Føroyskur úrvalsítróttur avrikar væl – og hevur møguleika at røkka enn longri 

Hvat skal til fyri at menna føroyskan úrvalsítrótt?

Hesin spurningur er í miðdeplinum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands, sum Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur latið Idrættens Analyseinstitut (IDAN) gera.

Frágreiðingin tekur støði í altjóða SPLISS-leistinum – Sports Policy Factors Leading to International Sporting Success – sum verður brúktur til at greina úrvalsskipanir út frá níggju økjum. Hesi fevna millum annað um fígging, leiðslu og fyrisiting, ítróttarliga luttøku, talentmenning, ítróttarumstøður, venjarar, stuðul til íðkarar, kappingarmøguleikar og gransking.

Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðari hjá IDAN, og Emeritus Klaus Nielsen, professari á Birkbeck, University of London, hava gjørt greiningina. Báðir hava drúgvar royndir við gransking og greining av úrvalsítrótti í Norðurlondum.

Høvuðsniðurstøðan er greið: Føroyar avrika óvanliga væl í altjóða úrvalsítrótti í mun til fólkatalið, men skipanin er framvegis ung og hevur fleiri grundleggjandi øki, sum eiga at styrkjast.

Úrslit langt oman fyri tað væntaða

Føroyskur úrvalsítróttur hevur havt stóra framgongd seinastu árini.

Hondbólturin er sterkasta dømið. Landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum hava kappast í endaumførum á hægsta evropeiska og altjóða stigi, og føroysku ungdómslandsliðini hava eisini avrikað sera væl. Í 2025 vann føroyska U21-landsliðið hjá monnum bronsu í heimsmeistarakappingini – eitt serstakt úrslit hjá einari tjóð við umleið 55.000 íbúgvum.

Í fótbólti gjørdist KÍ í 2023 fyrsta føroyska mansfelagið, sum rakk bólkaspælinum í einari evropeiskari kapping.

Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið heiðursmerki í stórum altjóða kappingum. Pál Joensen, Sverri Sandberg Nielsen, Jónas Isaksen og Christina Næss eru millum fremstu dømini. Nøkur av hesum úrslitum eru vunnin undir donskum flaggi, tí Føroyar ikki eru limur í IOC og summum altjóða ítróttasambondum.

Á Oyggjaleikunum hava Føroyar somuleiðis staðið seg væl. Í 2025 endaðu Føroyar ovast á heiðursmerkjatalvuni.

Sambært IDAN avrikar føroyskur úrvalsítróttur sostatt betur, enn vanliga kann væntast av einum so lítlum og landafrøðiliga avbyrgdum samfelagi. Men góðu úrslitini merkja ikki, at føroyska úrvalsskipanin er fullment.

Frá einstaklingum til eina skipaða úrvalsleið

Føroyskur úrvalsítróttur hevur søguliga verið nógv treytaður av eldsálum, sjálvbodnum arbeiði og loysnunum hjá einstøkum ítróttafólkum og sambondum.

Seinastu árini er skipanin vorðin meira skipað, strategisk og miðvís. Tað er ein týðandi styrki. Greiningin vísir tó eisini, at menningin ikki er komin líka langt á øllum økjum.

Ein av greiðastu veikleikunum er lága fyrisitingarliga orkan í nógvum sambondum. Hóast støðan er batnað, hava flestu sambond framvegis bert fáar løntar fyrisitingartímar um vikuna, og nógv arbeiði verður gjørt av sjálvbodnum.

Hetta ger tað torført at arbeiða langsiktað, menna skipanir og tryggja, at vitan og royndir verða varðveittar, tá lyklapersónar gevast.

Føroyskur ítróttur hevur samstundis ein sterkan felagsskap og nógv sjálvboðið arbeiði. Tað er ein av stóru styrkjunum í føroyskum ítrótti. Men tætta sambandið millum fólk kann eisini gera tað torført at seta greið krøv og fylgja upp, tá avtalur og krøv ikki verða hildin, tí hetta kann ávirka persónlig sambond. 

Frágreiðingin mælir tí til at styrkja leiðslu, fyrisiting og ábyrgd í sambondum og feløgum.

Lítið talentgrundarlag krevur góðar loysnir

Føroysk børn og ung eru sera virkin í ítrótti, men nógv gevast í tannárunum. Fráfallið er serliga stórt millum gentur og ungar kvinnur.

Hetta er ikki ein serføroyskur trupulleiki, men hann fær størri týdning í Føroyum, tí okkara samlaða talentgrundarlag er so lítið. Hvør einstakur íðkari hevur tí lutfalsliga stóran týdning.

Frágreiðingin mælir til smidligari og rúmligari menningarleiðir í ungdómsítróttinum. Størri rúm eigur at vera fyri seinni sergreining, luttøku í fleiri ítróttagreinum og ymiskum leiðum inn í úrvalsítróttin.

