Harutíðin hevur um dagarnar fingið eina góða byrjan við stillum vetrarveðri. Veiðumenn eru farnir hugagóðir í hagan við byrsu at veiða hendan forkunnuga føroyska matin – haruna.

Haruveiða er týðandi og siðbundin partur av føroysku mentanini. Hóast tíðin er stutt, verður sæð fram til hana við spenningi hjá yngri sum eldri.

Innan ítróttin hava vit í fleiri ár havt byrsuskjóting sum ítróttagrein við venjing og kappingum her heima og við sera góðum úrslitum á oyggjaleikunum. Tey fýra limafeløgini kring landið eru skipaði í Skjótisamband Føroya.

Havandi í huga, at vit hvørt ár seta ungdómar við í haruveiðuni, kundi hóskandi verði heitt á skjótifeløgini at skipa fyri skeiði í skjóting og handfaring av byrsum. Høvuðsendamálið er sjálvsagt at bøta um trygdina í harutíðini og at avmarka vandan fyri váðaskoti, men ein hjávinningur hjá einstaka er óiva, at skjótingin verður meiri neyv, og at skurðurin harvið gerst betri.

Slík skeið fyri óroyndar sum royndar veiðumenn kundu givið eitt prógv, sum við tíðini kundi verðið ein sjálvsøgd fortreyt hjá teimum, sum veiða við byrsu.

Royndirnar og førleikin at skipa fyri skeiðum liggur longu hjá skjótifeløgunum. Og tey hava øki, har tey vanliga skjóta.

Tað er eitt hjartamál hjá skjótifeløgunum støðugt at menna síni skjótiøki og sín ítrótt, og hevði ein slík útbúgvingarskipan innan skjóting eisini verið ein natúrligur partur av menningini av skjótingini.

ÍSF-húsið 6. Nov. 2012

Petur Elias Petersen, forseti ÍSF og

Johnhard Klettheyggj, formaður í Skjótisambandi Føroya