Sports Galla
Árligu ítróttaheiðurslønirnar:
Á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum ÍSF skipar fyri á hvørjum ári, heiðra vit okkara ótrúligu ítróttatalentum og óføru sjálvbodnu hjálparum, leiðarum, venjarum og eldsálum, ið hvønn dag gera eitt stórt arbeiði úti í feløgunum og sambondunum.
Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymir um at standa ovast á tindunum. At klatra upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og krevur samstundis nógva tíð og nógv orku, og stórt yvirskot. ÍSF fagnar á hvørjum ári einum ÍtróttaNAVNI og einum ÍtróttaSTJØRNUSKOTI, ið hava skarað framúr.
Tá okkara bestu íðkarar verða fagnaðir fyri síni ítróttarligu avrik, eru tey aloftast aldir upp í ítróttarfeløgum, og tað er her, at vegurin til medaljur og heiður annars er lagdur. Men ítróttarfeløgini eru ikki bara kapping og elita, tey eru eisini rørsla, motión, sunnheit og hugni, og har kunnu øll vera við – óansæð kyn, aldur og sannføring. Felagsítróttin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið. ÍSF ynskir at virðismeta alt tað stóra arbeiði, ið verður gjørt – ofta ólønt – innan føroyskan ítrótt, og sum samstundis hevur alstóran týdning í føroyska samfelagnum..
Her kann talan vera um eitt felag ella samband sum heild, ella um ein persón, sum leggur nógv fyri at skapa møguleikar og trivna. ÍtróttaFELAGSSKAPURIN er eitt vælvirkandi felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggja lunnar undir einum góðum og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg og/ella fyri teirra íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin v.m. Heiðraði felagsskapurin ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði. Haraftrat verður heiðurslønin sum ÍtróttaÁTAK latin persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í inniverandi ári hava tikið stig til átaki, sum styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.
Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið. Ein avbjóðing, sum flest øll feløg kenna til, er, at íðkarar fella frá og ofta gevast í tannárunum. Kanningar staðfesta, at eitt, sum fær ung at støðast í einum felagi er, at tey eisini trívast sosialt, og at gott samanhald er á liðnum ella í felagnum. Heiðurin sum ÍtróttaFYRIMYNDIN verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi v.m., sum í inniverandi árið hevur skapað lív og gleði á liðnum ella í felagnum, og sum hevur virkað fyri tað góða vinarlagið óansæð, um liðið tapir ella vinnur. Tann góða fyrimyndin tekur ítróttin í álvara og er fyrimynd hjá hinum við sínum jaliga hugburði, bæði til venjing og kapping, og ikki minst er hon/hann við til, at íðkarar halda tað vera eyka stuttligt at vera við í felagsskapinum.
Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiði fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og tí letur ÍSF heiðurskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar; vit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftir tindunum. Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.
Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av tí, sum ger lívið vert at liva – og er hetta eisini av teirri orsøk týdningarmikið at varpa ljós á, nú alt fleiri í nútíðar samfelagnum dragast við strongd, depressión v.m. Vónandi fara vit framyvir at síggja fleiri, sum átaka sær ymiskar óløntar uppgávur í feløgunum – bæði sær sjálvum og ítróttinum til gagns. Tí jú fleiri jú betri, soleiðis, at fáu eldsálirnar ikki alt ov skjótt skulu brenna út.
Yvirlit yvir vinnarar av heiðurslønunum (har eru eisini myndir frá øllum fagnaðunum)
Á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2020, sum var vístur beinleiðis í kringvarpinum leygarkvøldið 13. februar 2021, var m.a. hetta innslagið um Poul E. Petersen, fyrsta forseta hjá og stovnari av ÍSF:
Poul E. Petersen