Føroyingar eru framvegis ídnir at spæla við í spølunum hjá Danske Spil, og so mikið varð spælt í fjør, at Sp/f Ítróttavedding í vikuni kundi lata føroyskum barna- og ungdómsarbeiði tilsamans 8,1 millión krónur

Pengarnir, ið koma aftur til Føroya av tí, ið spælt verður fyri, eru á hvørjum ári eitt stórt og týdningarmikið íkast til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum, og í so máta var árið í fjør einki undantak.

Í vikuni hevði Sp/f Ítróttavedding aðalfund, og tá vórðu veddingarpengarnir býttir út til eigararnar av Ítróttavedding, sum eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Føroya landsstýri.

Tilsamans var talan um 8,1 millión krónur, ið kundu lutast út, so hesa ferð fekk Ítróttasamband Føroya 4.861.000 krónur og Føroya Ungdómsráð og Føroya landsstýri fingu 1.620.000 krónur í part.

Upphæddin, ið verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til árs, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil, og í fjør varð spælt fyri nøkulunda tað sama sum tey seinnu árini.

Síðani samstarvið millum Sp/f Ítróttavedding og Danske Spil fekst í lag í fyri 13 árum síðani, eru yvir 90 milliónir krónur av veddingarpengum komnir barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum til góða.