Feløgini lata dyrnar upp

Á 80-ára degnum lata feløgini hurðarnar upp fyri almenninginum, tá skipað verður fyri einum sokallaðum ítróttadegi leygardagin 6. apríl 2019.

Vit vænta og vóna, at øll ítróttafeløg ‘’lata felagið upp’’. Tankin er, at feløgini hendan dagin skipa fyri onkrum tiltaki, har øll – eisini tey, ið ikki eru limir í felagnum – fáa høvi at royna seg innan tykkara ítrótt.

Tað er meiningin, at tað skal vera stuttligt og hugaligt hjá luttakarunum. Feløgini duga best sjálvi at fylla karmarnar út og finna uppá, hvørjir aktivitetir hóska seg best.

Feløgini skulu áðrenn 1. mars skriva eina lítla frágreiðing ætlaða virksemið hendan dagin. Tá ið vit hava fingið øll svarini inn, verða øll tiltøkini hjá øllum ítróttafeløgum savnaði, og síðani lýst her á síðuni.

Melda tykkara tiltak til: her