Ítróttasamband Føroya handar við hesum gull heiðursmerki til

Jan Günther, Hoyvík og Jóhannes Johannesen, Norðskáli

Gullmerki, ið stjórnin á seinasta stjórnarfundi tók avgerð at lata, verður latin Jan og Jóhannes, fyri dygdar- og munagóða arbeiði teirra føroyskari ítrótt til frama.

Tað eru í ár 40 ár síðani Havnar Judofelag varð sett á stovn og eru eisini í ár liðin 30 ár siðani Sunda Judofelag og Judosambandið vórðu stovnsett.

Øll árini feløg teirra hava verið til, hava Jan og Jóhannes verið nevndarlimir í feløgunum, ávikavist Havnar og Sunda Judofelag.

Óuppgjørdir og ósjálvsøknir hava teir tryggjað, at feløgunum hevur verið lív lagað.

Teir hava tikið sær av nevndararbeiðinum, og hava samstundis eisini tikið sær av øllum tí praktiska, ið er tengt at einum ítróttafelagi. Virkað sum venjarar, lagt venjing til rættis, skipa fyri venjingarlegum, røkt týdningarmikla sambandið millum feløgini og foreldur at íðkandi børnum og unglingum, borið, flutt og lagt út mottir; ja stutt sagt gjørt alt fyri at feløgini og ítróttin hava nørt og ment seg.

Enn tann dag í dag er ítróttin fastur táttur í gerandisdegi teirra, og ikki fer dagur aftur um, uttan at teir á onkran hátt dugna ítrótt ella ítróttaíðkarunum. At báðir gjøgnum fleiri ár eisini hava verið virknir innan nevndararbeiði í Judosambandinum ber boð um ta stóru orku, ið teir altíð hava lagt í tá umræður at virka fyri ítróttini.

Uttan ídni og hegni teirra hevði ikki verið judo lív lagað í Føroyum.

Sum sannar eldsálir hava teir tryggjað, at neistar eru kveiktir til logar, ið hava rokkið út um landoddarnar, og hevur arbeiði teirra verið gróðrarlendi fyri góðari og mennandi uppaling hjá føroyskum ungdómum gjøgnum fýra tíggjuár.

Eg vil við hesum biðja Jan Gunter og Johannes Johannesen koma fram her at taka ímóti gullmerkinum og heiðurskjali.

Hjartaliga til lukku báðir.

Tórshavn, 12. Mars 2011

Petur Elias Petersen, forseti