ÍSF varð stovnað 4. apríl 1939

(kelda: Arge, Uni (2014) ”Føroyar Framá ÍSF 75 ár”)

Ítróttur hevur verið íðkaður í Føroyum í langa tíð, helst líka síðani víkingatíðina. Fyrsta felagið – Tvøroyrar Bóltfelag – var tó ikki sett á stovn fyrr enn í 1892. Teir høvdu einki annað felag at kappast við í fleiri ár, men fyrst í 20. øld vórðu fleiri feløg stovnað: Havnar Bóltfelag og Klaksvíkar Ítróttarfelag í 1904, Vágs Bóltfelag, Miðvágs Bóltfelag og Sørvágs Ítróttarfelag í 1905 og Havnar Fimleikafelag í 1909.

Tá nú fleiri bóltfeløg vóru í Føroyum, varð Færøernes Boldspil-Union sett á stovn í 1913, men í 1918 fóru fleiri feløg úr samgonguni, og í 1919 var einki virksemi.

Tann 16. mai 1930 samtyktu umboð fyri KÍ, HB, TB og VB at stovna Føroyska Bóltspæl-Sambandið. Ongar kappingar komu í lag 1933-1939, men hesa tíðina fáa skúlamyndugleikar áhuga fyri ítrótti sum liður í uppaling og Poul E. Petersen, lærari í Mykinesi, verður settur sum ítróttaráðgevi. Hann kallar til fundar á Sjómansheiminum í Havn 16. august 1938, har nevnd verður vald soleiðis: Formaður Poul E. Petersen, næstformaður Chr. Lutzen, kassameistari H.O.Hansen, skrivari Gunnar Mohr. Á fundinum luttaka eisini Leif Waagstein og N.A.Ejdesgaard. Nevndin samtykkir eitt uppskot um lógarreglur, sum m.a. siga, at nýggja sambandið eitur Ítróttasamband Føroya – stytt ÍSF – og skal styðja alla likamsvenjing í Føroyum, góðkenna reglur fyri ítrótt og skipa fyri kappingum. Haraftrat at ÍSF skal søkja um stuðul og býta hann út. Ítróttagreinirnar fótbóltur, hondbóltur, svimjing, fimleikur, køst, bogaskjóting, gonga, nevaleikur, lop, kappróður, sigling og ríðing verða nevndar.

4. apríl 1939 er aftur fundur á Sjómansheiminum. Umboð fyri fleiri feløg – HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB – møta eisini. Samtykt verður at stovna Ítróttasamband Føroya, og nevndin, sum verður vald, skal fáa flest møgulig feløg sum limir í ÍSF. Poul E. Petersen verður formaður, H.O.Hansen næstformaður og Gunnar Mohr skrivari.

Forsetar ÍSF’s

Pr. august 2020 eru hesi sambond limir í ÍSF:

Sportfederations: Badmintonsamband Føroya, Bogaskjótisamband Føroya, Borðtennissamband Føroya, Flogbóltssamband Føroya, Fótbóltssamband Føroya, Frælsur Ítróttur Føroya, Føroya Fimleikasamband, Hondbóltssamband Føroya, Judo Føroyar, Parasport Føroyar, Ríðisamband Føroya, Róðrarsamband Føroya, Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, Skjótisamband Føroya, Svimjisamband Føroya.

Sambært Evstulóg grein 31 stk. 2: “Sersamband er samband av ítróttarfeløgum, sum varða av somu ítróttargrein ella líknandi ítróttargreinum, sambært viðkomandi altjóða reglum, og sum hevur í minsta lagi 50 limir og 3 ítróttarfeløg.

Developing federations: Billardsamband Føroya, Boksisamband Føroya, Dartsamband Føroya, Golfsamband Føroya, Føroya Froskmannasamband, Kurvabóltsamband Føroya, Seyðahundasamband Føroya, Styrkisamband Føroya, Taekwondosamband Føroya, Tennissamband Føroya.

Sambært Evstulóg grein 31 stk. 3: “Menningarsamband er samgonga av ítróttarfeløgum, sum varða av somu ítróttargrein ella líknandi ítróttargreinum, men sum ikki koma undir stk. 2.

ÍSF er limur í hesum altjóða felagsskapum:

IIGA (International Island Games Association)
ENGSO (The European Sports NGO)
TAFISA (The Association For International Sport for All)

Formans- og ársfrágreiðingar frá 1981 og frammeftir:
Formans- og Ársfrágreiðingar

Yvirlit yvir Oyggjaleikir frá 1985 og frammeftir:
Oyggjaleikir

Søga ÍSF’s sum lýst á 80-ára føðingardegnum 4. mai 2019:
Framsýning 2019