Reglugerð fyri stuðul til EM og HM kappingar

Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at luttaka í EM og HM kappingum.

Upphæddin sum verður sett av til stuðul til altjóða EM og HM kappingar er partur av samlaða býtinum, sum fíggjarnevndin ger og leggur fyri aðalfundin til góðkenningar.

Stuðul kann søkjast til altjóða EM/HM kappingar, sum sambond undir ÍSF luttaka í uttanlands.

Sum meginregla skulu hesar treytir verða uppfyltar:

  1. Talan skal verða um EM ella HM kapping og undankappingar teirra.
  2. Kappingin skal verða fyriskipað av europeiskum ella altjóða sambandi.
  3. Kappingin skal verða fyri vaksin.
  4. Søkjast kann um stuðul til ferðing og uppihald.
  5. Fíggjarætlan fyri luttøkuna skal fylgja við umsóknini.
  6. Freistin at lata umsókn inn er 15. november árið fyri.
  7. Sambond sum hava søkt fáa svar í seinasta lagi 15. desember.
  8. Uppgerð við skjalprógvum fyri útreiðslurnar skal innlatast ÍSF seinast tveir mánaðir eftir at kappingin hevur verið.
  9. Starvsnevndin tekur avgerð um býtið.

Samtykt á starvsnevndarfundi 3. juli 2020, seinast dagført av starvsnevnd ÍSF 24. apríl 2023.

Reglugerð EM og HM kappingar sum pdf

Umsóknarblað