Ítróttasamband Føroya vil fegið verða við og gera sítt til at børnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi saman við teimum, ið varða av ymisku ítróttafeløgunum, fáa eina góða byrjan og í framtíðini góða uppliving í ítrótta-umhvørvinum.

Í hesum sambandi orðaðið og staðfestið Ítróttasamband Føroya í 2008 leiðreglur um góðan atburð.

Hesar leiðreglur siga nakað um, at vit skulu fara væl um hvønn annan og hava virðing hvør fyri øðrum, so at ítrótta-umhvørvið er eitt gott og trygt umhvørvi, har øll kunnu kenna seg væl og vird og koma saman í gleði.

Feløgini kunnu t.d. saman við børnunum, teimum ungu og foreldrum/avvarandi taka evnið um góðan atburð upp við byrjan av ítróttaárinum. Hetta kann verða gjørt á felagsfundi, har leiðreglurnar verða gjøgnumgingnar, og tosað kann verða um týdningin av hesum.

Vit hava heitt á nøkur fólk innan føroyska ítróttaheimin at siga okkum frá teirra upplivingum við evnunum, sum leiðreglurnar snúgva seg um. Trýst á nøvnini hjá teimum í høgra bredda, og les hvat tey skriva.

Tak etisku leiðreglurnar niður (216 kb pdf)

Góður atburður

Hjá vaksnum íðkandi

At vísa virðing fyri mótspælarum, dómarum og hjálparfólki er eitt tað týdningarmesta, tú eigur at hava í huga á vølli.

Tey flestu íðkandi søkja tey virðir, sum liggja í ítróttinum. Í ítrótti fært tú nógvar góðar upplivingar: gleði, felagsskap, avbjóðingar, spenning, avrik og menning. Í so máta minnir ítrótturin um spæl, og aftan fyri upplivingar liggja djúpari virðir. Í ítróttinum fáa tey íðkandi ítøkiliga og beinleiðis roynt seg, hvørji tey eru, hvørjum tey kunnu røkka, og tey kunnu royna seg borin saman við onnur menniskju. Í ítróttinum kann tann íðkandi granska sín samleika og síni sermerki. Soleiðis kann ítrótturin gerast ein vígvøllur, har menniskju vaksa og mennast.
Men í ítróttinum rúmast eisini dystir og ósemjur/kreppur. Og stórar ósemjur kunnu hava niðurbrótandi avleiðingar. Kappingin kann gerast eitt stríð um at útvega sær vinning uttan fyri ítróttin: viðurkenning og fíggjarligan fyrimun.
Í kappingum kenna summi ótta fyri at tapa. Onnur gera á eirindarleysan hátt alt fyri at vinna. Soleiðis kann ítrótturin eisini gerast ein vígvøllur, har menniskju og menniskjalig virði verða vanvird/niðrað.

Hesir normar sipa til atburð og hugburð hjá teimum, sum søkja tey jaligu virðini í ítróttinum:
✓    Ger altíð tað, tú megnar!
✓    Vís sóma, annaðhvørt tú sigrar ella tapir!
✓    Halt reglur og normar fyri reiðiligum spæli í tínari ítróttargrein!
✓    Set heilsuna fremst og og slepp tær undan óneyðugum heilsuvanda!
✓    Virð avgerðir hjá dómarum og hjálparfólki!
✓    Virð, at hini eisini hava gávur, møguleikar og eru dugnalig – líka mikið kyn, húðarlit, tjóðskaparligt, politiskt ella átrúnaðarligt tilknýti eins og kynsliga sannføring!
✓    Brúka ikki ókvæmisorð og tosa ikki niðrandi um tey, sum eru uppi í ítróttinum!
✓    Samarbeið opið og ærliga við venjarar og onnur, sum stuðla tær!
✓    Tak sjálv/ur høvuðsábyrgdina fyri tínari ítróttaligu menning og tínum avrikum!
✓    Vís góðan atburð bæði í kappingum, og tá ið kappingar ikki eru. Minst til, at tú kanst vera ein fyrimynd!
✓    Góðtak aldri hóttandi ella valdsliga atferð!
✓    Ver ikki nærgongin við venjaran!
✓    Fløk teg ikki upp í dopingmisnýtslu!

Góður atburður

Hjá foreldrum

Foreldur hava ein týdningarmiklan leiklut í ítróttinum. Tað er av størsta týdningi at eggja børnum at sýna góðan atburð – samstundis sum tú sýnir góðan atburð á síðulinjuni.

