fr\u00e1 s\u00ednum lyftum. Hans Pauli Str\u00f8m, heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0harri hevur greitt fr\u00e1 F\u00f3lkaheilsu\u00e6tlanini.<\/p>\n<p>Men at skapa m\u00f8guleikar hj\u00e1 f\u00f3lki at r\u00f8ra seg er ikki bara ein uppg\u00e1va hj\u00e1 Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0num, men ein felags uppg\u00e1va fyri \u00f8ll r\u00e1\u00f0ini. Kaj Leo Johannesen, l\u00f8gma\u00f0ur vil tryggja at m\u00e1lini \u00ed F\u00f3lkaheilsu\u00e6tlanini ver\u00f0a framd, og at atlit til f\u00f3lkaheilsu skulu seyra \u00edgj\u00f8gnum \u00ed \u00f8llum lutum \u00ed samfelagnum.\u00a0 Annika Olsen, landsst\u00fdriskvinna \u00ed innlendism\u00e1lum vil arbei\u00f0a fyri, at vegakervi\u00f0 ver\u00f0ur skipa\u00f0 solei\u00f0is, at ta\u00f0 ber til at s\u00fakkla, ganga og renna. Helena Dam \u00e1 Neystab\u00f8 vil arbei\u00f0a fyri, at dagstovnar og sk\u00falar skulu gera kost- og r\u00f8rslu\u00e6tlanir fyri b\u00f8rnini og um ney\u00f0ugt \u00f8kja um t\u00ed\u00f0ina \u00ed sk\u00falat\u00ed\u00f0ini, har r\u00f8rsla er \u00e1 dagsskr\u00e1nni. Eisini hava R\u00f3sa Samuelsen, landsst\u00fdriskvinna \u00ed almannam\u00e1lum og J\u00f3han Dahl, landsst\u00fdrima\u00f0ur \u00ed vinnum\u00e1lum sagt s\u00edna hugsan um, hvussu r\u00f8rsla kann fremjast innan teirra \u00f8ki.<\/p>\n<p><strong>Hv\u00ed skulu vit r\u00f8ra okkum?<\/strong><br \/>\nP\u00e1l Weihe, forma\u00f0ur \u00ed F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0num hevur \u00e1 fundunum greitt fr\u00e1 teimum l\u00e6knafr\u00f8\u00f0iligu grundgevingunum fyri at r\u00f8ra seg, og t\u00e6r eru n\u00f3gvar og g\u00f3\u00f0ar, t\u00ed r\u00f8rsla virkar upp \u00e1 n\u00f3gvar ymiskar partar av likaminum. P\u00e1l gj\u00f8rdi n\u00f3gv burtur \u00far at grei\u00f0a fr\u00e1, at ta\u00f0 at r\u00f8ra seg ikki bara er ein spurningur um at f\u00e1a v\u00f8ddarnar at n\u00fdta orku, men l\u00edka so n\u00f3gv ein spurningur um at \u201dvekja\u201d v\u00f8ddarnar, solei\u00f0is at hesir kunnu gera ymisk kemisk evni, sum ver\u00f0a latin \u00ed likami\u00f0, og sum hava gagnliga \u00e1virkan \u00e1 ymisk likamsg\u00f8gn sum t.d. \u00e6\u00f0ralagi\u00f0, livur, brisi\u00f0 og heilan.<\/p>\n<p>Eisini greiddi hann fr\u00e1, hvussu st\u00f8\u00f0an er vi\u00f0v\u00edkjandi r\u00f8rslu hj\u00e1 f\u00f8royingum. \u00cd stuttum ber til at siga, at u.l. ein tri\u00f0ingur r\u00f8rir seg l\u00edti\u00f0 og einki. Tey g\u00f3\u00f0u t\u00ed\u00f0indini eru, at bert eitt l\u00edti\u00f0 sindur av r\u00f8rslu hv\u00f8nn dag helst er n\u00f3g miki\u00f0 til at f\u00e1a meginpartin av t\u00ed g\u00f3\u00f0u \u00e1virkanina \u00e1 heilsuna, sum r\u00f8rsla kann geva. Hetta merkir samb\u00e6rt\u00a0 danska Heilsust\u00fdrinum t.d. ein h\u00e1lvan t\u00edma kvikliga gongd um dagin og harumframt p\u00f8sandi r\u00f8rslu tv\u00e6r fer\u00f0ir 20 minuttir um vikuna. Tey g\u00f3\u00f0u t\u00ed\u00f0indini eru eisini, at sj\u00e1lvt tey, sum r\u00f8ra seg l\u00edti\u00f0 og einki vi\u00f0 at r\u00f8ra seg bara eitt sindur meira, kunnu f\u00e1a ein r\u00e6ttiliga st\u00f3ran \u00e1g\u00f3\u00f0a.