Góðu tit í B36!
Fyrst av øllum hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum, sum bóltfelagið B36 nú hevur verið til.
Í nýggjari tíð hevur felagið fyrst og fremst verið kent fyri barna- og ungdómsarbeiðið, sum er og hevur verið so gjøgnumført, at onnur brúka tykkum sum fyridømi.
Við stórum áræði og tolni hava tit lagt dent á at byggja tingini upp frá grundini, og tað sæst eisini aftur í yngru liðunum, ið bera orð fyri at vinna nógv og ofta.
Og bæði hjá kvinnum og monnum hava tit eisini verið millum tey fremstu og vunnið fleiri meistaraheiti og steypakappingar, umframt at tit hava havt góð úrslit í teimum kappingum, ið eru ímóti liðum í øðrum londum.
Góðir árgangir av børnum og ungum verða røktaðir á besta hátt, so tað við tíðini skal síggjast aftur hjá teimum vaksnu, og hetta er helst tykkara fremsta eyðkenni.
Fyri einari viku síðani hevði eitt annað stórt felag í høvuðsstaðnum, Neistin, eisini móttøku í sambandi við rundan dag, tí Neistin fylti 80.
Mær er fortalt, at mong av teimum somu, ið settu Neistan á stovn og slóðaðu fyri hondbóltinum – ikki bara í Havn, men í Føroyum – vóru tey somu, ið løgdu lunnar undir B36.
Hetta hava tí verið sannar eldsálir, ið føroysk ítrótt kann vera takksom í dag, nú bæði hesi feløg hava rundar dagar við stuttum millumbili.
Einki felag og eingin ítróttagrein kann vera slíkar eldsálir fyriuttan, og enn tann dag í dag finnur tú fleiri slíkar í B36, sum óivað eru fremsta orsøkin til, at felag tykkara nú hevur rokkið so høgan aldur.
Nógv er hent í føroyskum fótbólti hesi 75 árini, og eisini B36 hevur flutt seg nógv, so hvørt sum avbjóðingar og uppgávur eru broyttar eftir tí, sum hevur verið frammi.
Men tit hava dugað at fylgt við og lagað tykkum eftir umstøðunum, og tí telist B36 enn dagin í dag millum størstu og sterkastu ítróttafeløg í landinum.
Tað er altíð hugaligt hjá okkum, ið varða av føroyskari ítrótt, at síggja feløg, ið leggja so stóra orku í at gera eitt gott arbeiði, tí uttan tykkum hevði ítróttin verið fátæk.
Eg skal vegna Ítróttasamband Føroya ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 75 ára stovningardegnum og samstundis ynskja B36 alt tað besta í komandi árum.
Takk fyri!
Petr Elias Petersen, forseti ÍSF