{"id":11246,"date":"2024-02-14T11:07:34","date_gmt":"2024-02-14T11:07:34","guid":{"rendered":"https:\/\/isf.fo\/?p=11246"},"modified":"2024-02-14T11:07:36","modified_gmt":"2024-02-14T11:07:36","slug":"vinnarar-a-itrottafagnadinum-2023","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/isf.fo\/vinnarar-a-itrottafagnadinum-2023\/","title":{"rendered":"Vinnarar \u00e1 \u00cdtr\u00f3ttaFAGNA\u00d0INUM 2023"},"content":{"rendered":"\n

Leygarkv\u00f8ldi\u00f0 10. februar var L\u00f8ksh\u00f8ll \u00ed Runav\u00edk karmur um \u00cdtr\u00f3ttaFAGNA\u00d0IN, sum \u00cdSF skipa\u00f0i fyri. Tey, i\u00f0 v\u00f3r\u00f0u tilnevnd og hei\u00f0ra\u00f0, eru b\u00e6\u00f0i \u00farm\u00e6lingar innan s\u00edna \u00edtr\u00f3ttargrein og f\u00f3lk, i\u00f0 eru savnandi og mennandi fyri f\u00f8royska \u00edtr\u00f3ttarl\u00edvi\u00f0.<\/strong><\/p>\n\n\n\n

Seks hei\u00f0ursl\u00f8nir v\u00f3r\u00f0u l\u00e6tnar, umframt Hei\u00f0ursskjal Poul E. Petersen.<\/p>\n\n\n\n

\u00cdtr\u00f3ttaNAVNI\u00d0 2023 <\/strong>gj\u00f8rdis A-landsli\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 monnum \u00ed hondb\u00f3lti.<\/p>\n\n\n\n

Gongdin \u00ed f\u00f8royskum hondb\u00f3lti hevur veri\u00f0 sera g\u00f3\u00f0 seinastu \u00e1rini. Kortini var \u00e1ri\u00f0 2023 ein markna\u00f0arsteinur, t\u00ed A-landsli\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 monnum vann s\u00e6r pl\u00e1ss \u00ed EM-endasp\u00e6linum \u00ed januar 2024. Hetta er fyrstu fer\u00f0 eitt f\u00f8royskt li\u00f0 hevur rokki\u00f0 einum endasp\u00e6li. <\/p>\n\n\n\n

Allir f\u00f8roysku leikararnir sp\u00e6la longu – ella eru \u00e1 veg at sp\u00e6la –  yrkis- ella s\u00e1ttm\u00e1lahondb\u00f3lt. M.a sp\u00e6la tveir teirra \u00ed toppli\u00f0um \u00ed Bundesliguni \u00ed T\u00fdsklandi, sum ver\u00f0ur mett at vera fremsta hondb\u00f3ltsdeildin av \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n

At eitt f\u00f8royskt A-landsli\u00f0 skuldi sp\u00e6la eitt EM endasp\u00e6l var bara fyri f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani p\u00fara \u00f3hugsandi. Fyri f\u00f8royskan hondb\u00f3lt kann t\u00fddningurin av hesum bragdi\u00f0 ikki l\u00fdsast vi\u00f0 or\u00f0um. Og fyri f\u00f8royskan \u00edtr\u00f3tt sum heild er hetta somulei\u00f0is ein \u00e1minning um t\u00fddningin av at seta s\u00e6r h\u00f8g m\u00e1l og s\u00edggja m\u00f8guleikar heldur enn for\u00f0ingar.<\/p>\n\n\n\n

Hini tilnevndu v\u00f3ru K\u00cd, besta li\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 monnum, og J\u00f3nas Gunnleivson Isaksen, rennari.<\/p>\n\n\n\n

