Hóskvøldið 23. februar skipar ÍSF fyri evniskvøldi í kantinuni í Skúlanum við Løkin í Runavík. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Eysturoy.

Endamálið við hesum tiltakið er at kunna feløgni um ÍSF. Evnini, sum verða tikin upp, eru m.a.: Bygnaðurin í ÍSF, skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum, etisku leiðreglurnar,doping, skrásetingarskipanin, tryggingarviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, skeiðsvirksemi, leikmeti o.a.

ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemi hjá ÍSF.

Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.

ÍSF hevur sent skriv til feløgini um hetta tiltak, og vóna vit at nógv møta.