Hendan reglugerð viðgerð treytir fyri at fáa peningaligan stuðul til at luttaka í altjóða kappingum uttanlands. Kappast verður undir Merkinum.
Upphæddin, ið verður sett av til stuðul til altjóða kappingar uttanlands, er partur av samlaða býtinum, sum fíggjarnevndin ger og leggur fyri aðalfundin til góðkenningar.
Stuðul kann søkjast til altjóða kappingar, sum sambond undir ÍSF luttaka í uttanlands.
Sum meginregla skulu hesar treytir verða uppfyltar:
- Talan skal verða um kapping á altjóða støði, so sum World Cup, European Cup, NM-kapping og smálanda-kapping.
- Luttakarar frá minst 4 londum skulu taka lut í kappingini.
- Kappingin skal verða fyri vaksin – tvs. opin kapping (ikki t.d. Masters), og stuðul verður ikki latin fyri íðkarar yngri enn 16 ár)
- Sama slag av kapping umframt FM skal hava verið fyriskipað í Føroyum árið frammanundan
- Søkjast kann um stuðul til ferðing, uppihald og mat. Eru aðrar útreiðslur, ið fyriskiparin krevur av Sambandinum, skal próvskjal fyri hesum leggjast við umsókn og uppgerð. ÍSF dagførir á hvørjum ári umsóknarskjal, sum skal brúkast í hesum sambandi.
- Fíggjarætlan fyri luttøkuna skal fylgja við umsóknini.
- Freistin at lata umsókn inn er 15. november árið fyri. Umsóknir, sum koma inn aftaná freistina, kunnu verða tiknar við, um peningur er eftir í puljuni.
- Sambond, sum hava søkt, fáa svar í seinasta lagi 15. desember, um ivamál ikki eru við umsóknini.
- Uppgerð við skjalprógvum fyri útreiðslurnar skal innlatast ÍSF seinast tveir mánaðir eftir, at kappingin hevur verið.
- Starvsnevndin tekur avgerð um býtið.
Samtykt av starvsnevnd ÍSF 12. mai 2022, seinast dagført á starvsnevndarfundi 27. oktober 2026