STJ\u00d8RNUSKOTI\u00d0 2023<\/strong> gj\u00f8rdist J\u00f3nas Gunnleivsson Isaksen – 2023 var \u00e1ri\u00f0, har hann veruliga gj\u00f8rdi um seg. J\u00f3nas t\u00f3k \u00f8ll \u00e1 b\u00f3li, t\u00e1 i\u00f0 hann \u00e1 Oyggjaleikunum \u00e1 Guernsey leg\u00f0i alla m\u00f3tst\u00f8\u00f0u afturum seg og vann gull \u00ed b\u00e6\u00f0i 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet \u00e1 400 m og ivaleyst eisini \u00e1 200 m, har t\u00ed\u00f0t\u00f8kan t\u00f3 miseydna\u00f0ist.<\/p>\n\n\n\n

Men J\u00f3nas pr\u00f3gva\u00f0i t\u00f3 skj\u00f3tt, at \u00farsliti\u00f0 \u00e1 oyggjaleikum ikki var hepni. Hann sl\u00f3 av sonnum navn s\u00edtt fast, t\u00e1 hann gj\u00f8rdist Evropameistari fyri U20 vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 45,86 sek – bara 17 \u00e1ra gamal. T\u00ed\u00f0in var skj\u00f3tari enn danska U20 meti\u00f0 og vi\u00f0 henni setti hann eisini n\u00fdtt nor\u00f0urlendskt juniormet.<\/p>\n\n\n\n

Hini tilnevndu v\u00f3ru Rakel Brattal\u00ed\u00f0 Tindskar\u00f0, r\u00ed\u00f0ing, og U19 landsli\u00f0i hj\u00e1 monnum \u00ed hondb\u00f3lti.<\/p>\n\n\n\n

\u00cdtr\u00f3ttaELDS\u00c1LIN 2023<\/strong> er Ey\u00f0dis Ellendersen \u00far TB. S\u00ed\u00f0ani Ey\u00f0dis Ellendersen \u00e1 fyrsta sinni kom \u00ed nevndina hj\u00e1 TB, hevur hon lagt n\u00f3gva t\u00ed\u00f0 og orku \u00ed at hj\u00e1lpa Tv\u00f8royrar B\u00f3ltfelag vi\u00f0 \u00f8llum hugsandi vi\u00f0urskiftum. B\u00e6\u00f0i \u00ed g\u00f3\u00f0um og truplum t\u00ed\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n

Ey\u00f0dis sigur aldri nei, t\u00e1 hon ver\u00f0ur spurd. Heldur ikki til uppg\u00e1vur, sum liggja uttanfyri hennara \u00f8ki – til d\u00f8mis \u00ed samband vi\u00f0 leikaras\u00e1ttm\u00e1lar, f\u00edggjarlig vi\u00f0urskifti ella at b\u00edleggja \u00fatlendskum leikarum fer\u00f0ase\u00f0lar. Eitt skifti var hon ennt\u00e1 forkvinna \u00ed TB.<\/p>\n\n\n\n

Jaligi hugbur\u00f0urin hj\u00e1 Ey\u00f0dis smittar b\u00e6\u00f0i nevndarlimir og hj\u00e1lparf\u00f3lk \u00ed felagnum og ger trivna\u00f0in g\u00f3\u00f0an. Hetta positiva huglagi\u00f0 \u00ed TB hevur vi\u00f0 s\u00e6r, at f\u00f3lk uttanfyri vilja sleppa upp\u00ed felagsskapin. <\/p>\n\n\n\n

Saman vi\u00f0 Ey\u00f0dis v\u00f3ru Jan Johannesen, flogb\u00f3ltur og J\u00f3n Brekku, tennis tilnevnd.<\/p>\n\n\n\n

\u00cdtr\u00f3ttaVENJARIN 2023 <\/strong>er Heri Ziska, fr\u00e6lsur \u00edtr\u00f3ttur. <\/p>\n\n\n\n

\u00cdmyndin av fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00ed F\u00f8royum man helst vera Heri Ziska. Hann \u00ed\u00f0ka\u00f0i kasti\u00edtr\u00f3tt \u00ed n\u00f3gv \u00e1r og vann h\u00f3patals hei\u00f0ursmerki \u00e1 h\u00f8gum st\u00f8\u00f0i. Samstundis setti hann seg t\u00f3 eisini inn \u00ed allar hinar greinarnar \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti og f\u00f3r at l\u00e6ra fr\u00e1 s\u00e6r. <\/p>\n\n\n\n

