Hóskvøldið 8. mai skipaði ÍSF enn eitt skeið fyri nevndarlimum í føroysku ítróttafeløgunum.
Skeiðshaldarar vóru Katrin á Neystabø og Andras Nolsøe, ítróttarágevarar hjá ÍSF.

Skeiði er sett saman av bæði teori og praksis. Teoretiski parturin handlar um nevndararbeiði í praksis, meðan tann praktiski parturin er bygdur upp sum ein verkstova, har nevndin saman arbeiðir við ymiskum uppgávum, sum eru viðkomandi fyri júst teirra egna felag.

Næsta skeið verður á skrá 17. september 2025, og feløg kunnu melda seg til her.

Vit gleðast um at afturmeldingarnar eru góðar og luttakarar siga, at skeiði viðkomandi fyri tey, og tey fara heim við ítøkilgum amboðum og nýggjum íblástri.

Her eru nøkur úttalilsi frá luttakarum:

Hjartans takk til ÍSF fyri eitt sera væl skipað og inspirerandi nevndarskeið! Skeiðið var bæði fakliga sterkt og væl lagt til rættis, við góðum framløgum, praktiskum dømum og høvi til virknan dialog. Tað gav okkum luttakarum eina greiða fatan av leiklutinum hjá einum nevndarlimi, ábyrgdunum og hvussu vit kunnu virka fyri einum sterkum felagsskapi.

Tað var eisini sera gevandi at hittast og tosa saman við fólk úr øðrum feløgum. Vit fingu bæði íblástur og góð ráð at taka við okkum aftur til okkara egnu nevnd.

Skeiðið var sera gott skipað og vit fingu nógv burturúr.

Eg haldi at skeiðið var sera viðkomandi, og fekk nógva vitan innan nevndar arbeiði.

Gott og viðkomandi skeið. Fekk geistin at gera meira við at skipa arbeiði í nevndini.

Skeiðið var sera áhugavert, tað eru nógv punkt, sum man ikki hugsar um í dagliga degnum, sum heilt sikkurt skulu prioriterast.

Herundir eru nakrar myndir frá skeiðnum, sum var hildi í felagshølunum hjá ÍSF á Eystaru Bryggju í Havn.