Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum. 

Stuðul kann søkjast til altjóða kappingar, sum ser- og menningarsambond skipa fyri í Føroyum. Sum meginregla skulu hesar treytir verða uppfyltar: 

  1. Talan skal verða um altjóða kapping, ið er fyriskipað og góðkend av altjóða sambandi 
  1. Kappingin skal vera á NM-støði ella á líknandi ella hægri støði. 
  1. Tað skal vera ein afturvendandi kapping, sum vanliga verður fyriskipað undir altjóða sambandinum. 
  1. Kappingin kann vera fyri junior ella vaksin (tó ikki masters). 
  1. Í minsta lagi 4 lond skulu luttaka í kappingini. 
  1. Í mun til uppsetta fíggjarætlan kann ein undirskotstrygd setast. 
  1. Umsóknarfreistin er 15. november árið fyri 
  1. Uppgerð við skjalprógvum fyri útreiðslurnar skal innlatast ÍSF seinast tveir mánaðir eftir, at kappingin hevur verið. 

Samtykt á starvsnevndarfundi 4. desember 2017, og seinast tillagað á starvsnevndarfundi 27. oktober 2026