Í sambandi við Betri Oyggjaleikir 2027 hava fólk kunnað sent uppskot til maskott, og næstan 500 hava tikið av møguleikanum. Neyva talið er 476.

– Uppskotini eru frá børnum, ungum og vaksnum, og tey eru serstakliga fjølbroytt. Uppgávan hjá dómsnevndini verður trupul, sigur Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, sum hevur uppgávuna at taka ímóti og skráseta øll uppskotini. 

Fyriskipararnir av Betri Oyggjaleikum 2027 fegnast stórliga um góðu undirtøkuna, ið teknikappingin hevur fingið. 

– Hetta vísir bara, hvussu breitt leikirnir fevna, og hvussu væl fólk taka undir við teimum, staðfestir Anna Maria Toftegaard, limur í Oyggjaleikanevndini við ábyrgd fyri marknaðarføring og samskifti.

Dómsnevnd velur

Í 1989 var maskotturin á Oyggjaleikum ein lundi, sum eitur Piddi. Nú skal ein nýggjur maskottur finnast til leikirnar, sum Føroyar hýsa í 2027. Ein dómsnevnd hevur fingið truplu uppgávuna at velja millum tey knapt 500 uppskotini.

Freistin at senda uppskot inn var úti 7. mai, og nú er arbeiðið at skráseta øll innkomnu uppskotini farið í gongd, og síðani verður vinnarin funnin.

Vinnandi uppskotið fær gávukort upp á 2.000 krónur frá øllum samstørvunum hjá Betri Oyggjaleikum. Tey eru Betri, Smyril Line, SMS, Bakkafrost, MBM og Atlantsflog. 

Betri Oyggjaleikir 2027 vóna at hava funnið vinnandi uppskotið um mánaðarskiftið.