Dimmalætting – Jákup Bogi Joensen:

Tórsvøllur 
Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð, er harðliga ímóti ætlanunum, sum grunnurin fyri Tórsvøll hevur almannakunngjørt. 

Hann heldur, at ætlaninar eru burturi úr vón og viti og ger greitt, at grunnurin fyri Tórsvøll ikki skal væntað sær stuðul frá Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen skírir ætlanina fyri ábyrgdarleysa og ávarar ímóti, at vit við ferð fara aftur í 80 árini

Stóru ætlaninar, sum grunnurin fyri Tórsvøll almannakunngjørdi beint fyri jól, hava vakt miklan ans millum havnarborgarar. Og ikki minst í Tórshavnar býráð, har prátið dúgliga hevur gingið um tað, sum stóð at lesa her í blaðnum hósdagin tann 20. desember.

Í Tórshavnar býráð eru tey sera bilsin um tað, sum Poul Michelsen, formaður í grunninum fyri Tórsvøll, tá bar fram í blaðnum. Ein av býráðslimunum, sum var við í upprunaætlanini av Tórsvølli, er Heðin Mortensen. Seinni tók hann seg tó burtur úr grunninum fyri Tórsvøll, tí hann var ónøgdur við arbeiðsgongdina í málinum.

Nú nýggju og stóru ætlaninar frá grunninum eru komnar undan kavi, finst Heðin Mortensen aftur hvassliga at arbeiðsgongdini hjá grunninum. Hann heldur, at nýggju ætlaninar eru púrasta burturi úr vón og viti.

Ongan stuðul úr býráðnum 
Heðin Mortensen er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð. Og hann undrar seg stórliga um arbeiðsháttin hjá grunninum fyri Tórsvøll.

Í skrivinum, sum grunnurin hevur sent Tórshavnar býráð tann 12. desember í ár, søkir grunnurin um stuðul frá býráðnum til stóru ætlaninar við Tórsvølli. Grunnurin søkir í fyrstu atløgu um stuðul til tær 8-9 milliónir krónurnar, sum skulu fáast til vega og nýtast til at gera áskoðaraplássini á eystursíðuni – niðan móti ítróttarhøllini á Hálsi – liðug.

Tað eigur í hesum sambandi at verða nevnt, at Tórshavnar býráð – ella í øllum førum byggi- og býarskipanarnevndin og mentamálanevndin, har Heðin Mortensen er formaður – als ikki hava fingið skrivið frá grunninum fyri Tórsvøll í hendi, og tí heldur ikki hava havt møguleika at viðgera málið. Heðin Mortensen sigur, at tað als ikki kemur upp á tal at játta pening til ætlaninar.

Hann vísir á, at sitandi býráðssamgonga hevur onnur økið, sum verða raðfest hægri. Eitt nú hevur býráðið játtað mundandi bata til eldra- og barnagarðsøkið í kommununi, eins og miða verður eftir, at fáa ítróttarhøllina í Hoyvík lidna. Eisini skal málið viðvíkjandi ítróttarhøllini í Kollafirði takast upp til viðgerðar, áðrenn farið verður undir nakað annað. 

Tað undrar tí Heðin Mortensen stórliga, at grunnurin fyri Tórsvøll vil hava býráðið upp í leikin, nú nýggju og stóru ætlaninar verða lagdar fram. Ikki minst, tá grunnurin vil hava býráðið at broyta ella gera býar- og byggisamtyktina viðvíkjandi Gundadali um, so hendan verður í tráð við ætlaninar hjá grunninum fyri Tórsvøll. Heðin Mortensen ger greitt, at grunnurin fyri Tórsvøll ongan stuðul skal væntað sær úr býráðnum. Hann er grundleggjandi ósamdur við grunninum og ætlanum hansara. Heðin Mortensen vísir á, at hann undir ongum umstøðum kann góðtaka, at Gundadalur nú verður lagdur av til vinnulívið ella fyritøkur, sum eru áhugaðar í keyps ella leigusáttmálum kring økið, sum grunnurin fyri Tórsvøll annars mælir til í sínum uppskoti.

Í tekningunum, sum donsku fyritøkurnar Rambøll og Gert Andersson hava latið gera fyri grunnin fyri Tórsvøll sæst, at ætlanin er at leggja hotell og matstovur, handilssentur og mangt, mangt annað inn á økið í Gundadali. Heðin Mortesnen vísir á, at hann er harðliga ímóti hesum ætlanum og leggur dent á, at eftir hansara fatan er Gundadalur ætlaður til ítróttin og ikki til vinnulívið ella nakað annað. Umframt hetta vísir hann á, at tá upprunaligu ætlaninar við Tórsvølli vórðu lagdar fram, varð sagt, at tað skuldi ikki koma at kosta býráðnum nakað. Men seinastu árini hevur býráðið nýtt nógvan pening upp á Tórsvøll, sigur Heðin Mortensen, formaður í býar- og bygginevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð. Hann er ógvuliga harmur um gongdina í Tórsvallar málinum. Hann sigur, at vøllurin í dag er so langt frá tí sum upprunaliga ætlanin var, og tí kann hann als ikki taka undir við nýggju ætlaninum.

Hann heldur, at arbeiðsgongdin minnir ikki sørt um gongdina í teimum góðu og gomlu 80 árunum, tá alt bar til. Hann ávarar havnarborgarar og onnur við, um at taka undir við nýggju ætlanunum.