<\/p>\n<p><strong>Kropslig venjing og heilsa<\/strong><br \/>\nMagni Mohr, sum er \u00edtr\u00f3ttafysiologur, greiddi fr\u00e1 sambandinum millum konditi\u00f3n, t.v.s. iltuppt\u00f8kuf\u00f8rleika og v\u00e1\u00f0a fyri dey\u00f0a av ymsum ors\u00f8kum, og hann v\u00edsti \u00e1 ta serliga \u00e1hugaverda fyribrigdi\u00f0, at ta\u00f0 tykist at vera meiri umr\u00e1\u00f0andi at r\u00f8ra seg enn bert at vera kl\u00e6nur og inaktivur, t.v.s. heldur pr\u00fa\u00f0ur og virkin enn kl\u00e6nur og \u00f3virkin. Men sj\u00e1lvandi er best, um f\u00f3lk ikki viga ov n\u00f3gv og samt\u00ed\u00f0is eisini eru likamsvirkin.<\/p>\n<p>Eisini greiddi Magni Mohr fr\u00e1, at tann r\u00f8rslum\u00e1tin, i\u00f0 b\u00f8rn av s\u00e6r sj\u00e1lvum finna, tykist at vera tann mest gagnligi fyri heilsuna, t\u00ed at her eru r\u00f8rslurnar so ymiskar, og ikki bara t\u00e6r einsh\u00e1tta\u00f0u, sum t\u00e1 i\u00f0 t\u00fa t.d. bara rennur. \u00cd barnasp\u00e6li eru skj\u00f3tar r\u00f8rslur, seinar r\u00f8rslur, \u00f3v\u00e6nta\u00f0ar r\u00f8rslur o.s.fr.. Ta\u00f0 er helst henda samansetingin, sum er so g\u00f3\u00f0 fyri f\u00f3lk.<\/p>\n<p><strong>Hvat \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8gini kunnu gera<\/strong><br \/>\nUmbo\u00f0 fyri \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8gini hava s\u00ed\u00f0ani sagt fr\u00e1, hvussu \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8gini \u00edmynda s\u00e6r, at f\u00f8royingar kunnu f\u00e1a gagn av t\u00ed, sum \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8gini longu gera saman vi\u00f0 s\u00ednum limum. Her ver\u00f0ur hugsa\u00f0 um, hvussu sparkivallir o.a. kann br\u00fakast av f\u00f3lki, sum hevur \u00e1huga. Fel\u00f8gini \u00e6tla at royna at gera s\u00edtt til at f\u00e1a tey, sum als ikki r\u00f8ra seg, til at \u00ed\u00f0ka \u00edtr\u00f3tt. Tey, sum hava lagt fram fyri \u00edtr\u00f3ttafel\u00f8gini, hava veri\u00f0 S\u00f8lvi Reinert Hansen, \u00cdSF-forseti, Virgar Hvidbro, FSF, Finn Johannesen, \u00cdSF og Katrin Joensen, \u00cdSF.<\/p>\n<p><strong>B\u00fdarskipan og r\u00f8rsla<\/strong><br \/>\nD\u00e1vur Winther, sum er mentanarlei\u00f0ari \u00ed Klaksv\u00edkar kommunu, greiddi fr\u00e1, hvussu Klaksv\u00edkar kommuna hevur tiki\u00f0 til s\u00edn bo\u00f0skapin um ein sunnan l\u00edvsst\u00edl og hevur saman vi\u00f0 F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0num gj\u00f8rt ein faldara um, hvussu ta\u00f0 ber til at liva sunt \u00ed Klaksv\u00edk. Serliga hava tey gj\u00f8rt n\u00f3gv burtur \u00far at v\u00edsa klaksv\u00edkingum allar t\u00e6r egna\u00f0u gongug\u00f8turnar \u00ed b\u00fdnum og rundan um b\u00fdin. Hetta hevur samb\u00e6rt D\u00e1va bori\u00f0 r\u00edkiligan \u00e1v\u00f8kstur, t\u00ed n\u00f3gv f\u00f3lk \u00ed Klaksv\u00edk eru vi\u00f0 \u00ed teimum r\u00f8rslu\u00e1t\u00f8kum, sum n\u00fa eru regluliga eina fer\u00f0 um vikuna. Ta\u00f0 eru n\u00f3gv, sum r\u00f8ra seg b\u00e6\u00f0i innandura um veturin og uttandura \u00ed t\u00ed ve\u00f0urg\u00f3\u00f0u \u00e1rst\u00ed\u00f0ini.