Vit hava øll eitt felags mál um, at øll børn og ung kunnu íðka og vera partur av ítróttaliga felagsskapinum uttan mun til sosiala støðu.
Um tín fíggarstøða er trong, og tað er avbjóðandi at gjalda limagjaldið, kanst tú søkja um frípláss við at venda tær til Barnabata. Eisini ber til at fáa ískoyti til ítróttabúnar ella útgerð.
Mannagongd til umsøkjarar:
Vitja síðuna hjá Barnabata, svara talgilda umsóknarskjalinum og send inn.
Barnabati setur seg í samband við ítróttarfelagið við áheitan um at útvega barninum ella tí unga frípláss.
