Í heystfrítíðini skipaðu ítróttafeløgini, ÍSF og Fólkaheilsuráðið fyri Heystrøringi. Yvir 20 ítróttafeløg kring landið lótu dyrnar upp og bjóðaðu øllum – børnum, foreldrum, ommum, abbum og øllum øðrum – at royna alskyns ítrótt.

Vit hava fingið afturmeldingar frá teimum ymisku feløgunum um undirtøkuna.

Um leið 400 børn og vaksin luttóku í alt.

Tað var ógvuliga ymiskt, hvussu luttøkan var hjá teimum ymisku feløgunum. Talið var úr 0 upp til meir enn 100.

Tey sum luttóku, vóru børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, fólk, sum ikki vóru limir í feløgunum. Tey komu bæði úr somu bygd/býi, og summi komu úr øðrum bygdum og oyggjum.

Upp á spurningin, hvat feløgini halda um tiltakið, svaraðu næstan øll jaliga, sum t.d.: ”fínt”, ”óført tiltak”, ”gott”, ”meiningin góð nokk”, ”ordiliga gott”. Eitt felag, sum ikki hevði nakran luttakara, svaraði, at tey tíma ikki at fyriskipa tiltakið aftur.

Nógv feløg hava ikki pláss fyri fleiri limum, men tað eru eisini feløg, sum ynskja fleiri limir. Okkurt felag fekk onkran nýggjan lim, og onkur kom á bíðilista. Okkurt felag hevur ikki ungdómsarbeiði í løtuni, men arbeiðir fram ímóti tí. Eisini var hetta eitt høvi hjá feløgunum at koma í kontakt við foreldur, sum kunnu veita eina hjálpandi hond í felagnum framyvir.

Upp á spurningin um Heystrøringur 2010 var nóg væl lýst, vóru nøkur, sum svaraðu, at tey onki høvdu sæð, onkur at tað sást á ymisku portalinum, men fólk vita ikki, hvat Heystrøringur er. Uppskot komu um t.d. at lýsa betur við plakatum á skúlum, meiri umtalu í Fjølmiðlunum og at tað kemur fyrr á heimasíðuna hjá ÍSF.

Nøkur feløg lýstu sjálvi: t.d. plakat í handlum, tíðindaskriv, heimasíðu, facebook, plakat í býnum og onkur skúlaflokkur fekk bræv heim við. Nøkur feløg lýstu ikki – onkur viðmerkti, at tey væntaðu betur lýsing frá Fólkaheilsuráðnum og Itróttasambandinum.

Næstan øll feløgini hildu, at vit skulu endurtaka Heystrøring aftur næsta ár. Eitt felag svarar ja, treytað av, at tiltakið verður lýst nóg væl.

Onkur viðmerking var komin frá foreldrum, sum høvdu sæð lýsingina – tey brúktu hana til: ”hvat kunnu vit gera í dag?”

Tað var lutakast millum feløgini sum luttóku í Heystrøringi og vinnarirnir vóru hesir:

1. Vágs Bóltfelag, vinnari av 3000 kr. til útgerð
2. TB-Flogbóltur
,2 pláss til skeiðluttøku hjá ÍSF
3. Bogaskjótifelagið Tambar
, vinnari av bókini “Aldersrelateret Træning”