ÍSF hevur gjørt samstarvsavtalu við Dansk Idrætforbund viðv. Venjari-1 útbúgvingini, sum ÍSF bjóðar út.
Í fyrsta umfarið verður bert “Venjari-1” útbúgvingin boðin út, men arbeitt verður fram í móti, at “Venjari-2” eisini verður boðin út komandi ár.
Tað nýggja í hesi útbúgvingini er serliga tað, at hon er deild í tveir partar.
- Fyrsti partur er E-læring har luttakarin skal í gjøgnum 5 ymisk modul, harav tey 4 eru kravd, meðan tað síðsta er valfrítt. Luttakarin skal væntað at brúka millum 5-8 tímar uppá hendan partin.
- Seinni partur er ein skeiðsdagur á 9 undirvísingartímar, har skeiðsluttakarin møtir til gjøgnum gongd av tilfarinum. Her er talan bæði um teori og praksis
Málbólkur og úrtøka:
Venjari-1 skeiðið er vælegnað til tín, sum ynskir at førleikamenna teg sum venjari. Tú kanst vera íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast ein enn betri. Tú skal verða fyltur/fylt 15 ár fyri at luttaka á skeiðnum.
Við venjara-1 útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um m.a venjaraleiklutin, fysiska venjing, ítrótt fyri børn og ung og um ítróttaskaðar. Tú verður før/ur fyri at verða venjari hjá liðum og einstaklingum á byrjunarstigi og hjá sindur royndum leikarum/íðkarum.
Hetta merkir at tú:
- fært amboð til at skapa eitt motiverandi venjingarumhvørvið
- skilir munin á, hvussu børn og vaksin mennast í venjingini
- lærir at samskifta við ymsar áhugabólkar (íðkarar, foreldur, venjarar og leiðarar)
- megnar at fyrihalda teg til egnan leiklut sum venjari og at fyrihalda teg til ein serstakan málbólk
- dugir at reflektera yvir, hvat tú dugir í dag, og hvat tú ikki dugir.
Haraftrat kanst tú við tí valfríu e-læringini fáa førleikar innan hesi økir:
- Skaðar
- Orkuskipanir í vøddunum
- Kropp og trivnað hjá teimum ungu
- Etingarólag
- Gentur, sum íðka
- Íðkarar, sum bera brek ella hava serligan tørv.
Venjari-1 skeiðið er vælegnað til tín, sum ynskir at førleikamenna teg sum venjari. Tú kanst vera íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast ein enn betri. Tú skal verða fyltur/fylt 15 ár fyri at luttaka á skeiðnum.
Tíðarætlan: Skeiðið er bygt upp av tveimum pørtum:
Partur 1: Byrjar 3 vikur áðrenn valda skeiðsdagin
- fýra kravd e-læringsmodul umframt í minsta lagið eitt valfrítt e-læringsskeið. (tú skalt vænta at brúka millum 5-8 tímar tilsaman uppá hesi)
Partur 2: Ein skeiðsdagur á 9 undirvísingartímar (á 45 min).
- Innihaldið verður teoretisk framløga, viðkomandi kjak um ítrótt, og ymiskar uppgávur og praktiskar venjingar í fimleikahøll.
Tað er krav at tú hevur gjøgnumført allan e-læringspartin, áðrenn tú kanst luttaka á skeiðsdegnum.
Skeiðsdagar 2026
Kostnaður:
Kostnaðurin er 495,00 kr pr luttakara írokna miðmála.