<\/p>\n<p><strong>Eldri og r\u00f8rsla<\/strong><br \/>\nFysioterapeuturin Benadicta Ellingsgaard og ergoterapeuturin Martha Rey\u00f0berg fr\u00e1 N\u00e6rverkinum greiddu fr\u00e1, hvussu t\u00e6r hava megna\u00f0 at gera b\u00faf\u00f3lkini \u00e1 M\u00f8rkini \u00ed Streymnesi n\u00f3gv meiri likamsvirkin og harumframt hava bj\u00f3\u00f0a\u00f0 heimab\u00fagvandi eldri f\u00f3lkum at koma \u00e1 M\u00f8rkina, men eisini til Ellisheimi\u00f0 \u00ed V\u00e1gum. T\u00e6r hava spurt f\u00f3lkini, sum luttaka, hvat teimum l\u00edktust \u00e1, og svari\u00f0 hevur veri\u00f0 sera jaligt. T\u00e6r undra seg yvir, hvussu v\u00e6l tey eldru m\u00f8ta til venjingarnar, og hvussu hugag\u00f3\u00f0 tey eru. Ta\u00f0 er t\u00fd\u00f0iligt at s\u00edggja, at summi av teimum hava gj\u00f8rt st\u00f3ra framgongd yvir lutfalsliga stutta t\u00ed\u00f0. Tankin er b\u00e6\u00f0i at styrkja, men eisini at m\u00fdkja v\u00f8ddalagi\u00f0 solei\u00f0is, at tey megna sum longst t.d. at reisa seg vi\u00f0 egnari megi og at tey ver\u00f0a so sterk, at tey ikki detta av veikleika.<\/p>\n<p><strong>R\u00f8rsla \u00e1 arbei\u00f0spl\u00e1ssum<\/strong><br \/>\nH\u00e1kun Djurhuus, stj\u00f3ri \u00e1 SEV hev\u00f0i \u00e1hugaverda framl\u00f8gu um, hvussu hann var vor\u00f0in \u00edtr\u00f3tta\u00e1huga\u00f0ur sum einstaklingur. Hetta komst heilt einfalt av, at hann kom til eitt umhv\u00f8rvi, har hini v\u00f3ru likamliga virkin, og so vildi hann vera vi\u00f0.<\/p>\n<p>Sum stj\u00f3ri \u00e1 Shell hev\u00f0i hann \u00ed fyrstuni hildi\u00f0, at hetta var eitt m\u00e1l fyri hin einstaka og ikki fyri arbei\u00f0sgevaran, men hann hev\u00f0i spakuliga broytt hugbur\u00f0, solei\u00f0is at hann \u00ed dag vil gera sum mest fyri, at tey, sum arbei\u00f0a hj\u00e1 honum, f\u00e1a h\u00f8vi at venja likami\u00f0 eisini \u00ed arbei\u00f0st\u00ed\u00f0. Tey h\u00f8vdu skipa\u00f0 fyri, at arbei\u00f0spl\u00e1ssi\u00f0 gav eitt \u00edskoyti til t.d. at fara \u00ed venjingarhallir.<\/p>\n<p>Eisini gj\u00f8rdi H\u00e1kun vart vi\u00f0, at \u00ed dagliga arbei\u00f0inum er ta\u00f0 umr\u00e1\u00f0andi at gera s\u00e6r arbei\u00f0svanar, sum bera \u00ed s\u00e6r r\u00f8rslu, t.d. at fara til gongu at tosa vi\u00f0 ein pers\u00f3n, sum t.d. situr \u00e1 eini a\u00f0rari h\u00e6dd, heldur enn bert at senda ein mail ella sms. H\u00e1kun helt eisini, at ta\u00f0 var \u00f3gvuliga sannl\u00edkt, at ta\u00f0 virki\u00f0, sum investerar \u00ed likamsvirkni hj\u00e1 medarbei\u00f0arunum, f\u00e6r ta\u00f0 aftur \u00ed produktiviteti heilt einfalt, t\u00ed trivna\u00f0urin veksur.<\/p>\n<p><strong>R\u00f8rsla hj\u00e1 b\u00f8rnum og ungum \u00ed sk\u00falum<\/strong><br \/>\n\u00d3li J\u00e1kup Joensen, fyrrverandi sk\u00falalei\u00f0ari \u00e1 Nor\u00f0sk\u00e1la-Oyrar sk\u00fala greiddi fr\u00e1 hvussu tey h\u00f8vdu roynt at fingi\u00f0 likamsvirkni innbygt \u00ed hv\u00f8nn einasta sk\u00faladag. Tey h\u00f8vdu ikki br\u00fakt kostna\u00f0armikil ting, men gj\u00f8rt ta\u00f0, sum fr\u00e1 n\u00e1tt\u00faruni l\u00e1 fyri hond. T.d. h\u00f8vdu tey fingi\u00f0 st\u00f3rar steinar \u00ed sk\u00falagar\u00f0in, og ta\u00f0 elska b\u00f8rnini at klatra \u00ed.<\/p>\n<p>Hann hevur eisini lagt merki til, at har sum s\u00fakklubreyt er til sk\u00falan, har s\u00fakkla b\u00f8rnini \u00ed og \u00far sk\u00fala, men har sum eingin s\u00fakklubreyt er, s\u00fakklar eingin, t\u00ed foreldrini av g\u00f3\u00f0um grundum s\u00fdta fyri t\u00ed.<\/p>\n<p>Eli Hentze, sk\u00falal\u00e6rari greiddi fr\u00e1 \u00e1hugaverdum tiltaki, sum Sands sk\u00fali hevur gj\u00f8rt fyri at eggja sk\u00falab\u00f8rnum at ganga ella s\u00fakkla \u00ed sk\u00fala, heldur enn at foreldrini koyra tey. Sk\u00falin hevur skipa\u00f0 fyri eini kapping, har tey, sum ganga\/s\u00fakkla oftast, kunnu vinna eina s\u00fakklu, me\u00f0an tey, sum ganga\/s\u00fakkla minni eru vi\u00f0 \u00ed lutakasti um peningag\u00e1vu.