✓    Minnst til, at barn títt er uppi í ítrótti fyri egna gleði og ikki tína!
✓    Tú skalt eggja barni tínum at vera við, ikki noyða tað!
✓    Tú skalt eggja barni tínum at halda seg til reglurnar og at loysa ósemjur uttan fíggindaskap ella harðskap!
✓    Stuðla og eggja øllum børnum, sum eru uppi í venjing ella kapping – ikki bert tínum egna!
✓    Verið jalig, bæði tá ið tað gongur við, og tá ið tað gongur ímóti!
✓    Halt ongantíð eitt barn fyri gjøldur og rópa ikki eftir tí, um tað ger onkran skeivleikan!
✓    Minst til, at børn læra best av fyridømum. Halt nógv um gott spæl og góð avrik hjá øllum børnum og ungum!
✓    Virð avgerðir hjá dómarum og hjálparfólki og lær børnini og tey ungu at gera tað sama!
✓    Virð sjálvbodnar venjarar, leiðarar og sjálvboðin hjálparfólk. Vóru hesi fólk ikki, hevði barn títt ikki kunnað tikið lut í venjingum og kappingum!
✓    Virð rættindi og tign hjá hvørjum einstøkum barni – sama ger kyn, húðarlit, tjóðskaparligt ella átrúnaðarligt tilknýti!

Góður atburður

Hjá børnum

Ítróttur hjá børnum skal vera fragd og stuttleiki. Tí er tað neyðugt við nøkrum leiðreglum, hvussu góður atburður hjá børnum skal vera.

Tað, sum eyðkennir góðan barna- og ungdómsítrótt er, at tey íðkandi trívast, at so nógv sum møguligt vilja vera við, at tey mennast kropsliga, sálarliga og sosialt. At læringin er lagað til aldur, menningarstig og tørv hjá tí íðkandi. At tann íðkandi skal kunna kenna, at hann tíðum megnar nakað og kennir framgongd við at verða vegleiddur og eggjaður. Venjingin leggur dent á spæl.
Yvirskipaðu málini við barna- og ungdómsítrótti eru at geva tí íðkandi møguleika fyri fjølbroyttari menning og møguleika at megna ymiskt og síðani í tannárunum møguliga at velja ávísa sergrein. Á henda hátt kann grundarlag verða lagt undir ein varandi hug at íðka ítrótt og at vera kropsliga virkin. Avrik skulu ikki verða sett fram um læring.
Tó má ásannast, at ítróttur tíverri ikki altíð verður framdur við hesum hugsjónum. Tey vaksnu kunnu hava famsøkni og kunnu seta mál uttan mun til fortreytirnar hjá teim ungu og børnunum. At velja sergrein tíðliga og venja við kapping fyri eyga kann hava óhepnar fylgjur fyri bæði kropsligu, sálarligu, sosialu og moralsku menningina. Barna- og ungdómsítrótturin hevur tørv á venjarum og leiðarum, sum hava hollar førleikar og geva teimum grundleggjandi virðunum gætur.

Hesir normar eyðkenna góðan barna- og ungdómsítrótt:
Góður atburður hjá børnum upp í 15 ár:
✓    Ger altíð títt besta!
✓    Akta altíð reglurnar og normarnar fyri reiðuligum spæli í tínari ítróttargrein!
✓    Ver við í ítrótti, tí tær dámar tað og ikki tí tey vaksnu, foreldur og venjarar vilja tað!
✓    Vís virðing fyri øllum, sum eru uppií, viðspælarum eins og mótspælarum!
✓    Ikki trætast við dómarar ella onnur hjálparfólk!
✓    Virð og ver opin og ærligur við venjarar og leiðarar, tí teir hava ábyrgd fyri tær!
✓    Lat vera við at kalla spottandi ella niðrandi. Hvørki viðspælarar, mótspælarar, dómarar, hjálparfólk, venjarar ella leiðarar!
✓    Ver móti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu vera móti tær!

Góður atburður

Hjá dómarum og hjálparfólki

Dómarar og hjálparfólk eru í lyklastøðu, tá ið tað ræður um at menna ítróttin. Tey skulu seta karmarnar fyri, hvør atburður kann verða góðtikin, og hvør ikki. Tey skulu stremba eftir at vera rættvís og reiðilig.

