ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Undir heitinum Rørsla í Føroyum fara ÍSF og Fólkaheilsuráðið nú undir átak at fáa føroyingar at røra seg. Talan er um eina kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.

Les alt um átakið, treytir og frálíku vinningarnar her.