Í samband við at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, vitjaði í Føroyum, var málið føroyska olympiska viðurkenning tikið upp til viðgerðar.Løgmaður, sum er verji hjá ÍSF, setti málið á dagskrá. Tað er sera umráðandi í olympiskum høpi at fáa tey røttu viðmælini. Seinast ÍSF setti seg í samband við olympiska ráðið var í 1993. Tá viðmæltu Atli Dam, táverandi løgmaður, og Bent Klinte, táverandi ríkisumboðsmaður, umsóknini, og viðmælini vóru sett í faldaran, ið var sendur um allan heim.

Á hesum sinni er ætlanin at fáa sjálvan forsætismálaráðharran at geva sít viðmæli. Hetta er bæði við til at geva umsóknini ans, men eisini til at tryggja okkum, at ríkisrættarliga støðan ikki verður nøkur forðing fyri olympiskari viðurkenning.

Hóast sera avmarkaðu tíðina, valdi løgmaður at seta olympisku royndirnar hjá ÍSF á dagskránna. Forsætisráðharrin var sera hugaður fyri at stuðla føroysku royndunum, og avtalaðu Annfinn Kalsberg og Anders Fogh Rasmussen at samskifta skrivliga um málið í næstum.

Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, er sera fegin um ómakin hjá løgmanni. Uttan slíkar royndir á hægsta stigi er tað ringt at fáa hjólini at mæla í altjóða høpi, har miðvíst lobbyvirksemi er sera umráðandi. Heðin Mortensen nýtti eisini høvi at taka málið fram á fundi við forsætismálaráðharran. Á fundinum var víst á, hvørjar fyrimunir olympisk viðurkenning hevur fyri føroyskan ítrótt, og hvønn týdning donsk viðmæli hava undir verandi samveldisskipan.

Fyri føroyskan ítrótt ræður ikki fyrst og fremst um at sleppa við til sjálvar olympisku leikirnar fjórða hvørt ár. Heldur eru tað aðrir fyrimunir, ið hava týdning. Føroysk ítróttarfólk fáa høvi at royna seg í kappingum fyri olympisk smálond í Europa. Føroyskur ítróttur fær part í olympisku stuðulskipanum, bæði fíggjarliga, ígjøgnum venjingar. Tað gerst eisini lættari hjá føroysku sersambondunum at fáa altjóða viðurkenning, og harvið hjá føroyskum ítróttarfólki at sleppa við til aðrar altjóða kappingar enn júst tær olympisku.

Støða Føroya í ríkinum ger, at ÍSF eftir olympisku reglunum má vísa á, at Føroyar eru eitt land, hóast Føroyar eru í einum samveldi við Danmark. Tí er tað sera umráðandi at kunna vísa á, at bæði løgmaður og forsætisráðharrin eru samdir um okkara støðu sum land í ríkinum, og at tað tænir bæði donskum og føroyskum áhugamálum at ÍSF fær hesa viðurkenning.

ÍSF hevur longu tryggjað sær stuðul frá danska ítróttarsambandinum, sum longu í 1939 viðurkendi ÍSF sum sjálvstøðugt ítróttarsamband.

Í heyst verður olympiska viðurkenningin tikin til viðgerðar á árliga norðurlendska ítróttarfundinum, sum í ár verður í Føroyum.