Týdningarmesta uppgávan hjá dómaranum er at tryggja, at kappingarítrótturin fer fram á rættvísan og reiðiligan hátt. At hugmálini hjá ítróttinum verða varðveitt. Tí hevur dómarin ein týðandi leiklut, tá ið tað ræður um at menna ítróttin. Í hvørjari einastu kapping skal dómarin seta karmar fyri, hvør atburður kann verða góðtikin, og hvør ikki. Hann skal tryggja, at kappingin fer fram á rættvísan og reiðiligan hátt. Og í hvørjari einstakari kapping skal dómarin hava vakið eyga við hugburði og virðum hjá teimum íðkandi: verða reglurnar brotnar tilætlað ella ikki, gongur ein íðkandi ímóti grundreglunum í kappingini ella ikki, er ávísur atburður framdur fyri tilætlað at skaða ella ikki.
Dómarar hava beinleiðis og ítøkiliga ávirkan á, hvussu ítrótturin verður mentur.
Ein góður dómari ger ikki mannamun, er reiðiligur, rættvísur, avgjørdur og samstundis tolin.Vitan og førleikar hjá einum dómara eru líka so virðingarverd sum vitan og førleikar hjá einum góðum venjara ella íðkandi. Ítrótturin er rættiliga bundin at avrikum dómarans. Dómaragerningurin krevur virðing.
Valdstøða dómarans kann eisini verða brúkt at bróta niður. Ein óreiðilgur dómari, ið ger mannamun, og tekur við mutri, er ein beinleiðis hóttan ímóti hugmálum ítróttarins. Í úrvalsítrótti kunnu kappingarúrslit hava nógv at siga, bæði hvat viðvíkur virðing og fíggjarligum avleiðingum. Ein veikur dómari kann lata seg freista av trongum egináhugamálum og kann við at taka skeivar avgerðir oyðileggja kappingina.

Hesir normar sipa til atburð og hugburð hjá tí góða dómaranum:
✓    Ger ikki mannamun!
✓    Set tær altíð fyri at fremja tey avrik, sum tín ítróttagrein krevur!
✓    Legg fram um alt dent á trygd og trivnað hjá teim íðkandi!
✓    Vís virðing fyri teimum íðkandi, venjarum og viðhaldsfólki, og ver til reiðar at grundgeva tínar avgerðir!
✓    Tak ábyrgd fyri teimum avgerðum, ið tiknar verða!
✓    Leita tær vitan, og ver altíð dagførdur um mennngina í tínum ítrótti!
✓    Brúka ikki ókvæmisorð ella niðrandi talu um fólk, sum eru uppi í ítrótti!
✓    Far við øllum íðkandi á likaverdugan hátt – sama ger kyn, húðarlit, tjóðskaparligt, politikst og átrúnaðarligt tilknýti og kynsliga sannføring!
✓    Brúka aldri títt virki sum dómari til at røkja egin áhugamál, um tey ganga ímóti áhugamálunum hjá teim íðkandi ella ítróttinum sum heild!

Góður atburður

Hjá leiðarum

Ítróttaleiðarar hava stóra ábyrgd – sjálvir skulu teir vísa góðan atburð og síggja til, at ítróttafólkini eisini vísa góðan atburð.

Ein ítróttaleiðari hevur medábyrgd fyri at skipa fyri og reka virksemið í felagi ella sersambandi. á ein hátt leggur hann grundarlagið undir ítróttavirksemið í felagnum ella sersambandinum.
Tann góði leiðarin sær til, at ítrótturin er gjøgnumskygdur, rættvísur og byggir á eitt ábyrgdarfult fíggjarligt grundarlag, og at regluverkið er skilagott og týðiligt.Tann góði leiðarin sýnir ábyrgd við at byggja upp eitt ítróttavirksemi, har øll kunnu vera uppií, og har dentur verður lagdur á fólkaræði, sum tænir felagsskapinum og samfelagnum.
Ítróttaleiðarin situr í starvi, har møguleiki er fyri at misbrúka myndugleikan. Vandi kann vera fyri, at egin áhugamál koma fram um felags áhugamál. Vánaligi leiðarin misbrúkar sín myndugleika fyri at vinna sær sjálvum fyrimunir ímóti áhugamálunum hjá felagnum og ítróttinum, sum hann er settur at leiða.