– Nýggju ætlaninar eru púrasta burturi úr vón og viti, slær Heðin Mortensen fast og spyr, um meiningin er, at skattgjaldarin skal gjalda fyri gildið. Heðin Mortensen sigur, at einasti møguleikin at draga býráðið upp í málið um Tórsvøll er, um býráðið fult og heilt tekur alla ábyrgd av Tórsvølli og harvið fær ognarrættin til vøllin. Tá skal núverandi grunnur fyri Tórsvøll avtakast ella leggjast niður. Men spurningurin er, um upprunamenninir aftan fyri tað heila eru sinnaðir til tað. Heðin Mortensen undrar seg á, at formaðurin í grunninum fyri Tórsvøll, Poul Michelsen, nú kemur til býráðið og biður um pening, tá hann upprunaliga segði seg megna at gera Tórsvøll fyri tær 10 milliónirnar, sum longu eru nýttar.

Venda øllum á høvdið 
Heðin Mortensen er – eins og fleiri onnur – sera harmur um gongdina í hesum máli. Ikki minst nú grunnurin fyri Tórsvøll hevur leitað sær hjálp og ráðgeving uttanlands. Hann sipar sjálvandi til donsku fyritøkurnar Rambøll og Gert Andersson, sum hava lagt tekningarnar og tilfarið annars tilrættis, og sum eftir ætlanini hjá grunninum skulu standa á odda fyri víðari arbeiðinum av Tórsvølli. Heðin Mortensen slær fast, at tað harmar seg almikið, at grunnurin fer út um landoddarnar eftir arbeiðsmegi, tá vit her heima í Føroyum eiga sera góðar og dugnaligar arkitektar og byggiserfrøðingar. Hann finst eisini hvassliga at gongdini viðvíkjandi byggingini av Tórsvølli.

– Fyri mær sær tað út til, at grunnurin vendir øllum so beint á høvdið. Fyrst ger grunnurin av at lata eitt stadion byggja, fyri síðani at leita sær køna hjálp hjá útlendskum arkitektum og byggiserfrøðingum. Eftir mínari fatan spyr ein seg fyrst fyri hjá arkitektum og byggiserfrøðingum, áðrenn farið verður undir sjálvt arbeiði, sigur Heðin Mortensen við Dimmalætting. Hann heldur, at tað má vera eindømi, at arbeiði verður framt eftir hesum leisti.

Heðin Mortensen ger greitt, at hann undir ongum umstøðum tekur undir við grunninum í ætlanum, sum nú eru lagdar fram fyri almenningin.

Rennibreytin kemur 
Eitt mál sum serliga nógv hevur verið kjakast um, tá tað um Tórsvøll ræður, er tann so nógv umrødda rennibreytin, sum í upprunaliga uppskotinum skuldi liggja við Tórsvøll. Í samrøðu við Dimmalætting tann 20. desember segði formaðurin í grunninum fyri Tórsvøll, Poul Michelsen, at málið frá teirra síðu er endaliga avgreitt, og at eingin rennibreyt kemur at liggja við Tórsvøll. 

Heðin Mortensen sigur, at tað harmar seg almikið, at grunnurin fyri Tórsvøll útihýsur rennibreytini. Men formaðurin í býar- og bygginevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð, sigur, at málið viðvíkjandi rennibreytini als ikki er endaliga avgreitt enn. Hann ásannar kortini, at í núverandi løtu er ikki líkt til, at rennibreytin kemur at liggja við Tórsvøll. Hinvegin arbeiðir býráðið av lívsins kreftum við at útflýggja frælsa ítróttinum í høvuðstaðnum betri kor og umstøður at virka undir, tó at tað neyvan verður á Tórsvølli. 

Tað harmar Heðin Mortensen nógv, at rennibreytin eftir øllum at døma ikki kemur at liggja í Gundadali. Men hann vissar øll tey frælsu ítróttarfólkini um, at rennibreytin kemur. Spurningurin er bara nær og hvar. Vit hava spurt Heðin Mortensen, hvar ætlanir eru at leggja rennibreytina í høvuðsstaðnum.

– Í løtuni hava vit trý væl egnað støð í huganum. Ein møguleiki er at leggja rennibreytina á stóra økið við Shell-støðina við Norðara ringveg. Ein annar møguleiki er sjálvandi úti í Marknagili, meðan tann seinasti møguleikin – sum hevur verið frammi áður – er at leggja rennibreytina í Hoydølum. Har hevur uppskot verið frammi um at leggja ein ítróttarmiðdepil, og tí kundi tað kanska verið hóskandi, um rennibreytin varð løgd har uppi, heldur Heðin Mortensen. Formaðurin í býar- og bygginevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð reisir eisini spurningin, um tað er rætt, at tíggjutals milliónir krónur verða nýttar til eitt stadion, sum kortini liggur stilt størsta partin av árinum, tí Tórsvøllur er ikki atkomiligur fyri vanliga borgaran. Heðin Mortensen heldur, at rættast hevði verið, um rennibreytin lá við Tórsvøll, ístaðin fyri at runni verður við alfara veg, til miklan ampa fyri rennaran og onnur við.

Hann ger at enda greitt, at hann als ikki tekur undir við nýggju ætlanunum hjá grunninum fyri Tórsvøll. Hann heldur, at vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið og ávarar ímóti, at vit ikki einaferð enn føra púra ábyrgdarleysan politikk, sum eitt nú í 80-árunum.