Samstundis eigur kvinnuítróttur at fáa størri raðfesting, og betri umstøður eiga at verða skaptar fyri gentur og ungar kvinnur, sum vilja halda fram við úrvalsítrótti.

Úrvalsítróttur skal kunna sameinast við útbúgving og arbeiði

Ein úrvalsítróttarlig yrkisleið krevur nógva tíð. Samstundis skulu ung fólk taka útbúgving og seinni finna sær eitt arbeiðslív uttan fyri ítróttin.

Tí er tað avgerandi, at íðkarar kunnu sameina úrvalsítrótt við útbúgving og arbeiði.

Skipanin, sum gevur úrvalsíðkarum á miðnámi smidligari møguleikar at sameina skúla og ítrótt, verður mett sum ein greið styrki. Íðkarar kunnu millum annað fáa tillagaða uppmøting, freistir og próvtøkur, tá venjing og altjóða kappingar krevja tað.

Sambæriligar skipanir mangla tó á hægri útbúgvingum og yrkisútbúgvingum. Frágreiðingin mælir tí til, at hesir møguleikar verða víðkaðir, so fleiri íðkarar kunnu varðveita sítt ítróttarliga støði, samstundis sum teir fyrireika seg til lívið eftir úrvalsítróttin.

Flyting uttanlands kann gerast ein styrki

Í fleiri ítróttagreinum er føroyska venjingar- og kappingarumhvørvið ov lítið til at menna bestu íðkararnar allan vegin til hægsta altjóða stig.

Íðkarar mugu tí ofta flyta uttanlands fyri at fáa neyðuga mótstøðu, serfrøði og eitt sterkari venjingarumhvørvi. Í dag er henda flytingin tó í stóran mun treytað av persónligum sambondum og loysnunum hjá tí einstaka íðkaranum.

IDAN mælir til, at ÍSF ger eitt skipað samstarv við aðrar norðurlendskar aktørar. Tá føroyska umhvørvið ikki longur er nóg sterkt, eiga bestu íðkararnir at fáa skipaðan stuðul til at gerast partur av einum sterkari úrvalsumhvørvi uttanlands.

Endamálið er ikki at flyta føroyskan úrvalsítrótt úr Føroyum. Endamálið er at gera flytingina uttanlands til ein skipaðan part av føroysku úrvalsleiðini, samstundis sum sambandið við føroyskan ítrótt verður varðveitt.

Góðar umstøður – men einki savnað úrvalsumhvørvi

Føroyar hava sum heild góðar ítróttarumstøður. Høllir, fótbóltsvallir og svimjihylar eru væl útbygd í mun til fólkatalið, og atgongdin til grundleggjandi ítróttarumstøður er vanliga góð.

Tað, sum serliga manglar, er eitt felags úrvalsumhvørvi við samskipaðum tænastum.

Í dag eru serfrøðingar, útgerð og stuðulstænastur spjadd millum ítróttagreinar og stovnar. Tað ger tað torført at tryggja øllum íðkarum atgongd til neyðugu serfrøðina.

Tí er eitt av høvuðstilmælunum at stovna eina føroyska úrvalsmiðstøð. Ein slík miðstøð kann savna styrkivenjing, fysiologiska testing, fysioterapi, læknahjálp, ítróttasálarfrøði og aðrar stuðulstænastur.

Í einum lítlum samfelagi kann hetta geva ein serligan fyrimun. Í staðin fyri at hvør ítróttagrein skal byggja sítt egna umhvørvi, kunnu ítróttagreinarnar deila serfrøði, vitan og útgerð.

Venjarar og gransking skulu bindast tættari at ítróttinum

Góðir venjarar eru ein grundleggjandi fortreyt fyri góðum úrslitum.

Frágreiðingin metir, at føroyska venjaraskipanin ikki er nóg sterk til at stuðla undir eina enn størri framgongd. Nógvir venjarar hava avmarkaðar møguleikar fyri útbúgving, eftirútbúgving og regluligari dagføring av fakligari vitan.

Tí verður mælt til eina meira skipaða venjaramenning og betri stuðul til venjarar á øllum stigum. Føroyar fara framvegis at hava tørv á útlendskum venjarum og serfrøðingum. Tað avgerandi er tí ikki bara at fáa vitanina inn í landið, men eisini at tryggja, at hon verður flutt víðari til føroyskar venjarar og ítróttafeløg.

Føroyar hava samstundis eitt sterkt granskingarumhvørvi á ávísum økjum innan venjingar- og arbeiðsfysiologi. Vitanin er tó savnað á fáum økjum og verður serliga brúkt í fótbólti og lutvíst í hondbólti.

IDAN mælir tí til at breiðka granskingarumhvørvið, styrkja samstarvið millum gransking og ítrótt og tryggja, at nýggj vitan verður brúkt meira skipað í venjing og íðkaramenning.

