ÍtróttaFAGNAÐURIN – heiðurslønirnar:

Heiðursskjal Poul E. Petersen

– verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið

ÍtróttaFELAGSSKAPUR

– er samband ella felag, sum hevur dirvi at droyma stórt og nýtt, kann vísa á góð úrslit, og tekur eisini breiddina við

ÍtróttaÁTAK

– er eitt átak, sum styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum

ÍtróttaFYRIMYND

– er ein íðkari, venjari, nevndarlimur, foreldur ella onkur annar, sum við sínum góða lið- og felagsanda gevur sítt íkast til, at børn, ung og/ella vaksin kunnu íðka sín ítrótt og njóta samanhaldið í lokalu feløgunum

ÍtróttaNAVN

– hevur gjørt stór framstig í síni ítróttagrein, gjørt vart við seg á altjóða støði,  og skapt frambrot í ítróttinum

  • Leiðreglur
  • Sambondini og starvsnevndin hjá ÍSF innstilla til ÍtróttaNAVNIÐ (freistin 2021 er 01.01.22)

ÍtróttaSTJØRNUSKOT

– er ungt ítróttafólk, sum hevur gjørt stór framstig í síni ítróttagrein í ár, og m.a. gjørt vart við seg á altjóða støði, umframt at hava víst menningarmøguleikar fyri at náa langt

  • Leiðreglur
  • Sambondini og starvsnevndin hjá ÍSF innstilla til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ (freistin 2021 er 01.01.22)
Nærri frágreiðing um ÍtróttaFAGNAÐIN
Yvirlit yvir vinnarar av heiðurslønunum