Tann fyrsta positiva dopingroyndin í Grønlandi nakrantíð.

Ein 22 ára gamal maður er dømdur fyri doping í Grønlandi fyri at hava tikið anabolskar steroidir. Tann 22 ára gamli maðurin er ikki limur í nøkrum ítróttafelag undir Grønelndska Ítróttasamabndinum, GIF.

Dopindómurin sigur at hann ikki kann blíva limur í nøkrum ítróttafelag undir GIF komandi tvey árini, tí hann er testaður positivur í eini dopingroynd.
Formaðurin í GIF vónar at hesin dómurin vil halda øðrum frá at taka nakað evni, sum er á listanum hjá WADA yvir ólóglig evni í ítrótti.

Tað hevur verið dopingkontrollur í Grønlandi síðani 2001. Í Føroyum varð byrja í 2002 at taka dopingroyndir, og enn er eingin testaður positvt.