Løgtingið samtykti í desember eina lóg um forboð móti ávísum doping-evnum. Endamálið við lógini er at avmarka útbreiðsluna av doping-evnum. Lógin ásetur, at tað er bannað at framleiða, at flyta inn, at flyta út, at selja, at býta út og at eiga doping-evni uttan so, at hesi skulu nýtast til sjúkuviðgerð ella til gransking.
Doping-trupulleikar meira ans
Tey seinastu árini hevur spurningurin um doping innan ítróttina fingið alt meira ans. Trupulleikarnir við doping, sum í fyrstani vórðu staðfestir innan elitu-ítróttina, hava so líðandi spjatt seg til stórar partar av ítróttaheiminum, eisini har ítrótt verður íðkað á lægri stigi.
Doping er ikki í samsvari við meginreglurnar í ítróttarørslum, sum eru, at luttakararnir skulu kappast á jøvnum føti, og at teir skulu betra og varðveita teirra førleika á natúrligan hátt. Eisini fyrilitið fyri heilsuni hjá ítróttafólkum talar ímóti nýtsluni av dopingevnum. Heilivágur, ið verður nýttur sum doping, verður vanliga tikin í nøgdum, sum eru munandi størri, enn mælt verður til í viðgerðarhøpi. Nýtsla av heilivági til doping kann hava við sær óneyðugan heilsuváða fyri ítróttafólk.
Greiðar reglur um útbreiðslu
Eftirynskjandi er at hava greiðar reglur fyri at hindra, at doping-virksemi í ymsum líki og ymsum høpi verður útbreitt.
Lógin er ætlað at stuðla tí virkseminum, sum ítróttafeløgini kring landið standa fyri við tí endamáli at fyribyrgja doping-misnýtslu. Doping-lógin fevnir tó ikki um sjálva nýtsluna av doping, av tí at mett verður, at tað er uppgávan hjá ítróttafeløgunum, heldur enn hjá tí almenna, at taka doping-royndir av ítróttafólki. Sjálvar revsiatgerðirnar móti hvørjum einstøkum ítróttafólki orsakað av doping-misnýtslu, eiga at finnast í teirri dissiplineru skipanini hjá ítróttafeløgunum.
Óheppin og óvirðilig gongd
Tað var Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sum vegna landsstýrið legði lógaruppskotið fyri tingið. »Doping-virksemi fer tíverri fram víða hvar í ítróttaheiminum. Hendan lógin er eitt ítøkiligt amboð hjá myndugleikunum at arbeiða ímóti hesi óhepnu og óvirðiligu gongd«, sigur landsstýrismaðurin, sum vónar, at tað almenna í samstarvi við ítróttarfeløg og aðrar viðkomandi partar í felag megna at avmarka nýtsluna av doping í føroyska ítróttaheiminum.
Almanna- og heilsumálaráðið 04.01.2005
© Dimmalætting – www.dimma.fo