<\/p>\n<p><strong>R\u00f8rsla hj\u00e1 b\u00f8rnum \u00e1 dagstovnum<\/strong><br \/>\nT\u00f3ra Johannesen, dagstovnalei\u00f0ari greiddi\u00a0 fr\u00e1, hvussu tey h\u00f8vdu gj\u00f8rt ein \u00edtr\u00f3ttabarnagar\u00f0 \u00e1 Toftum. Tey eru so heppin at liggja t\u00e6tt vi\u00f0 \u00edtr\u00f3tta\u00f8ki, og har er lag \u00e1 manni hj\u00e1 b\u00f8rnum at vera \u00fati, og tey tyktust at st\u00f3rtr\u00edvast.<\/p>\n<p>Jakob Skaaning, pedagogur seg\u00f0i fr\u00e1 \u00fatibarnagar\u00f0inum M\u00fdrif\u00edpuni, hvussu r\u00f8rsla er ein t\u00fddningarmikil partur av degnum hj\u00e1 b\u00f8rnunum, me\u00f0an tey eru \u00e1 stovninum.<\/p>\n<p>Fr\u00ed\u00f0a Eystberg, dagstovnalei\u00f0ari greiddi fr\u00e1, hvussu barnagar\u00f0urin \u00ed Skopun arbei\u00f0ir vi\u00f0 at f\u00e1a r\u00f8rslu inn \u00ed gerandisdagin hj\u00e1 b\u00f8rnunum.<\/p>\n<p>Samanumtiki\u00f0 \u00e1hugaverdir dagar vi\u00f0 n\u00f3gvum tosi \u00ed ste\u00f0ginum vi\u00f0 ymsum \u00edt\u00f8kiligum uppskotum fr\u00e1 teimum, sum l\u00f8gdu fram, men eisini fr\u00e1 fundarf\u00f3lkinum. V\u00f3nandi fer hetta \u00e1tak at seta gongd \u00ed okkurt solei\u00f0is, at f\u00f8royingar fara at r\u00f8ra seg meir.<\/p>\n<p>N\u00e6sta \u00e1taki\u00f0 ver\u00f0ur fyrsta summardag 25. mai, t\u00e1 F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 m\u00e6lir f\u00f8royingum til, \u00ed tann mun ta\u00f0 ber til, at seta bilin og \u00ed sta\u00f0in ganga.<\/p>\n<p>P\u00e1l Weihe<br \/>\n<em>Forma\u00f0ur \u00ed F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0num<\/em><\/p>","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fr\u00e1grei\u00f0ing fr\u00e1 P\u00e1l Weihe: Fundirnir um landi\u00f0, sum \u00cdSF, Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 \u00ed felag skipa\u00f0u fyri eru n\u00fa av. Ta\u00f0 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":6,"featured_media":0,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"_acf_changed":false,"_relevanssi_hide_post":"","_relevanssi_hide_content":"","_relevanssi_pin_for_all":"","_relevanssi_pin_keywords":"","_relevanssi_unpin_keywords":"","_relevanssi_related_keywords":"","_relevanssi_related_include_ids":"","_relevanssi_related_exclude_ids":"","_relevanssi_related_no_append":"","_relevanssi_related_not_related":"","_relevanssi_related_posts":"","_relevanssi_noindex_reason":"","inline_featured_image":false,"footnotes":""},"categories":[2],"tags":[],"class_list":["post-986","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-isf"],"acf":[],"yoast_head":"<!-- This site is optimized with the Yoast SEO plugin v27.3 - https:\/\/yoast.com\/product\/yoast-seo-wordpress\/ -->\n<title>F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu - Road-showi\u00f0 av - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya<\/title>\n<meta name=\"robots\" content=\"index, follow, max-snippet:-1, max-image-preview:large, max-video-preview:-1\" \/>\n<link rel=\"canonical\" href=\"https:\/\/isf.fo\/en\/f\u00f8royar-i-r\u00f8rslu-road-showi\u00f0-av\/\" \/>\n<meta property=\"og:locale\" content=\"en_US\" \/>\n<meta