Faldari um góðan atburð
Núverandi tilfar frá 2008 um góðan atburð kann takast niður her: Faldari um góðan atburð.
Ein partur av ætlanini hjá ÍSF: “Í felag fram ímóti felags málum” snýr seg um, at vit skulu gera meira fyri at tryggja góðan atburð í føroysum ítrótti.
Næstu tíðina arbeiða vit við at menna tilfar og at menna eina ítróttaráðgeving, har alt viðkomandi tilfar verður tókt.
Tónin skal setast frá ovastu leiðslu, og tað skal gerast greitt, at vit góðtaka ikki ljótan og ógvusligan málburð ella verbal álop. Ítróttafelagsskapurin skal vera góður og tryggur fyri øll – heilt frá smæstu íðkarunum til vaksin, og frá venjarum til dómarar, áskoðarar og hjálparfólk. Tí orða vit okkum altíð virðiliga. Øll somul. Íðkarin, sum vit vilja menna, er rúmligur, fyrikomandi og hjálpsamur, og øll, sum eru partur av venjingum og kappingum, eiga at vera fyrimyndir til tess at náa hesum máli. Vit staðfesta, at tað er null-tolsemi, tá talan er um happing, ringan málburð og útihýsing innan ítróttafelagsskapin í Føroyum. Kunnandi átak og upplýsandi tilfar skal gerast, og tað eru leiðslurnar í feløgunum, sum hava ábyrgdina av, at null-hugsjónin verður fylgd.
Les meira um komandi ætlanina hjá ÍSF: “Together towards common goals“