Hesir normar, sum sipa til hugburð og atburð hjá góða leiðaranum:
✓    Verj rættargildið hjá felagnum/sambandinum. Verj gjøgnumskygnið og demokratisku virðini í felagnum!
✓    Tak á teg ábyrgdina av, at øll í felagnum liva eftir formligu og etisku normunum!
✓    Virð øll sum javnmett – sama ger kyn, húðarlit, tjóðskaparligt, politiskt og átrúnarligt tilknýti eins og kynsliga sannføring!
✓    Lat allar limirnar verða við at taka avgerðir!
✓    Royn og vís góðan atburð bæði í ítróttarvirkseminum og annars!
✓    Royn at loysa ósemjur skjótt og á rættvísan hátt sambært reglum og mannagongdum hjá felagnum!
✓    Gev gætur, at tú hevur rættarliga ábyrgd!
✓    Fyrisit ítróttin eftir ábyrgdarfullum, fíggjarligum aðalreglum!
✓    Brúka aldri títt starv sum leiðari ella løntur medarbeiðari hjá felag/sersambandi til at fremja egin áhugamál fram um málini hjá felagnum/sersambandinum!

Góður atburður

Hjá venjarum

Sum venjari ert tú fyrimynd fyri nógvum, og tí er tað týdningarmikið, at tú vísir góðan atburð

Venjarin roynir sítt ítasta at finna møguleikarnar hjá tí einstaka og hjá øllum liðinum at gerast betri. Hann leggur venjingina til rættis, so hann á besta hátt kann røkka hesum máli. Men tann góði venjarin hevur eisini hægri mál. Hann kennir ítróttin sum ein leikvøll, har menniskju vaksa og mennast, har gleði, felagsskapur og tað at duga sermerkja venjngar- og kappingarumhvørvið. Tann góði venjarin mennir tann íðkandi: kropsliga, sálarliga, sosialt og moralskt.
Tann góði venjarin mennir menniskju. Eins og góð íðkandi hevur ein góður venjari eisini gávur. Samstarvið ímillum tann góða venjaran og tann íðkandi er sermerkt við tí, at tað eru tveir javnmettir partar, sum menna hvør annan. Tó er venjarin ein lyklapersónur, sum myndar hugburð og virðir hjá tí íðkandi og liðinum, sum hann hevur ábyrgdina av. Tí hevur hann eisni nógv vald. Ein ábyrgdarleysur venjari misbrúkar hetta vald ímóti áhugamálunum hjá teim íðkandi. Tann kensluleysi venjarin brúkar tey íðkandi, so at hann sjálvur vinnur fram, og fer við teim hareftir.

Hesir normar sipa til atburð og hugburð hjá einum góðum venjara:
✓    Far við hvørjum íðkandi sær og eftir hansara fortreytum!
✓    Síggj til, at venjingar og kappingar eru hóskandi til aldur, royndir, gávur og
búningarstig hjá teim íðkandi!
✓    Halt teg til reglur og normar, sum eru galdandi fyri reiðiligt spæl í tínari ítróttargrein!
✓    Virð tær avgerðir, sum dómarar og hjálparfólk hava tikið!
✓    Tak tey íðkandi við í avgerðir, sum viðkoma teimum og lær hvønn einstakan at taka medábyrgd fyri atburði og ítróttaligari menning!
✓    Ver reiðiligur, umhyggin og ærligur við tey íðkandi!
✓    Tala uppbyggjandi við tann íðkandi, og lat vera við at finnast at ov neiliga!
✓    Legg dent á heilsuna hjá teim íðkandi og ger tað, at tey ikki koma í óneyðugan heilsuvanda!
✓    Vís teim sjúku og skaddu íðkandi áhuga og umsorgan!
✓    Leita tær samstarv og hjálp hjá øðrum venjarum og serfrøðingum, sum kunnu hjálpa teim íðkandi!
✓    Viðurkenn, at tann íðkandi kann leita sær ráð og vegleiðing frá øðrum venjarum!
✓    Góðtak aldri hóttandi og valdsligan atburð!
✓    Slepp tær undan at nærkast teim íðkandi kynsliga ella vera næskur!
✓    Vís góðan, sømiligan atburð bæði til kappingar og uttan fyri. Gev gætur, at tú hevur nógv at siga sum fyrimynd!
✓    Vís í verki, at tú ert ímóti doping og at misbrúka ólóglig rúsevni. Vís í verki, at tú ert ímóti at brúka alkohol og tubbak í sambandi við ítrótt!
✓    Javnmet øll – uttan mun til kyn, húðarlit, tjóðakaparligt, politiskt og átrúnaðarligt tilknýti eins og seksuella sannføring!
✓    Ger tær ikki dælt av tínum venjarayrki at fremja egin áhugamál sum ganga ímóti áhugamálunum hjá teim íðkandi ella ítróttinum!