Doping er enn ein trupuleiki, sigur Finn Mikkelsen, sum er skrivstovuleiðari hjá Anti Doping Danmark, sum eisini sigur at doping er flutt frá ítróttavøllunum og ítróttahallunum til venjingarmiðstøðirnar.

Anti Doping Danmark tekur dopingroyndir í sentrunum av teimum sum tey halda vera “misteinkilig”. Finn Mikkelsen sigur at allir 50 kontrollantarnir hjá teimum eru vandir til at finna hesar “misteinkiligu” útfrá ymiskum kriterium.

Tað eru forholdsvís ungir menn, ið nýta doping, sigur Finn Mikkelsen. 
Í Føroyum vildu vit eisini ynskt at venjingarmiðstøðirnar vildu verið ein partur at dopingarbeiðinum og at møguleiki beliv at gera royndir eisini á sjálvum venjingarmiðstøðini. Vit eru vitandi um at landstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum arbeiðir við hesum máli.