Á stjórnarfundi í kvøld hevur Sølvi Reinert Hansen boðað frá, at hann hevur valt at leggja frá sær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya. Varaforsetin Petur Elias Petersen hevur tikið við og er nú forseti. Petur Ove Petersen, sum hevur verið varalimur í starvsnevndini, er nýggjur varaforseti.

Starvsnevndin í Ítróttasambandi Føroya sær nú soleiðis út:

Petur Elias Petersen, forseti
Peter Ove Petersen, varaforseti
Katrin Joensen, skrivari

ÍSF takkar Sølva Reinert Hansen fyri tað arbeiðið, hann hevur gjørt sum forseti í Ítróttasamband Føroya.