“Í felag fram ímóti felags málum”

Tað er í stuttum grundhugsanin handan nýggju strategiina, sum starvsnevndin í ÍSF og sambondini seinastu tíðina hava arbeitt við.

Nú kósin er sett, skal stóri hópurin, sum er virkin í føroyskum ítrótti, arbeiða fram ímóti fýra ítøkiligum felagsmálum:

  • Øll skulu við
  • Fjálga um sjálvboðin
  • Ítróttagleði fyrst og fremst
  • Styrkja úrvalsumhvørvini

Vit vita, at hetta eru framsøkin mál, ið fara at krevja nakað av okkum øllum. Alt frá fígging og kørmum til hugburð og dagliga raðfestingar. Men vit eru sannførd um, at hetta er besti vegurin at fara. Tískil eru vit eisini bjartskygd, og vit gleða okkum at frætta, hvussu fólk og feløg kring landið fara at arbeiða fram ímóti málunum í felag”,

Elin H. Joensen, forseti hjá ÍSF.

Hetta er fyrsta strategiska stigið fram ímóti at styrkja føroyska ítróttafelagsskapin og skapa ítrótt fyri øll – alt lívið.

Les nógv meira um strategisku málini fyri føroyskan ítrótt og um nýtt tilmæli frá ÍSF um, hvussu við eiga at arbeiða við børnunum, breiddini og teimum bestu.

Tak faldaran niður her