Føroyski ítrótturin er í djúpari kreppu. Landsins myndugleikar eru farnir undir at reka útlendsk ítróttarfólk av landinum.

Dagliga frættist um leikarar og venjarar hjá feløgum kring landið, ið verða riknir av landinum, tí ítróttarfeløgini ikki megna at gjalda teimum ta løn, sum landsstýrismaðurin í Innlendismálum krevur, at tey skulu fáa.

At tey hava annað arbeiði við síðuna av, og í allar mátar trívast væl í Føroyum, tykist ongan týdning at hava.

Tað er ein gáta, at landsstýrismaðurin í Innlendismálum kann meta útlendsk ítróttafólk og venjarar vera ein trupulleika fyri føroyska samfelagið. Í flestu førum hava tey hinvegin avgerandi týdning fyri trivna og menning hjá okkara unga fólki.

Hóast Ítróttasamband Føroya, sersambond og feløg fleiri ferðir hava heitt á landsstýrismannin í Innlendismálum og Løgmann, ið er verji hjá ítróttini, at gera nakað við málið, hendir einki.

Tað frættist um eina avtalu, sum landsstýrið hevur gjørt við donsku stjórnina. Eingin hevur enn víst ítróttinum hesa avtaluna. Men feløgini merkja dagliga sviðan av henni.

Ítrótturin er vónbrotin av, at landsins myndugleikar gera avtalur, ið beinleiðis skaða ítróttin. Sum skilst eru tað føroysku myndugleikarnir, ið einsamallir hava ynskt hesa avtaluna.

Landsstýrismaðurin hevur ført fram, at hann bert ger tað, sum “hansara politiska bakland” ynskir. Og løgmaður hevur fleiri ferðir staðfest, at samgongan stendur aftanfyri landsstýrismannin í hesum ítøkiliga málinum.

Tí vil Ítróttasamband Føroya við hesum heita á politisku flokkarnar hvør sær alment at svara Føroya fólki, um teir taka undir við førda politikinum hjá landsstýrismanninum í Innlendismálum, og nú hjá Løgmanni eisini.

Er tað veruliga so galið, at flokkarnir á tingið standa saman um hesa herferðina móti føroyskum ítrótti?

Um teir halda, at skeivt verður farið fram, eiga teir at steðga hesum sum skjótast, áðrenn óbótaligur skaði verður gjørdur.

So mikið skylda teir fólkavaldu fólkinum.


Ítróttasamband Føroya

Heðin Mortensen, forseti

Sølvi R. Hansen, ítróttaráðgevi