Stjórn ÍSF stovnaði í 1999 eina heiðursviðurkenning, sum er ein krossur at bera á bringuni, líkur krossinum í ÍSF-merkinum. 

Hendan viðurkenning kann latast núverandi og fyrrverandi ítróttaleiðarum. 

Stjórnin samtykti at heiðra fimm fólk fyri starv teirra føroyskum ítrótti at frama.

NavnHeitiÁr
Jógvan ArgeÍtróttafrásøgumaður og fyrrverandi forseti ÍSF2008
Hans HolmVenjari og kappingarstjóri í hondbólti eitt mannaminni2008
Tórleif SigurðssonFormaður í Fótbóltssambandi Føroya2008
Sverre MidjordVaraformaður og stjórnarlimur í ÍSF í ein mansaldur2008
Heðin MortensenForseti í ÍSF 1980-20082008
Jógvan "Egga" JensenFormaður í Parasport2020