Leygardagin 20. oktober 2025 skipar ÍSF aftur fyri nevndarskeiði fyri ítróttafeløg. Endamálið við skeiðnum er at styrkja arbeiðið hjá feløgunum og geva nevndarlimum góð amboð og íblástur til dagligu leiðsluna.
Endamálið er, at nevndir koma saman og í felag fáa eina felags fatan av ábyrgdarbýtið og uppgávum í felagsskapinum, og vit byrja ítøkiliga arbeiðið við at seta eina ársætlan upp. Vit hoyra eisini, at feløg eru glað fyri at sita saman við øðrum feløgum og deila vitan og royndir.
Tilmelding, tíð og stað:

Tilmelding fer fram her.
Seinasta skeiðið fekk sera góðar afturmeldingar frá luttakarunum:
“Eg kom heim, full av orku og ‘gå på mod’.”
“Tað var eisini sera gevandi at hittast og tosa saman við fólk úr øðrum feløgum. Vit fingu bæði íblástur og góð ráð at taka okkum aftur til okkara egnu nevnd.”
“Hjartans takk til ÍSF fyri eitt sera væl skipað og inspirerandi nevndarskeið! Skeiðið var bæði fakliga sterkt og væl lagt til rættis, við góðum framløgum, praktiskum dømum og høvi til virknan dialog.”