Á samkomu í ÍSF-húsinum mikukvøldið handaði Heðin Mortensen, forseti ÍSF, Kaj Aage Troest Heiðursskjal Poul E. Petersens sum viðurkenning fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama.

Í grundgevingunum fyri viðurkenningini segði forseti Ítróttasambandsins m.a.:

“Kaj Aage Troest hevur altíð verið ein góður fimleikari. Hann byrjaði sum ungur at gera fimleik í Havnar Fimleikafelag og hevur har vunnið manga einstaklingakappingina. Sum vaksin tók hann á seg at venja lið í felagnum, og eisini hevur hann myndað nevndina í Havnar Fimleikafelag nøkur skifti.

Seinast í 60-unum tók hann stig til saman við øðrum at seta á stovn Fimleikadeildina, og hevur hann eisini verið formaður í Føroya Fimleikasambandi nøkur ár. Alt hetta virksemi hevur verið við til at menna føroyskan fimleik.

Í 1978 var stór Norðurlendsk Fimleikastevna í Føroyum, og var Kaj Aage tá ein av fyriskiparunum. Hann hevur eisini átikið sær at venja fimleikarar til Oyggjaleikir, eins og hann hevði sín stóra leiklut, tá Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum í 1989.

Sum útbúgvin lærari fekk Kaj Aage starv á Skálafjørðinum, og flutti inn har at búgva. Um somu tíð flutti inn har ein annar lærari úr Havn, Johan Kjeld. Hann var eisini ein íðin fimleikari, og skjótt tóku teir báðir, saman við konunum Johannu og Svavu, stig til at stovna eitt fimleikafelag á Glyvrum. Hetta var í 1966, og fekk felagið navnið Fimleikafelagið STØKK. Sera væl hevur hylnast hjá hesum virkna felag. Kaj Aage var leiðari har í meir enn 20 ár, og er framvegis felagnum ein hollur stuðul.

Sigast má við røttum, at Kaj Aage Troest hevur sett síni spor í okkara fimleikasøgu, og hevur verið við til at lyfta fimleikin í Føroyum upp á tað støði, har fimleikurin er í dag.”

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð handað í fjør. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt. Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF.

Eitt, ið eykendi Poul E. Petersen, var, at hann altíð var virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum, og hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.
Stjórn og starvsnevnd ÍSF og Fimleikasambandsins og familjan vóru við á samkomuni.

Við Ítróttarkvøðu

ÍSF