– og vit kunnu á summum umráðum fegnast um framstig, á øðrum harmast um at standa í stað ella ganga aftur segði Heðin Mortensen á ÍSF-aðalfundinum.

– Vit vildu ynskt, at landsins politisku myndugleikar góvu ítróttini størri ans og ikki minst løgdu sær í geyma tað stóra og sjálvbodna arbeiði, ið verður gjørt kring alt landið. Her sparir tað almenna nógvar milliónir av krónum, samstundis sum ítróttin er við at menna og mynda okkara unga fólk, heilt frá børnum av, og tað hevði einki gjørt, um hetta eisini sást aftur í játtan okkara á løgtingsins fíggjarlóg.

Soleiðis tók Heðin Mortensen til, tá hann setti aðalfund Ítróttasambands Føroya leygardagin. Hann gjørdi tó í formansfrágreiðing síni vart við, at tað tó samstundis er at frøast um, at eitt nú fólkaheilsan er vorðin ein alsamt størri partur av tí alment rikna politikkinum, tí tað er hóast alt ein staðfesting og viðurkenning av tí gagnligu ávirkan, ítróttin hevur í okkara lítla samfelag.

– Øll, ið á ein ella annan hátt eru virkin innan ítrótt í Føroyum, hava uppiborið tøkkina og heiðurin fyri, at virksemið er so stórt og umfatandi, sum tað er. Og øll skulu vita, at alt tað stóra og sjálvbodna arbeiði, ið liggur sum botnur undir føroyskari ítrótt, ikki er til fánýtis, helt hann fram.

Eitt mál, ið hevur verið nógv frammi seinasta árið er málið um sáttmálan millum ÍSF og Kringvarp Føroya. ÍSF og Kringvarp Føroya undirskrivaðu í vár nýggjan sáttmála um sendirættindi til ítrótt. Hesin sáttmáli avloysti avtalurnar við Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, sum Ítróttasamband Føroya segði upp seinasta heyst.

Stóri stríðsspurningurin í sambandi við samráðingarnar, ið gjørdust rættiliga drúgvar og tungar, var spurningurin um, at Kringvarp Føroya skuldi viðurkenna, at kappingar og deildir í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum. Hóast sáttmáli er undirskrivaður og semja tí skuldi valda, so er tó ikki so.

– Hóast sersambond, feløg og onnur avvarðandi av ítróttini hava syrgt fyri, at umstøðurnar við og á ítróttarøkjunum eru soleiðis háttaðar, at Kringvarp Føroya fær tikið upp ella sent frá tiltøkum og kappingum, hevur virðingin fyri at viðurkenna ræðisrættin hjá fyriskiparum, feløgum ella sersambondum á egnum ítróttarhúsum ella leikvøllum, har KF ætlar at taka upp ella senda frá ikki altíð verið til staðar, segði Heðin Mortensen.

– Serliga viðvíkjandi fótbóltinum og sjónvarpssendingini 3-2 hevur støðan verið spent. Einki røkist fyri, at feløgini og sjónvarpið tosa sama mál, so hetta er ein spurningur Ítróttasamband Føroya fer at leggja stóra orku í at fáa loystan sum skjótast, helt Heðin fram.

– Tað tykist greitt, at hugurin hjá Kringvarpi Føroya at viðurkenna og virða innihaldið og andan í tí sáttmála, sum er gjørdur millum partarnar, ikki er serliga stórur. Hetta er ein trupulleiki, ið ikki er gagnligur fyri tað samstarv, ið ynskiligt hevði verið at havt millum Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya.

Á eykaaðalfundi fyrst í hesum mánaðinum samtykti eykaaðalfundur í Fótbóltssambandi Føroya nýggjar lógir. Tað er greitt at hesar lógir í fleiri førum ikki eru í samsvari ella sambæri við lógirnar hjá Ítróttasambandi Føroya. Tí slepst ikki undan, at henda broyting í FSF eisini fær avleiðingar fyri ta lógarskipan, sum ÍSF hevur.

Ásannandi at føroysk ítrótt er á einum vegamóti er settur arbeiðsbólkur, ið skal endurskoða allan ÍSF bygnaðin og tær lógir og reglugerðir, ið eru galdandi. Úrslitið av arbeiðinum hjá hesum bólki skal leggjast fyri eykaaðalfund, ið verður hildin um miðjan november. Av tí at hetta arbeiði er byrjað samtykti ein samd stjórn at framløgan av nýggju FSF-lógunum ikki verður fyrr enn á eyaaðalfundinum.

Føroyska dopingeftirlitið tók tilsamans 41 royndir av føroyskum ítróttafólkum í 2005, og allar royndirnar vóru negativar.

Tilsamans vóru 33 royndir tiknar undir venjingum og átta undir kappingum. Býtið millum kynini var tað, at 29 menn og 12 kvinnur vóru kannað.

Ítróttaliga býtið var, at 22 royndir vóru innan fótbólt, seks innan hondbólt, fýra innan róður, tvær innan frælsan ítrótt, tvær innan súkkling, tvær innan flogbólt, tvær innan skjóting og ein roynd varð tikin av bogaskjútta.

