Grein 1 – Heiti:
Stk 1: Ítróttasamband Føroya hevur Íðkaranevnd í samsvar við reglugerð hjá IOC.
Grein 2 – Endamál:
Stk 1: Nevndin skal umboða sjónarmiðini hjá teimum aktivu íðkarunum og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum ÍSF og Úrval í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum.
Stk 2: Nevndin hevur fimm limir og verður mannað við einum umboði fyri Parasport og fýra umboðum fyri hini sambondini. Eitt samband kann bert hava eitt umboð í nevndini, og javnstøða skal vera.
Grein 3 – Val:
Stk 1: Valrætt og valbæri hava tey ítróttafólk, sum eru fylt 18 ár, tá tey hava umboðað teirra ítróttagrein í millumtjóða ella altjóða kappingum í mesta lagi seks ár undan uppstilling til val í nevndina.
Stk 2: Millumtjóða og altjóða kappingar eru at rokna: HM, EM, NM, Oyggjaleikir og aðrar opnar kappingar, sum altjóða sambandið skipar fyri.
Stk 3: Sambondini seta fram uppskot um nevndarlimir. Sambond kunnu innstilla upp til tvey umboð hvør, tó við teirra treyt, at tey tvey umboðini tá hava hvør sítt kyn.
Stk 4: Íðkarar kunnu sjálvir stilla upp. Hertil krevst 10 stillarar, sum sjálvir hava valrætt.
Stk 5: Eru færri enn fimm íðkarar, sum stilla upp, kann starvsnevndin velja valevni, sum uppfylla treytirnar í grein 3, stk. 1 og 2. Sama er galdandi um eingin er, ið stillar upp fyri Parasport, og um færri enn tvey eru uppstillaði av eina kyninum.
Stk 6: Fyrisiting ÍSF skipar valið sambært reglugerð.
Grein 4 – Valskeið:
Valskeiðið er fýra ár. Tó val annaðhvørt ár so at hvørji tvey ár eru ávikavist tveir og tríggir nevndarlimir fyri vali.
Grein 5 – Innanhýsis skipan:
Nevndin skipar seg sjálv við forfólki og varaforfólki og skrivara. Forfólki fær sæti í starvsnevnd ÍSF.
Stk 2: Hildnir verða í minsta lagi fýra fundir hvørt ár, og gerðabók verður førd. Fyrisiting ÍSF er nevndini til hjálpar.
Stk 3: Tá ið atkvøtt verður, er vanligur meiriluti galdandi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu er atkvøða forfólksins avgerandi.
Samtykt á aðalfundi 29. mai 2021, og seinast broytt av Starvsnevdn ÍSF 24. apríl 2023