Eisini verður mælt til at menna fleiri útbúgvingarmøguleikar innan ítrótt í Føroyum, møguliga í samstarvi við útlendsk universitet.

Størri og tryggari fígging er neyðug

Hóast fíggingin til úrvalsítrótt er vaksin nógv seinastu árini, metir IDAN, at hon framvegis er ov lítil í mun til tær vaksandi ambitiónirnar.

Núverandi fígging avmarkar møguleikarnar hjá sambondunum at gera langsiktaðar íløgur í venjarar, íðkarar, serfrøði og menning.

Føroyski landafrøðiligi veruleikin ger hetta enn meira avbjóðandi. Ferðing til altjóða kappingar er dýr og tíðarkrevjandi, men er samstundis ein neyðugur partur av menningini í nógvum ítróttagreinum.

Støðug fígging yvir fleiri ár hevði gjørt tað lættari hjá sambondunum at leggja langtíðarætlanir og gera strategiskar íløgur.

Okkara stødd er bæði ein styrki og ein veikleiki

Ein týðandi niðurstøða er, at Føroyar ikki bara skulu royna at kopiera skipanirnar hjá størri londum.

Okkara lítla stødd avmarkar talentgrundarlagið, kappingarumhvørvið, fíggingina og møguleikan at byggja serfrøði upp í hvørjari einstakari ítróttagrein.

Men støddin gevur eisini nakrar fyrimunir. Fólk kenna hvønn annan, samskiftið kann vera beinleiðis, avgerðir kunnu takast skjótt, og nýggjar loysnir kunnu setast í verk við minni skrivstovuveldi enn í størri londum.

Føroyskur ítróttur hevur harumframt eina sterka mentan við sjálvbodnum arbeiði, felagsskapi, tillagingarføri og tjóðarkenslu. Hesar styrkir hava havt stóran týdning fyri úrslitini.

Næsta stigið er ikki at sleppa teimum styrkjum, sum hava ført okkum higar. Tað er at byggja eina skinsama skipan oman á tær.

Átta høvuðstilmæli

Tilmælini í frágreiðingini kunnu savnast í átta høvuðsøki:

  1. Hækka og tryggja fíggingina til úrvalsítrótt.
  2. Stovna eina føroyska úrvalsmiðstøð.
  3. Styrkja leiðslu og fyrisiting í sambondum og feløgum.
  4. Menna venjarar og venjaraførleikar.
  5. Minka um fráfallið og styrkja kvinnuítróttin.
  6. Styrkja gransking, vitanardeiling, útbúgving og møguleikarnar at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði.
  7. Stovna eitt strategiskt samstarv við aðrar norðurlendskar aktørar.
  8. Halda fram við at kanna møguleikarnar fyri IOC-góðkenning.

Tilmælini skulu síggjast sum ein langtíðarætlan fyri, hvussu føroyskur úrvalsítróttur kann gerast sterkari og meira haldførur.

Frá góðum úrslitum til eina haldføra úrvalsskipan

Høvuðsboðskapurin í frágreiðingini er bæði positivur og realistiskur.

Føroyar avrika óvanliga væl í altjóða úrvalsítrótti. Men vit hava eisini eitt lítið talentgrundarlag, stórar ferðakostnaðir, avmarkaða fyrisitingarliga orku og eitt heimligt kappingarumhvørvi, sum í fleiri ítróttagreinum er ov lítið til at stuðla undir hægsta altjóða stig.

Fyrstu stigini móti einari meira skipaðari úrvalsskipan eru longu tikin. Næsta stigið er at styrkja grundleggjandi bygnaðin og gera íløgur í tey umhvørvi, sum kunnu gera góðu úrslitini meira støðug.

ÍSF og Úrval fara nú at arbeiða víðari við frágreiðingini og at gera tilmælini til ítøkilig átøk fyri føroyskan úrvalsítrótt.

Frá vinstru: Klaus Nielsen, Ph.D. Birkbeck University Of London og ráðgevi innan ítróttapolitikk og úrvalsítrótt. Rasmus K. Storm, Ph.D. Analysu- og granskingarleiðari, IDAN. Signar Hilmarsson, Úrval, Ítróttasamband Føroya. Myndin er tikin í Klaksvík, í samband við at IDAN vitjaði ÍSF og var runt í landinum og hugdi at okkara umstøðum. 

Vit vilja takka Rasmus K. Storm, Klaus Nielsen og øllum ítróttafólkum, venjarum og leiðarum, sum hava luttikið í samrøðum og á annan hátt stuðlað arbeiðinum.

Les meira

Tíðindaskriv:
Úrslit langt oman fyri tað væntaða

Les frágreiðingini her:
Elite Sport In The Faroe Islands

Aðrir miðlar

Samband:
Signar Hilmarsson, úrvalssamskipari, Ítróttasamband Føroya
signar@isf.fo