property=\"og:type\" content=\"article\" \/>\n<meta property=\"og:title\" content=\"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu - Road-showi\u00f0 av - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"og:description\" content=\"Fr\u00e1grei\u00f0ing fr\u00e1 P\u00e1l Weihe: Fundirnir um landi\u00f0, sum \u00cdSF, Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 \u00ed felag skipa\u00f0u fyri eru n\u00fa av. Ta\u00f0 [&hellip;]\" \/>\n<meta property=\"og:url\" content=\"https:\/\/isf.fo\/en\/f\u00f8royar-i-r\u00f8rslu-road-showi\u00f0-av\/\" \/>\n<meta property=\"og:site_name\" content=\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\" \/>\n<meta property=\"article:publisher\" content=\"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid\" \/>\n<meta property=\"article:published_time\" content=\"2009-05-07T09:47:03+00:00\" \/>\n<meta name=\"author\" content=\"Petur Mitt\u00fan\" \/>\n<meta name=\"twitter:card\" content=\"summary_large_image\" \/>\n<meta name=\"twitter:label1\" content=\"Written by\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data1\" content=\"Petur Mitt\u00fan\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:label2\" content=\"Est. reading time\" \/>\n\t<meta name=\"twitter:data2\" content=\"9 minutes\" \/>\n<script type=\"application\/ld+json\" class=\"yoast-schema-graph\">{\"@context\":\"https:\\\/\\\/schema.org\",\"@graph\":[{\"@type\":\"Article\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/#article\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/\"},\"author\":{\"name\":\"Petur Mitt\u00fan\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d\"},\"headline\":\"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu &#8211; Road-showi\u00f0 av\",\"datePublished\":\"2009-05-07T09:47:03+00:00\",\"mainEntityOfPage\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/\"},\"wordCount\":1714,\"commentCount\":0,\"publisher\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\"},\"articleSection\":[\"\u00cdSF\"],\"inLanguage\":\"en-US\"},{\"@type\":\"WebPage\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/\",\"name\":\"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu - Road-showi\u00f0 av - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"isPartOf\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\"},\"datePublished\":\"2009-05-07T09:47:03+00:00\",\"breadcrumb\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/#breadcrumb\"},\"inLanguage\":\"en-US\",\"potentialAction\":[{\"@type\":\"ReadAction\",\"target\":[\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/\"]}]},{\"@type\":\"BreadcrumbList\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\\\/#breadcrumb\",\"itemListElement\":[{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":1,\"name\":\"Home\",\"item\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\"},{\"@type\":\"ListItem\",\"position\":2,\"name\":\"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu &#8211; Road-showi\u00f0 