Ítróttasamband Føroya gav á eykaaðalfundi 18. mars bogaskjótifeløgunum innan Ítróttasamband Føroya heimild at skipa seg í nýtt sersamband fyri bogaskjóting. Bogaskjótifeløgini hava annars verið í deildarsambandi saman við skjótifeløgunum.

15. apríl 2010 varð skipað fyri stovnandi aðalfundi hjá Bogaskjótisambandi Føroya í ÍSF-húsinum.

Í fyrstu nevndina í Bogaskjótisambandi Føroya vórðu vald:
Schandorff Vang, formaður
Jógvan Magnus “Eggaba” Andreasen, varaformaður
Jastrid M. Jensen, nevndarlimur
Jógvan Niclasen, tiltakslimur

Endaligi stigið í stovnanini er, at aðalfundurin hjá Ítróttasambandi Føroya 29. mai staðfestir lógirnar hjá nýggja sersambandinum.