Skrivstovufólk 1/2 tíð

Ítróttasamband Føroya søkir eftir hálvtíðar skrivstovufólki at byrja skjótast møguligt.

Okkum tørvar eitt skrivstovufólk, sum megnar at loysa okkara dagligu skrivstovu uppgávur, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.

Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar førleikar at samskifta og samstarva við ymiskar áhugapartar, so sum sersambond, almennar myndugleikar, feløg, íðkarar og onnnur.

Vit leggja dent á at umsøkjarin hevur góðar mál- og telduførleikar, hetta í mun til samskifti í síni heild, men eisini í mun til heimasíðu og sosialar miðlar.

Talan er um eitt fast hálvtíðarstarv, har arbeiðið fer fram í vanligari arbeiðstíð. Tó skal viðkomandi sum verður settur tola, at partur av arbeiðinum fer fram um kvøldið og í vikuskiftinum, eins og arbeiðsbyrðan kann verða skiftandi gjøgnum árið.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber.

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K ella sambært nærri avtalu.

Umsókn

Umsóknir skulu sendast til petur@isf.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. september 2017 kl. 12.00.

Viðmerk “Umsókn um starv” í yvirskriftini á teldupostinum.

Meiri fæst at vita

um starvið við at venda sær til Petur Mittún, aðalskrivara, fartlf. 218284 ella petur@isf.fo.