av\"}]},{\"@type\":\"WebSite\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#website\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"description\":\"\",\"publisher\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\"},\"potentialAction\":[{\"@type\":\"SearchAction\",\"target\":{\"@type\":\"EntryPoint\",\"urlTemplate\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/?s={search_term_string}\"},\"query-input\":{\"@type\":\"PropertyValueSpecification\",\"valueRequired\":true,\"valueName\":\"search_term_string\"}}],\"inLanguage\":\"en-US\"},{\"@type\":\"Organization\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#organization\",\"name\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/\",\"logo\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\",\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/wp-content\\\/uploads\\\/2025\\\/06\\\/ISF_Olympic-Committee-logo.png\",\"width\":618,\"height\":121,\"caption\":\"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya\"},\"image\":{\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/logo\\\/image\\\/\"},\"sameAs\":[\"https:\\\/\\\/www.facebook.com\\\/itrottasambandid\"]},{\"@type\":\"Person\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/#\\\/schema\\\/person\\\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d\",\"name\":\"Petur Mitt\u00fan\",\"image\":{\"@type\":\"ImageObject\",\"inLanguage\":\"en-US\",\"@id\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g\",\"url\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g\",\"contentUrl\":\"https:\\\/\\\/secure.gravatar.com\\\/avatar\\\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g\",\"caption\":\"Petur Mitt\u00fan\"},\"url\":\"https:\\\/\\\/isf.fo\\\/en\\\/author\\\/petur\\\/\"}]}<\/script>\n<!-- \/ Yoast SEO plugin. -->","yoast_head_json":{"title":"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu - Road-showi\u00f0 av - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","robots":{"index":"index","follow":"follow","max-snippet":"max-snippet:-1","max-image-preview":"max-image-preview:large","max-video-preview":"max-video-preview:-1"},"canonical":"https:\/\/isf.fo\/en\/f\u00f8royar-i-r\u00f8rslu-road-showi\u00f0-av\/","og_locale":"en_US","og_type":"article","og_title":"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu - Road-showi\u00f0 av - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","og_description":"Fr\u00e1grei\u00f0ing fr\u00e1 P\u00e1l Weihe: Fundirnir um landi\u00f0, sum \u00cdSF, Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og F\u00f3lkaheilsur\u00e1\u00f0i\u00f0 \u00ed felag skipa\u00f0u fyri eru n\u00fa av. Ta\u00f0 [&hellip;]","og_url":"https:\/\/isf.fo\/en\/f\u00f8royar-i-r\u00f8rslu-road-showi\u00f0-av\/","og_site_name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","article_publisher":"https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid","article_published_time":"2009-05-07T09:47:03+00:00","author":"Petur Mitt\u00fan","twitter_card":"summary_large_image","twitter_misc":{"Written by":"Petur Mitt\u00fan","Est. reading time":"9 minutes"},"schema":{"@context":"https:\/\/schema.org","@graph":[{"@type":"Article","@id":"https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/#article","isPartOf":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/"},"author":{"name":"Petur Mitt\u00fan","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/person\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d"},"headline":"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu &#8211; Road-showi\u00f0 