Starvsnevndin hjá ÍSF hevur sett sum mál, at í 2025 skal javnstøðulutfallið í nevndunum innan føroyskan ítrótt vera 70/30 og í 2030 skal tað vera 60/40.

Í gjár løgdu vit út, hvussu støðan sær út hjá ítróttafeløgunum (grundað á tøl hjá 82 feløgum).

Niðanfyri eru talvur, sum lýsa støðuna hjá teimum 26 starvsnevndunum í:

  • 15 sersambondum
  • 10 menningarsambondum
  • ÍSF

Hagtølini, sum vit hava brúkt til grafarnar, eru innsavnaði í apríl/mai og síggjast her: Hagtøl

Taka vit allar nevndarlimirnar samlað verður prosentparturin menn/kvinnur = 72,2/27,8 og eru vit tá stutt frá málinum fyri 2025 (70/30) og nakað langt frá málinum fyri 2030 (60/40). Tað eru t.d. 11 starvsnevndir við bert monnum.