Av t\u00ed, at Heri kennir allar greinarnar \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti, eru venjingarnar fj\u00f8lbroyttar og \u00e1hugaverdar. F\u00e6r ein \u00ed\u00f0kari ska\u00f0a, dugir hann v\u00e6l at leggja venjingina til r\u00e6ttis, so at kroppurin styrknar aftur. <\/p>\n\n\n\n

H\u00f3ast Heri er kn\u00fdttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instrukt\u00f8rur hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum venjarum og ger solei\u00f0is s\u00edtt til at seta vi\u00f0. Hann er g\u00e1vumildur vi\u00f0 s\u00ednum royndum, s\u00edni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit \u00ed F\u00f8royum frameftir kunnu styrkja fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttin. <\/p>\n\n\n\n

\u00cd uppskoti\u00f0 til \u00cdtr\u00f3ttaVENJARIN 2023<\/strong> v\u00f3ru eisini Wong Fai Yin, badminton, og Sarita Kristina Hansen, r\u00f3gving.<\/p>\n\n\n\n

\u00cdtr\u00f3ttaFELAGSSKAPURIN<\/strong> 2023<\/strong> er Sandoyar \u00cdtr\u00f3ttarfelag B71 – ein av sonnum savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru b\u00e6\u00f0i b\u00f8rn og vaksin virkin, og flestu f\u00f3lk \u00ed oynni munnu onkursvegna hava eitt tilkn\u00fdti til felagi\u00f0 – ta\u00f0 veri seg sum \u00ed\u00f0karar, venjarar, \u00e1sko\u00f0arar ella hj\u00e1lparf\u00f3lk annars.  <\/p>\n\n\n\n

Fyri eina l\u00edtla oyggj sum Sandoynna – vi\u00f0 sm\u00e1um spjaddum bygdum – hevur ta\u00f0 \u00f3metaligan t\u00fddning, at okkurt er, sum savnar \u00f8ll. B71 skapar l\u00edv og samanhald \u00ed oynni, og ta\u00f0 skal ikki undirmetast hv\u00f8nn sosialan, heilsuligan og lokalan t\u00fddning, felagi\u00f0 hevur.<\/p>\n\n\n\n

St\u00f3rt fokus hevur veri\u00f0 \u00e1 tey sj\u00e1lvbodnu \u00ed felagsskapinum. Tey eru grundv\u00f8llurin, sum alt virksemi\u00f0 byggir \u00e1, og tey gera ta\u00f0 m\u00f8guligt hj\u00e1 einum so l\u00edtlum felagi at vera virki\u00f0. Seinnu \u00e1rini er limatali\u00f0 n\u00f3gv vaksi\u00f0, og ta\u00f0 merkist eisini aftur \u00ed trivna\u00f0inum \u00ed felagnum. <\/p>\n\n\n\n

\u00cd uppskoti til \u00cdtr\u00f3ttaFELAGSSKAPIN 2023<\/strong> v\u00f3ru eisini flogb\u00f3ltsfelagi\u00f0 Mj\u00f8lnir, og Hondb\u00f3ltssamband F\u00f8roya.
<\/p>\n\n\n\n

\u00cdtr\u00f3ttaELDS\u00c1LIN 2023<\/strong> eru J\u00f3hanna \u00d8ster\u00f8 og Gy\u00f0a B. Dj\u00f3nad\u00f3ttir \u00far Neistanum. Gy\u00f0a og J\u00f3hanna eru li\u00f0felagar og sp\u00e6la hondb\u00f3lt vi\u00f0 gentum 14 \u00e1r hj\u00e1 Neistanum.<\/p>\n\n\n\n