av","datePublished":"2009-05-07T09:47:03+00:00","mainEntityOfPage":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/"},"wordCount":1714,"commentCount":0,"publisher":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization"},"articleSection":["\u00cdSF"],"inLanguage":"en-US"},{"@type":"WebPage","@id":"https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/","url":"https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/","name":"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu - Road-showi\u00f0 av - \u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","isPartOf":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#website"},"datePublished":"2009-05-07T09:47:03+00:00","breadcrumb":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/#breadcrumb"},"inLanguage":"en-US","potentialAction":[{"@type":"ReadAction","target":["https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/"]}]},{"@type":"BreadcrumbList","@id":"https:\/\/isf.fo\/f%c3%b8royar-i-r%c3%b8rslu-road-showi%c3%b0-av\/#breadcrumb","itemListElement":[{"@type":"ListItem","position":1,"name":"Home","item":"https:\/\/isf.fo\/"},{"@type":"ListItem","position":2,"name":"F\u00f8royar \u00ed r\u00f8rslu &#8211; Road-showi\u00f0 av"}]},{"@type":"WebSite","@id":"https:\/\/isf.fo\/#website","url":"https:\/\/isf.fo\/","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","description":"","publisher":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization"},"potentialAction":[{"@type":"SearchAction","target":{"@type":"EntryPoint","urlTemplate":"https:\/\/isf.fo\/?s={search_term_string}"},"query-input":{"@type":"PropertyValueSpecification","valueRequired":true,"valueName":"search_term_string"}}],"inLanguage":"en-US"},{"@type":"Organization","@id":"https:\/\/isf.fo\/#organization","name":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya","url":"https:\/\/isf.fo\/","logo":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/","url":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","contentUrl":"https:\/\/isf.fo\/wp-content\/uploads\/2025\/06\/ISF_Olympic-Committee-logo.png","width":618,"height":121,"caption":"\u00cdtr\u00f3ttasamband F\u00f8roya"},"image":{"@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/logo\/image\/"},"sameAs":["https:\/\/www.facebook.com\/itrottasambandid"]},{"@type":"Person","@id":"https:\/\/isf.fo\/#\/schema\/person\/78ac1b623dbf0ace868a5dbcdaed016d","name":"Petur Mitt\u00fan","image":{"@type":"ImageObject","inLanguage":"en-US","@id":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g","url":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g","contentUrl":"https:\/\/secure.gravatar.com\/avatar\/6f731b65ffaeb1029d9436acc96fc12c3cef9200131daa85ab7762529a25d1d2?s=96&d=mm&r=g","caption":"Petur Mitt\u00fan"},"url":"https:\/\/isf.fo\/en\/author\/petur\/"}]}},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/986","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/users\/6"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=986"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/986\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=986"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=986"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/isf.fo\/en\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=986"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}