Í lesarabrævinum “Oyggjaleikir ein forðing í ítróttarligari menning í Føroyum” ger Jørgin Evald Sølmundi vart við sína ónøgd við ymisk viðurskifti í samband við luttøku Føroya í altjóða ítróttakappingum. Øll eru hjartaliga vælkomin at hava eina meining um føroyskan ítrótt og um tey, ið nýta sína frítíð til at virka í ítróttarrørsluni, men onkrar at útsøgnunum kunnu ikki standa ósvaraðar. 

Føroyar eru ein av stigtakarunum til Oyggjaleikirnar. Lat tað verða sligið fast beinanvegin, at Oyggjaleikirnir hava og fara framyvir at geva flest øllum ítróttagreinum hóskandi ítróttaligar avbjóðingar. Hetta sæst t.d. aftur í talinum av heiðursmerkjum, ið Føroyar vinna á leikunum. Okkara ítróttafólk eru røsk, men tað eru tey fægstu, ið vinna gull lættliga. 

Oyggjaleikirnir eru við sínum umleið 2.500 ítróttarfólkum ein stór ítróttakapping í evropeiskum høpi og t.d. umleið dupult so stórir sum smátjóðaleikirnir hjá Evropeisku Olympisku Nevndini. Samstundis er ítróttaliga støðið í fleiri greinum á høgum evropeiskum støði. 

Tað er at fegnast um, at sersambondini senda síni bestu ítróttafólk til NM, EM og HM kappingar. Hetta eigur at vera eitt endamál hjá øllum ítróttagreinum. Men tingini mugu ikki blandast saman. Fyri Føroyar verður talan altíð um at senda sera fáar íðkarar til NM, EM og HM, meðan ein størri hópur fær hóskandi avbjóðingar á Oyggjaleikunum. Tað er hvør ítróttargrein sjálv, ið ger av, hvar kappast verður og móti hvørjum. Oyggjaleikir eru bert ein møguleiki av fleiri. 

Heimurin er nógv broyttur politiskt seinnu árini, og tí verður tað trupult við verandi ríkisrættarligu støðu at vinna Føroyum fleiri altjóða limaskapir. Men ítróttarørslan hevur skyldu til at finna okkara ítróttarfólkum hóskandi altjóða avbjóðingar. Hjá onkrum ítróttagreinum eru Oyggjaleikirnir einasta stóra altjóða kapping, ið tey kunnu taka lut í. 

Tað hevur avgerandi týdning fyri motivatiónina hjá okkara ítróttafólki, at tey fáa hóskandi avbjóðingar. Fyri fjøldina eru Oyggjaleikirnir ein hóskandi motivatión, meðan tey fáu heilt góðu, mugu leita eftir øðrum avbjóðingum sum t.d. í NM, EM og HM. Talan eigur tí at vera um bæði og, heldur enn antin ella. 

Heldur enn at vera ein forðing hava Oyggjaleikirnir givið fleiri ítróttagreinum møguleika at menna seg og á tann hátt verið lopfjøl til luttøku í øðrum millumtjóða- og altjóða kappingum. Oyggjaleikir eru í mogum førum staðið, har talentini klekjast og búnast. 

At niðurgera Ítróttarsamband Føroya og Oyggjaleikirnar er at niðurgera tey ítróttafólk, ið øll hesi 22 árini, síðani Føroyar vóru við til at stovnseta leikirnar, hava nýtt stóran part av síni frítíð til at fyrireika seg til leikirnar. At niðurgera Ítróttasamband Føroya og føroysk ítróttaravrik tænir ongum endamáli. Føroyska ítróttarørslan er eitt hitt besta umboðið hjá Føroyum úti í heimi. Vit eiga tí at líta fram eftir og stuðla ítróttarørsluni og teimum, ið umboða Føroyar, um tað so er í NM, EM, HM ella í Oyggjaleikunum.

Ítróttasamband Føroya, Starvsnevndin