T\u00e6r eru gla\u00f0ar, t\u00e1 t\u00e6r koma \u00ed h\u00f8llina, m\u00f8ta v\u00e6l upp og skapa gott samanhald \u00ed h\u00f3pinum. Serliga duga t\u00e6r v\u00e6l at taka \u00edm\u00f3ti yngru gentunum \u00e1 li\u00f0num og at f\u00e1a allar at kenna seg v\u00e6l. <\/p>\n\n\n\n

Seinastu tvey kappingar\u00e1rini hava Gy\u00f0a og Johanna, sum eru 13 \u00e1ra gamlar, veri\u00f0 hj\u00e1lparvenjarar hj\u00e1 gentunum, sum n\u00fa eru 9-10 \u00e1r. Ta\u00f0 er ey\u00f0s\u00fdnt, at genturnar eru sera gla\u00f0ar fyri s\u00ednar hj\u00e1lparvenjarar, og t\u00e6r t\u00edma enn betur at venja, t\u00e1 t\u00e6r eru har. Gy\u00f0a og Johanna duga v\u00e6l at r\u00f3sa gentunum og f\u00e1a t\u00e6r at kenna seg v\u00e6l. <\/p>\n\n\n\n

Samanumtiki\u00f0 eru Gy\u00f0a og Johanna tv\u00e6r s\u00f3lst\u00e1lur, sum eru fyrimyndir fyri okkum \u00f8ll \u00ed felagskapinum – b\u00e6\u00f0i yngru genturnar, li\u00f0felagar s\u00ednar og ikki minst okkum vaksnu.

\u00cd uppskoti\u00f0 til \u00cdtr\u00f3ttaS\u00d3LSTR\u00c1LAN 2023<\/strong> v\u00f3ru eisini \u00c1ri Fr\u00ed\u00f0ason Jensen, bor\u00f0tennis, og Gunnv\u00e1 Fr\u00ed\u00f0a B\u00e1r\u00f0ard\u00f3ttir Nielsen, hondb\u00f3ltur og fimleikur<\/p>\n\n\n\n

Hei\u00f0ursskjal Poul E. Petersen <\/strong>var\u00f0 lati\u00f0 Jan G\u00fcnther fyri hansara \u00f3troyttiliga, sj\u00e1lvbodna arbei\u00f0i fyri Havnar Judofelag og fyri judo-\u00edtr\u00f3ttin \u00ed F\u00f8royum yvirh\u00f8vur.<\/p>\n\n\n\n

Jan var vi\u00f0 fr\u00e1 byrjan. Hann var vi\u00f0 at stovna Havnar Judofelag \u00ed 1971 og eisini Judosamband F\u00f8roya \u00ed 1981. Jan hevur \u00f3troyttilig arbeitt fyri at menna judo-\u00edtr\u00f3ttin b\u00e6\u00f0i her heima, men eisini altj\u00f3\u00f0a.<\/p>\n\n\n\n

Jan eigur st\u00f3ran \u00e6ru \u00ed, at ta\u00f0 \u00ed dag eru 6 judofel\u00f8g \u00ed F\u00f8royum og at judo er \u00ed st\u00f3rari menning.<\/p>\n\n\n\n

Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 at lata hei\u00f0ursskjal Poul E. Petersen<\/strong> er at hei\u00f0ra elds\u00e1lum \u00ed f\u00f8royskum \u00edtr\u00f3tti, og fyri henda hei\u00f0urin fekk Jan G\u00fcnther eisini gulln\u00e1l \u00cdSF.<\/p>\n\n\n\n

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytbla\u00f0 umframt eina peningag\u00e1vu. <\/p>\n\n\n\n

H\u00f8vu\u00f0sstu\u00f0ar hj\u00e1 \u00cdtr\u00f3ttaFAGNA\u00d0INUM 2023<\/strong> v\u00f3ru:<\/p>\n\n\n\n

Poul Hansen – Runav\u00edkar Kommuna – MBM – Smyril Line – SMS – Atlantic Airways.<\/strong><\/p>\n\n\n\n

<\/p>\n\n\n\n\n\n