Royndirnar vóru gjørdar í trimum umførum og í tí eina umfarinum vóru royndirnar serliga vendar ímóti ítróttafólkum, sum skuldu á Oyggjaleikirnar í Hetlandi.

Í tí eina førinum, tá ein maður varð dopingkannaður í Føroyum tíðliga í 2005, vísti royndin høgt testosteronvirði. Men eftir at royndin var kannað á serligari starvsstovu í Týsklandi, var greitt, at í hesum føri var talan um náttúrliga høga framleiðslu av testosteron og ikki doping. Maðurin var tí fríkendur fyri doping, men skal hava eina serliga sokallaða TUE-váttan.

ÍSF hevur støðugt arbeitt fyri at vinna Føroyum olympiska viðurkenning. Patrick Hickey, aðalskrivara í Europeisku Olympisku Nevndini, hevur verið á vitjann í Føroyum og hevði hetta við sær, at Ítróttasamband Føroya var boðið við sum eygleiðari á aðalfund hjá Europeisku Olympisku Nevndini í Dublin í desember mánaði í fjør.

Har nýttu føroysku umboðini høvi til at heilsa uppá IOC-forsetan Jacques Rogge, samstundis sum hetta var fyrstu ferð, at Føroyar hava havt møguleika at vera við á fundum hjá olympiskum nevndum.

Eisini hevur ÍSF havt fund við danska mentamálaráðharran Brian Mikkelsen, har avtalað varð, at hann á fundi undir olympisku vetrarleikunum skuldi handa IOC-forsetanum bræv frá ÍSF, ið lýsti støðuna viðvíkjandi føroysku umsóknini.

Samstundis varð í brævinum biðið um fund við IOC. Svar kom frá Rogge í apríl mánaði í ár, har víst verður til treytirnar fyri upptøku, ið eru galdandi nú. Eftir teimum kunnu Føroyar ikki fáa limaskap, tí bert sjálvstøðugar tjóðir kunnu gerast limir. Ítróttasamband Føroya arbeiðir tó víðari við málinum.

Tað hevur avgerandi týdning at halda fast við, at Føroyar søktu um limaskap, áðrenn reglurnar fyri upptøku vórðu broyttar í 1996. Tá Føroyar upprunaliga søktu um limaskap í 1984, uppfyltu vit allar treytir fyri upptøku.

Samstundis sum Ítróttasamband Føroya roynir at gera síni sjónarmið galdandi í beinleiðis samskifti við IOC, er møguleiki fyri, at eitt sakarmál, ið Gibraltar hevur reist mótvegis IOC, kann hjálpa Føroyum. Gibraltar søkti um limaskap um somu tíð sum Føroyar og uppfylti somuleiðis allar treytir. Gibraltar vil nú hava IOC at viðurkenna, at mismunur varð gjørdur, og at umsóknin tí eigur at verða viðgjørd av nýggjum eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá umsóknin varð latin IOC.

– Frá keldum í IOC hava vit frætt, at um Gibraltar fær viðhald í hesum sakarmáli, verða bæði Gibraltar og Føroyar upptikin sum limir, segði Heðin Morftensen í formansfrágreiðng síni.

Á aðalfundinum var Heðin Mortensen afturvaldur til eitt nýtt tvey-ára skeið sum forseti, meðan Katrin Joensen varð afturvald til nýtt eitt-ára skeið sum varalimur í starvsnevndini. Bæði vórðu vald uttan mótvalevni.

Men hetta er seinastu forsetaskeiðið, ið Heðin Mortensen nú byrjar. Í formansfrágreiðing síni segði hann soleiðis:

– Í fjør vóru 25 ár liðin, síðani eg tók við sum forseti í Ítróttasambandi Føroya, og eg kann framvegis bert ásanna, at hetta hevur verið ein stak góð og rík tíð, sum bæði hevur verið mennandi og spennandi. Hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi.

Við stórum takksemi kann eg líta aftur á hesi mongu árini, har talan hevur verið um vítt og breitt samstarv við mong menniskju, ið øll hava havt eitt bankandi hjarta fyri ítróttini. Hetta hevur verið bæði spennandi og mennandi, ikki minst fyri meg persónliga.

Sjálvur haldi eg tað vera rættast at siga frá í góðari tíð, nú eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at hetta verður mín seinasta seta sum ÍSF-forseti og at eg ikki fari at taka við afturvali um tvey ár.

Onkur hevur sagt, at ein fráfarandi leiðari er ein, ið hevur givið upp. Soleiðis havi eg tað ikki, og eg fari hesi komandi tvey árini framhaldandi at leggja stóra orku í at røkja hetta álit eftir míni bestu sannføring.

Avbjóðingarnar fyri framman eru nógvar og stórar, og tær skulu ikki bíða í tvey ár, tí nógvar av teimum krevja, at brotið verður upp um armar her og nú. Tað verður eisini gjørt, men við hesi fráboðan vóni eg, at høvi verður givið til umhugsni og ta fyrireiking, ið krevst, tá nýggj leiðsla skal finnast, segði Heðin Mortensen at enda.

 á stjórnarfundinum í gjár 02.02.06